mikudagur 5. mai 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77
Sosialurin
Kjak
Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur
býráðslimur í Klaksvík
Hvat kom í staðin?
Serkunnleikin varpar oftani ljós á, at tað ger onki og at tað er í lagi,
at talið av arbeiðsplássum í fiskivinnuni minkar.
Og hetta er helst eisini rætt.
Vit klaksvíkingar hava fyri
langari tíð síðani merkt hetta
á okkara egna kroppi. Her
vóru vit enn einaferð uppi
í teimum allarfyrstu sum
merktu hetta, og var hetta
langt áðrenn serkunnleikin
kom til hesa niðurstøðu.
Hetta hendi alt ímóti
okkara
vilja,
men
tíðir
broytast og ein skal royna
at laga seg sum frægast
til
framtíðina.
So
er
spurningurin,
hvat
fingu
vit ístaðin fyri hesi mistu
arbeiðsplássini,
og
hvat
hevur framtíðin at bjóða
okkum.
Bara fyri at fara nøkur
ár aftur, so kunnu vit spyrja
okkum, hvar eru ar beiðs
plássini farin, sum vóru um
borð á skipum sum Hans
Erik, Sigurfarið, Borðoyarnes,
Nónhamar, Stella Karina,
Stella Kristina, Karina, Palli
hjá Marianna, Klettur, Julius
á Bakka, Norðingur, Borgarin,
Horizont fyri bara at nevna
nakrar úr rúgvuni.
Fyri tað fyrsta vóru nógv
arbeiðspláss umborð á hes
um skipum og haraftrat góvu
hesi skip sera nógv avleitt
virksemi á landi.
Tað var privat fyritaksemi,
sum megnaði at fáa sam
fe lag ið at koyra so væl her
norð uri. Hetta hevur gjørt
sítt til, at tørvir eru skapaðir.
Her hugsi eg serliga um
sjómansskúla, vinnuháskúla,
fiskuvinnuskúla,
hav rann
sókn arskip, fiskiveiðu eftir
litið, vaktar og bjarg ingar
tænastuna, heilsufrøðisligu
starvsstovuna, og ikki at
gloyma fiskimálaráðið.
Tað er heilt einastandandi,
at vit føroyingar hava megn
að at stovnsett allar hesar
skúlar og stovnar. Men hvar
eru so hesir skúlar og stovnar
heilt erligt???
Tað løgnasta av øllum er
tó, at okkara landspolitikarar
í øllum hesum ikki vakna
og rópa varskó og síggja
veruleikan í eyguni. Duga
teir veruliga ikki at síggja,
at nógv av hesum almennu
arbeiðsplássunum nátúrliga
hoyra heima í Klaksvík?
Eg spyrji einaferð enn,
hvat ætla landsins myndug
leikar við hesum landi?
hvat ætla tit við býum og
bygdum úti um landið? Tað
er tykkara ábyrgd at melda
út, soleiðis, at fólkið úti um
landið fær eina erliga og
klára útmelding frá tykkum
sum skjótast.
Um ein er heilt erligur,
so er tað serdeilis løgið, at
vit innan fyri tær maritimu
útbúgvingarnar bert hava
ein lítlan sjómansskúla í
Klaksvík. Her er ikki møguligt
at taka skipsføraraprógv.
Sjálvt henda lítla skúlan
verður nú roynt at flyta til
Havnar.
Fyri okkum í norðurøkin
um føli eg tað sera undar
ligt, at vit skulu vera so
hart rakt hvørja einastu
ferð niðurtúrur er fyri fiski
vinnuna. Aðrastaðni merkja
tey hvørki eitt ella annað til
niðurtúrarnar.
Nú skal ongin misskilja
meg. Boðskapurin er, at tað
er gott, at fólkið í høv uðs
staðnum stórt sæð onki
merkir til niðurtúrar í fiski
vinnuni, og her skulu vit
fegnast við teimum.
Men
boðskapurin
er,
hví tað ikki er meira javnt
fordeilt, meir javnt millum
før o yingar
Føroyar.
Vit
eiga eisini hesi almennu
arbeiðsplássini, tí vit hava
verið við til at skapa tey.
Tað kann ikki vera rætt og
rímiligt, at vit her norðuri
skulu gjalda ein slíkan stóran
prís fyri at arbeiða í primer
vinnuni.
Enn eigur býurin gott og
slóðbrótandi fólk, sum ikki
eru bangin fyri at arbeiða
og ganga nýggjar leiðir. Vit
skylda teimum stóra tøkk
og bestu umstøður at virka
undir.
At íbúgvaratalið í Klaks
vík er minkað so lítið, sum
tað hevur víst seg tey seinnu
árini, er ikki annað enn
eitt stórt undur. Við teim
stóru broytingum og mistu
arbeiðsplássum
í
okkaru
høvuðsvinnu seinnu árini,
vildi fólkatalið í flest øðrum
býum nátúrliga havt eina
alstóra minking.
Vit her í Klaksvík hava
sum omanfyrinevnt mist
hundraðtals av arbeiðs pláss
um í fiskivinnuni. Sannleikin
er at hesi arbeiðspláss í
primervinnuni eru mist úr
býnum, samstundis sum al
menn arbeiðspláss eru sett
á stovn í høvuðsstaðnum.
