Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Miðvikan 22 Framhald frá síðu 21 Lørdag den 3. Februar blev der udvist den 22 aarige Færøske Sø­ mand Johan við Stein fra Thors­ havn en sjælden og udsøgt ære i Rigsdagsbygningen i Norges Hovedstad Oslo. Her modtog det norske Storting den unge Færing, der fik overrakt en Fortjenstmedalje tillige med en Hædersgave for udvist Heltedaad. De nærmere Enkeltheder i Forbindelse med den Begivenhed, der ligger til Grund for det, der er passeret i Norges Storting, fore­ ligger det endnu intet om, men efter hvad det er lykkedes os at faa oplyst, skal Forhistorien i store Træk være denne: I Slutningen af December 1939 observerede man fra den norske Lastdamper Tora Elise, paa hvilken Johan við Stein var paa­ mønstret som Matros, en drivende Tømmerflaade med 8 forkomne skibbrudne Søfolk. Vejret var meget daarligt og omstændighederne for Bjærgning derfor yderst vanskelige. Ikke destomindre tilbød den resolutte færøske Sømand at forsøge at bjærge de Skibbrudne og forsynet med en lang Line omkring Livet sprang han i Søen og svømmede hen til Tømmer­ flaaden og tilbage til Damperen det nødvendige Antal Gange. Som følge af de lange Strabadser under Bjærgningsarbejdet var Johan við Stein kommet noget til Skade, da han endelig kunde hales om Bord igen efter ene Mand at have bjærget 8 Søfolk fra den visse Død. Johan við Stein er imidlertid kommet sig helt igen og vender hjem til Fæøerne med første Fart. Over alt i Norge har denne storslaaede Heltedaad vakt den største Beundring, og de norske Blade kalder den unge Thorshavner: Den færøske Viking. Tveir manns umkomnir í Havn So órímiligt var tað, at seinni doyði Johan við Stein undir eini aðrari roynd at bjarga einum vinmanni frá at drukna. Í Dagblaðnum fyrst í 1952 skriv­ aði pápabeiggi Johan við Stein, Mourentius Viðstein, hesa frásøgn: Tung sorgarboð spurdust í Havn áðrenn árið var lokið. Náttina millum leygardagin og sunnudagin druknaðu tveir ungir menn uttan­ fyri Tinganes. Tað vóru Johan Andreas við Stein (Pollux nevndur) úr Havn og Klæmint Jacobsen, ættaður úr Gøtu. Saman við einum øðrum ungum havnarmanni, Tummas Poulsen, vóru teir úti í einum lítlum báti. Báturin hvølvdist. Eftir tí, sum Tummas Poulsen hevur kunnað greitt frá, fingu hann og Pollux felagan Klæmint uppá tann hvølvda bátin. Men tá báturin var so lítil, fór hann undan Klæminti. Teir samdust so um, at Tummas skuldi svimja til lands at finna onkrar útvegir til bjargingar, meðan Pollux royndi at svimja við Klæminti. Tað var myrkt. Tá fólk høvdu hoyrt rópini og komu til var einki at gera. Klæmint var druknaður. Johan kom til lands men doyði og Tummas var illa komin. Johann við Stein var borin í heim 20. juni 1918, var giftur og átti eitt barn, Kára. Hann var sera væl umtóktir fyri sítt dirvi og arbeiðshug, og við sínum lætta og skemtingarsama lyndi var hann vinur við øll. Tað var serkent fyri Pollux, at hann sprongdi seg fyri at bjarga einum øðrum. Sangurin hjá Jógvani var skrivaður í Kollafirði Í røðini um Ernestinu greiddu vit frá sanginum, sum var funnin í lummanum á tí deyða Jógvan Thomassen. Gitt var, at sangurin var yrktir umborð. Men tað var hann ikki. Ragnhild Poulsen av Oyrareingjum, dóttir Christian Geyta, sum hevði hotel í Kollafirði, greiðir frá, at Jógvan gisti á hotellinum á veg til Klaksvíkar at fara avstað. Tá kundi ikki sleppast allan hendan langa teinin eftir einum degi! Men sagt varð, at Jógvan yrkti sangin á hotellinum. Ragnhild er 91 ára gomul og hevur verið 11 ára gomul tá. Her kann eisini verða nevnt, at Edvard, beiggi Jógvan, sum fórst við Florence í 1927, eisini yrkti ein sálm. Men hetta koma vit aftur til. Færøsk Sømand udøver heltedaad Tummas, t.h. saman við sínum vinum Sørinu og Arna. Sørina misti bæði pápa og beiggja á sjónum Tummas var kendur sum framúr kokkur. Her smakkar hann súpanina Komandi mikudag verður fyrsti partur av frásøgn frá ferðini hjá Norrønu til Íslands seinast í apríl í slóðunum hjá føroyskum fiskimonnum. Vitjað verður millum annað á Vattarnesi, har Merkið heilsaði føroyingunum Johan við Stein. Bjargaði fyrst átta monnum frá tí vissa deyða. Doyði seinni í royndini at bjarga vinmanni Komandi partur Vit duttu tilvildarliga fram á hendan stubban frá 1940 um enn eitt bjargingarbragd hjá føroyingi Mikudagur 5. mai 2010