Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 BILAR • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • mai 2010 Eftir at General Motors í longri tíð hevði hótt við at niðurleggja Saab bilverksmiðjuna í Svøríki, hendi tað í februar í ár, at hollendska sportbilafyritøkan Spyker Cars NV yvirtók Saab Magnus Gunnarsson Eftir at Saab bilverksmiðjan í Svøríki hevði verið til sølu í longri tíð, hótti eigarin av Saab, General Motors í USA, við at niðurleggja verksmiðjuna um teir ikki fingu eitt nøktandi boð upp á Saab. Hetta førdi til bæði mótmælis gongur og mótmælis­ koyringar kring um í heiminum. Í USA vóru fleiri mót mælis­ gongur og eitt Saab bila fylgi koyrdi frá Danmark til verk­ smiðjuna í Trollhättan í Svøríki við tí endamáli at mótmæla ætl an unum hjá General Motors at niður leggja Saab. Úrslitið var, at hollendska sport bila verksmiðjan Spyker keypti Saab frá Gereral Motors. Avtalan varð enda liga undirskrivað 23. februar í ár. Avtalan gongur m.a. út upp á, at Spyk er gjørdu eitt nýtt felag, Saab Spyker Automobiles, sum heldur fram við framleiðsluni av Saab bil unum. Spyker Cars NV er en hollandsk verk smiðja, sum framleiðir hond­ gjørdu sportbilarnar Spyker. Verksmiðjan varð stovnað í 1999, og síðan 2000 hava teir framleitt eksklusiv ar sportbilarnar sum som Spyker C8 og C8 Laviolette. Búmerkið hjá Spyker er ein propell. Hetta kemst av at hol lend­ s ka flogverksmiðjan Spyker, sum fór á húsagang í 1929, nýtti sama bú merki. maggi@sosialurin.fo Spyker keypti Saab