Hugaligt hevði verið, um
serkunnleikin nú traðkaði til
og segði um hetta var í lagi.
Dávid Isfeld
Hósvík
Hví, Helena Dam á Neystabø?
Tað er sum um Helena Dam
á Neystabø hevur eina dulda
dagsskrá, tá hon, við støði í
donskum undirvísingarleisti
og reglum, framvegis ar
beið ir beint fram ímóti at
fáa enn meira danskt inn í
miðnámsskúlarnar.
Næm
ingar hava úttala seg um
hetta, og fleiri hava sagt seg
ikki vilja hava meira danskt, tí
teir ikki hava tørv á donskum,
til tað, sum teir hava ætlanir
um. So hví, Helena, hví skulu
miðnámsskúlanæmingar
tyngjast óneyðugt við meira
donskum?
Danskt á Astigi er ein
sera lesitung og krevjandi
læru grein. Og ikki koma við
tí frágreiðing, vit longu hava
hoyrt, tí hon sigur bert hvat
danir krevja av dønum...og
forrestin eisini føroyingum
(og grønlendingum?). Hesum
danska undirvísingarreformi
aktar tú sum ein lýðin smá
genta. Hetta tykist mær bæði
undrunarvert
og
óbúgvi
av eini landsstýriskvinnu í
hes um landi. Hví ikki krevja
somu rættindi og sømdir sum
okkara grannalond, ið gevur
okkum atgongd til hægri
lærustovnar uttan at skula
hava danskt á Astigi? Ein
slík avtala er longu galdandi
millum Norðurlond.
Ger danskt til
vallærugrein
Vit vita øll, at eitt fjøltátta
samfelag er tað besta; fjøltátta
á øllum økjum: fjøltátta í
fólka sløgum, í list og mentan,
í vitan, í vinnu (fleiri bein at
styðja seg til) o.s.fr. Vit liva
í
einum
vitanarsamfelag,
har júst vitan eigur at vera
ovast í raðfestingunum. Lat
okkum so fáa so ymiska og
breiða vitan sum til ber. Tað
fáa vit ikki við núverandi
leistinum hjá Helenu og
Mentamálaráðnum.
Við
hetta lag er bert talan um
danskvitanarsamfelag.
Í ándini og í samsvar
við hugsjónina um eitt “vit
anarsamfelag” vil eg heita
á Helenu Dam á Neysta
bø, um at arbeiða fram
ímóti, at danskt verð ur ein
vallærugrein í mið náms skúl
unum, síðustilla við franskt,
spanskt, russiskt o.s.fr. Og
ikki bert Astig, men danskt
sum heild, tí hetta mál er
fulkomiliga óneyðugt fyri
tey, ið ikki ætla sær at lesa
víðari í Danmark – tað snýr
seg hóast alt um tørvin og
trivnaðin hjá næmingunum,
ikki so Helena?
Hvør er visjónin,
Helena?
Vit hava higartil bert hoyrt
grundgevingarnar
hjá
Helenu Dam á Neystabø fyri
at akta boðum úr Danmark,
men einki hoyrt um, hvat er
gott fyri okkum framyvir,
hvussu hetta ávirkar næm
ing arnar, og Føroyar, í síðsta
enda. Her er eingin visjón,
eingin tanki lýstur. Er tað
so galið, at hetta er miðvís
donsk
indoktrinering
av
føroyingum? Tí tá ein lesur
danskt, lesur ein bert um
Danmark, danir og donsk
viðurskifti. Mær dámar ikki
“sam an svørjingar ástøði”
sum heild, men árinini av
hesi yvirflóð av donskum
í
miðnámsskúlunum,
fer
at hava við sær, at lærdi
føroyingurin fer at vita
ríkiligt um Danmark, og
stórt sæð einki um altjóða
mentan, søgu og vinnu.
Hetta fer at gera okkum sera
veik í altjóða viðurskiftum.
Danir eru nóg sterkir í
viðvíkjandi altjóða vitan og
viðurskifti, tí teir nýta sítt
undirvísingartilfeingi
til
donsk og altjóða viðurskifti.
Vit,
harafturímóti,
nýta
meginpartin
av
okkara
tilfeingi til føroysk og donsk
viðurskifti, soleiðis, at sera
lítið er eftir til altjóða vitan
og viðurskifti.
Vit hava havt mangar
ágóðar av at lesa í Danmark –
undirritaði íroknaður – men
vit gerast eisini avmarkaði og
tískil minni dugnalig, tá vit
bert hyggja, lesa og ferðast
í ein landsyning. Hvør er
visjónin, Helena? Hvat vilt
tú? Tú ert ikki danskt lærari
nú. Tú ert landsstýriskvinna
í mentamálum, og ikki bert
danskur administratorur í
Føroyum. Hetta snýr seg ikki
um hvat tú og eg meina; men
um val og lesimøguleikar
og sjálvsavgerð hjá næm ing
unum.
Løgið, at vit innan
maritimu útbúgvingarnar
bert hava ein lítlan
sjómansskúla í Klaksvík