Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21 hildin í Vor Frue Kirke í Svendborg hin 29. mai, har tey avvarðandi vóru boðin við. Ein minnistalva varð seinni sett upp í kirkjugarðinum í Svendborg. Í kirkjuni í Hvalvík hevði Peter Petersen, prestur, minningargudstænastu, og kirkjan var fullsett. Fyrsta sjóforhoyr Sjóforhoyr var 3. juni 1960 í rættarhúsinum í Svendborg. Rættarformaður var Erik Rendal, sum hevði verið dómari í Føroyum. Her kom fram, at reiðarin helt, at fjølmiðlarnir í sambandi við vanlukkuna høvdu havt fleiri beinleiðis skeivar upplýsingar, sum kundu skaða umdømið hjá reiðarínum. Tað, sum kom fram her, vísti, at øll viðurskifti umborð vóru í lagi. Víst varð á, at skipararnir høvdu fingið boð um at seta trygdina fremst, og hetta var ikki mist gald­ andi, síðan »Hans Hedtoft« gekk burtur árið fyri. Frágreiðingin til vanlukkuna kundi næstan bert vera tann, at skipið hevur siglt á ís, sum hevur skrætt skipið upp, og at tað er sokkið so skjótt, at eingin hevur havt møguleika fyri at bjarga sær. Nýtt sjóforhoyr Sjóvinnufeløgini gjørdu vart við aftaná sjóforhoyrið, at tey visti einki um tað. Tey vildu tí hava eitt nýtt sjóforhoyr, tí tey ivaðust í, um alt mundi vera komið fram, sum hevði týdning í málinum. Eitt nýtt sjóforhoyr varð so hildið tann 31. januar 1961. Her kom tá fram rættilig ósemja um orsøkina til vanlukkuna. Fram kom ivi um orsøkin kundi vera ísur, tí tað var ikki boðað frá serliga nógvum ísi júst á sigldu leiðini. Sjóvinnufeløgini førdu fram, at tað var lúkan, sum var orsøkin. Ein funnin vraklutur var nevniliga ein brotin trælúka. »Hanne S« hevði trælúkur, og sjóvinnufeløgini hildu uppá, at skipið hevði fingið ein sjógv, sum hevði brotið lúkuna. Við ongari lúku var skipið prísgivið, og tað fyltist beinanvegin við sjógvi. Við lastini fullari av kryolit sakk tað sum ein steinur. Hevði skipið hinvegin havt stállúkur, hevði tað ikki komið fyri. Tað vóru royndir grønlands­ skiparar, sum hvør sær hildu fast um ymiskar frágreiðingarnar. Ført varð eisini fram, at hetta vóru skip, sum vóru ov veikt bygd. Hildið var eisini uppá, at manningin eisini var ov fáment og ov ung. Hetta við manning er jú eitt standandi stríð millum reiðarar og sjóvinnufeløg, har hesi ynskja eina so stóra manning sum gjørligt av trygdarávum. Samstundis fáa feløgini fleiri limir. Hinvegin kunnu reiðarar spara pening við minni manning. Ein av feløgunum reistur spurn­ ingur var eisini, um skipið var ovlastað. Hetta tók serliga konu skiparan sera dygt, men tað varð eisini staðfest, at talan var ikki um ovlasting. Eingin endalig frágreiðing Nøkur niðurstøða av orsøkini til vanlukkuna var ongantíð gjørd, og tað hevur heldur ikki verið møguligt. Men tað hevur í hvussu er gingið skjótt, tá enntá einki neyðarkall varð sent. Høvundurin av bókini setur fram tann møguleika, at skipið hevur fingið maskinskaða, og síðan hevur fingið feigdarsjógv. Men her kann sjálvsagt heldur einki sigast við vissu. Reiðarin var Adolf Ejler Søren­ sen, f. 1896, og hann var ein virkin vinnulívsmaður. Hann doyði í 1974. Sonurin Mogens tók yvir, men í 1988 vórðu skipini seld og reiðaríið upployst. Tummas, ein lagnusøga Hovmeistarin Thomas Viggo Andreas Sonne Zachariassen var føddur í Streymnesi tann 24. februar 1935. Hann var annars uppkallaður eftir pápabeiggjunum, Tummas og Viggo, sum fórust við »Lauru« í 1932, eftir at teir vórðu bjargaðir í forlissinum av Queen Victoriu árið fyri sum greitt frá í seinastu Miðviku. Tummas var fyltur 25 ár, táið hann kom umborð á »Hanne S«. Hann var ein dugnaligur kokkur, og hansara umdømi sum matsnillingur var vælkent í reiðarínum. Tummas var elstur av 7 systkjum. Hann var farin úr skúlanum aftaná 7. flokk og kom í bakaralæru hjá Andreas Jacobsen (Andreas í Køkubúðini) í Tórshavn, áðrenn hann fór til Keypmannahavnar at fáa sær útbúgving á Teknologisk Institutt í Keypmannahavn. Hann var kokkur í 1955 umborð á »Oyrnafjall«, sum var eitt føroyskt farmaskip, sum tað almenna átti, og sum sigldi á langferð. Frá 1956 til 1958 sigldi Tummas sum kokkur umborð á »Tjaldur«, millum Danmark og Føroyar. Hann hevði eisini siglt við »Bogota« hjá Eysturasiatiska Kompagnínum. Áðrenn hann mynstraði umborð á »Hanne S«, hevði hann í eina tíð siglt við skipinum »Sigrid S« hjá sama reiðarí. Mamman frættir tíðindini í útvarpinum Í Streymnesi var mamma Tummas, Davina