Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 BILAR • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • mai 2010 Magnus Gunnarsson Sum nakað nýtt skipar bilstøðin Bil í Havn fyri fyrstuhjálparskeiði fyri sínar bilførarar. Hýruvognsførararnir hjá bil­ støð ini Bil hava nú allir tikið skeið í fyrstuhjálp. Tað er Kemm Poulsen, stjóri á bilstøðini Bil, sum er stig tak ari til hesi fyrstuhjálparskeið, sum verða gjørd í samstarvi við lívs trygg ing­ arfelagið LÍV. Skeið ini vórðu hildin í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í J.H.Schrøtersgøtu. Kemm Poulsen sigur, at hýru­ vogns førarar koma í samband við nógv fólk. Teir koyra alt samdøgrið og eru ofta fyrstir á staðnum, tá okkurt er áfatt. Kemm heldur, at tað átti at verið eitt krav til tey sum arbeiða við flutningi av ferðafólki, at tey hava luttikið á einum fyrstu­ hjálparskeiði. Skipað var fyri tveimum skeið­ um. Fyrsta skeiðið var mikudagin 14. og hósdagin 15. apríl, og seinna skeið ið var mikudagin 21. og hósdagin 22. apríl. Tilsamans 48 bil­ før ar ar og starvsfólk á bilstøðini Bil lut tóku á hesum skeiðum Instruktørur á skeiðnum var Gunnar Hjelm frá Suðuroyar Skeiðs tænastu. maggi@sosialurin.fo Bilførarar á fyrstuhjálparskeið Kemm Poulsen, stjóri á bilstøðini Bil, er stigtakari til fyrsthjálparskeiðini Gunnar Hjelm frá Suðuroyar Skeiðstænastu (fremst í myndini) undirvísir í fyrstuhjálp