Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

mai 2010 • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • BILAR 23 John sigur, at hetta er nakað, hann hevur droymt um í longri tíð. Á framsýningini verða serliga flottir og væl útgjørdir bilar, umframt motorsúkklur og onnur akfør. John sigur, at kring landið eru nógvir flottir bilar og nógvar flottar motorsúkklur. Tað eru persónar, ið ynskja sær eitt spesielt akfar, sum teir síðan broyta, byggja um og lakkera. Áhugin er sera stórur, og framsýnararnir eru spentir upp á sleppa at sýna sítt frítíðarítriv fram í høllini á Hálsi. Framsýningin verður í Ítrótt ar­ høllini á Hálsi frá 14. til 16 mai. Eftir at heimasíðan bil.fo hevði ligið still í meira enn eitt ár, varð síðan lanserað av nýggjum í februar. Tað er Poul Laust Christiansen í Hvalba saman við Dánjali Vestergaard og Bárði Bærentsen, sum eiga og reka heimasíðuna. Poul Laust Christiansen sigur, at bil.fo hevur fingið góða undirtøku, og áhugin fyri heimasíðuni er vaks­ andi. Vit hava gjørt onkrar broytingar sum t.d. at tað nú er ókeypis at lýsa við sínum brúkta bili á bil.fo. Tey sum ynskja tað kunnu gjalda 149 krónur fyri eykaeksponering av bilinum á sjálvari forsíðuni. Síðan er brúkaravinarlig, og tað er t.d lætt at samanbera bil ar nar á síðuni viðvíkjandi prísi, motorstødd, árgangi o.s.fr. Tey, sum ynska at selja sín bil, stovna bert sín egna profil, skriva tekst og leggja mynd við, sigur Poul Laust Christiansen. Føroya flottasta bilaframsýning Ókeypis at lýsa á bil.fo Nú er tað ókeypis at lýsa við sínum brúkta bili á bil.fo, sigur Poul Laust Christiansen, sum er ein av eigarunum av heimasíðuni Føroya flottasta bilaframsýning er heitið á eini framsýning, sum havnarmaðurin John Rasmussen er við til at fyrreika í løtuni. Minningardagurin í ferðsluni 2010 Eftir at hava tikið stig til og skipað fyri minningardegi teirra deyðu í ferðsluni hvønn fyrsta sunnudag í juli mánað síðan 2000, vónar Ingi Gunnarsson, at dagurin verður hildin í ár, hóast tiltakið var av ongum í fjør Minningardagurin hevur verið hildin við at blómur verða lagdar á tey støðini kring landið, har sum ferðsluvanlukkur ið hava kravt mannalív hava verið. Eisini hev­ ur verið tøgn í ein minutt áðr enn fótbóltsdystirnir í bestu fót bólts­ deildini byrja, eins og kirkjur og sam komur eisini hava minst tey, sum eru deyð í ferðsluni. Fyrsta tiltakið var í 2000. Enda­ málið við tiltakinum er at gera vart við, at tað framvegis henda alt ov nógvar álvarsligar vanlukkur og at fáa okkum at steðga á eina løtu og hugsa um hesi viðurskifti. Ingi Gunnarsson sigur, at tiltakið krevur, at tað eru nøkur fólk, sum standa saman um tað. Blómur skulu leggjast út á næstan 200 støð kring landið. Tí verður arbeitt við at kontakta áhugaði, og hann vónar, at minningardagurin verður hildin aftur í ár. Áhugað eru vælkomin at kon­ takta Inga Gunnarsson á tel. 794652. Ingi Gunnarsson er stigtakari og samksipari av minningardegi teirra deyðu í ferðsluni John Rasmussen er stigtakari til Føroya flottastu bilaframsýning