Zachariassen, í holt við reingeringina, tá hon í útvarpinum hoyrdi, at »Hanne S« var saknað, og at ein leiting var sett í gongd. Hon var einsamøll heima við 10­ ára gomlu Kirstin og 9­ára gamla Bjarna. Pápi teirra Hans Jacob var undir Íslandi við fiskiskipinum »Keflavík«. Tann 23 ára gamli sonurin, Viggo, var júst komin til Grønland við »Grímur Kamban«, og 18 ára gamli Leivur var við »Sjóborgini« undir Íslandi. Sum dagarnir gingu og tað frættist um vraklutirnar, ið funnir vóru, brast vónin um, at nakar hevði yvirlivað skipbrotið. Tá presturin Peter Petersen, sonur Alfred Peter­ sen, kom á vitjan í heiminum, varð tað greitt, at Tummas var sjólátin. Presturin hevði eina langa samrøðu við Davinu og royndi her í hesi álvarsløtu at troysta, so væl sum hann kundi. Tvey tey yngstu, Kirstin og Bjarni, minnast Tummas, tá hann av og á kom heim millum túrarnar við »Tjaldur«, og hann sat inni í stovuni og spældi á orgul og sang. Tey minnast ein serligan sang, sum hann ofta sang: Jeg er en fremmed, jeg er en pilgrim, Kun en aften, kun en aften bor jeg her. O, stands mig ikke, Thi jeg vil følge Guds folk til strid Gennem ørken og bølge. Jeg er en fremmed, jeg er en pilgrim, Kun en aften, kun en aften bor jeg her. Við tónunum frá sálminum í huganum skiltu tey bæði systkini, at tey høvdu mist sín stórabeiggja. Eisini sorg í Keypmannahavn Tað var ikki bert í heiminum í Streymnesi, at sorgin rakti. Hjá Sørinu Møller og Arna Ørum í Istedgade í Keypmannahavn, har Tummas hevði búð, meðan hann var undir kokkaútbúgving, kom skipbrotið av »Hanne S«, sum ein hvøkkur. Sambandið millum Tummas og hesa familjuna hevði verið serliga gott. Sørina var hálvsystir Andreas í Køkubúðini, har Tummas hevði lært. Hon var ættað úr Porkeri. Beiggi hennara Óli, sum var fluttur til Norðragøtu við mammuni, tá hon giftist hagar, var ein av teimum, sum fórst við Immanuel í 1932. Pápi Sørinu, Sámal, fór eisini á sjónum, nevniliga við Norðstjørnuni av Tvøroyri í 1910. Hvørja ferð Tummas kom til Keypmannahavn, hevði hann vitjað tey, og hann hevði altíð okkurt góðgæti við sær. Hann var sera væl lýddur. Tað má hava verið serliga sárt fyri Sørinu, at Tummas skuldi fáa somu lagnu sum beiggi og pápi hennara. Dreymur um vanlukku Beint áðrenn skipbrotið hevði Arni Ørum haft ein dreym um Tummas. Hann droymdi, at Tummas stóð í hvítum klæðum. Arni royndi at fáa samband við hann, men hann stóð bara stillur og veittraði til Arna. Orsakað av hesum dreymi var Arne sera óróligur. Tá hann hoyrdi, at sambandið við »Hanne S« var mist, var tað honum greitt, hvat ið var hent. Í Svendborg búði gentan hjá Tummas.. Hon hevði sæð fram til at fara til Keypmannahavnar at vera saman við Tummas, tá »Hanne S« kom til Danmarkar í byrjanini av mai mánaði. Tá hon, eftir at hava móttikið tey syrgiligu boðini, sorgarbundin gekk ígjøgnum Svend­ borg og sá øll fløggini á hálvari stong, skilti hon, at hon ongantíð skuldi síggja Tummas aftur. Álitismaður Familjan hjá Tummasi møtti nógvari samkenslu yvir mista sonin, og tey fingu eisini váttan um hvør álitismaður hann var. Ein dóttur til hovmeistaran Napoleon Olsen, kallaður Poli, úr Vestmanna, fortaldi teimum, at pápi hennara, sum sigldi saman við Tummasi umborð á »Oyrnafjall«, vaknaði ein morgun klokkan 06.00 uttan at vera purraður út sum vanligt. Hann fór beint upp á brúnna. Har fann hann Tummas einsamallan standandi við róðrið, og sveittin rann av andlitinum á honum. Poli spurdi hann, hví hann stóð við róðrið, og hvussu leingi hann hevði staðið har. Tummas svaraði, at hann hevði staðið har alla náttina. Hann var farin upp á brúnna, sum hann plagdi at gera um kvøldarnar, áðrenn hann fór í koyggjuna. Stýrimaðurin hevði spurt hann, um hann ikki líka kundi taka róðrið til avloysarin kom á brúnna. Um hann, sum skuldi loysa av, ikki var blivin útpurraður ella um hann var sovnaður aftur, visti Tummas ikki, men tað hevði ikki verið møguligt at farið av brúnni fyri at leita eftir stýrimanninum at fáa hjálp. Alt hetta var hent um náttina í tí stóra trafikkinum í Ermasundi. Hetta segði eitt sindur um, hvussu álítandi og samvitskufullur Tummas var. Hetta var so søgan um enn ein av okkara landsmonnum sum fekk váta grøv. Perman á bókini um Hanne S. Her sæst eisini hvussu skipið sá út, og hvar tað var statt Brævið sum reiðaríið sendi teimum avvarðandi Framhald á síðu 22 Mikudagur 5. mai 2010