Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77 Sosialurin Ítróttur Ólavur Øre Hansen Hóast hann hevur verið brúktur í miðverjuni hjá B68 higartil, so vísti Oddur Højgaard at máltevinum bilar einki, tá hann var skiftur inn í álopið hjá toftamonnum seint í dystinum. Ungi toftamaðurin var høvuðsorsøkin til at toftamenn fingu drigið sigurin í land, í einum spennandi og intensum dyst, sum tó var merktur av óvanliga nógvum persónligum mistøkum. Nógvu persónligu mistøkini mynd aðu dystin, og gjørdu sítt til at talan varð um eina málríka Eyst ur oyar-uppgerð. Tó at bæði lið ini gjørdu nógv mistøk, so hevði Vík ing ur munin, og tí taptu teir dystin. Málverjar í gávuhýri Toftamenn fingu ein flúgvandi byrjan uppá dystin, og tá eitt korter var farið av dystinum vóru teir á odda 2-0. Serliga málið til 1-0 var klossut av málverjanum hjá Víkingi, tá hann boksaði bóltin í nakkan á einum viðleikara og í málið. Hóast vertirnir byrjaðu betur, so vístu Víkingar góðan stríðsvilja, og so hvørt sum minuttirnir gingu, tóku gestirnir stýringina av dyst- inum. Tað gekk ikki long tíð, áðrenn leikliga yvirvágin hjá gestunum gav úrslit. Fyrst minkaði Súni Olsen um munin, áðrenn Vlada í B68 mál inum, gjørdi starvs fel aginum í hin um endanum kynstr ið eftir, og misti bóltin til ein púra fríðan Sølva Vatnhamar, sum takkaði fyri til boðið og setti bóltin í tóma B68 málið. Sjálvt um Víkingur vóru komnir uppá javnt, so vildu teir meira, og stutt undan hálvleiksteðginum gav trýstið úrslit, tá Sverri Jacobsen stútaði bóltin i netið eftir eitt gott fríspark frá Súna Olsen. Oddur vendi dystinum Eftir steðgin royndi B68 at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið. Hóast toftamenn komu til nakrar hálv vanda- miklar mál roynd- ir, so bleiv tað bara til líka við og næstan. Heldur vóru tað gestirnir úr Vík- ingi, sum høvdu ein gyltan møgu- leika at økja um leiðsluna, tá tað restaðu 15 minuttir av dyst inum. Besti leikarin hjá Víkingi mána- kvøldið, Súni Olsen, kom einsa- mallur móti málverjanum hjá B68, sum tó fekk rættað uppá droppið í fyrra hálvleiki við at bjarga skot- royndini hjá gøtumanninum. Eitt korter fyri dystarlok varð Oddur Højgaard sendur skiftur inn í álopið hjá B68, og gav hann tofta monnum fleiri møguleikar í álops spælinum. Oddur er sterkur í luftspælinum, og tað prógvaði hann 10 minuttir áðrenn dystarlok, tá hann var hægstur og stútaði bóltin hegnisliga í kassan eftir innlegg frá Kristian Anton Andreasen. Útjavnandi málið gav B68 nýggja orku, meðan Víkingur fall í fátt, og so gjørdi tað ikki støðuna hjá gest unum betur tá Geza Turi enn einaferð søplaði bóltin burtur eftir eitt hornaspark, og so var laga- manni hjá Odduri at leggja B68 á odda, áðrenn hann staðfesti sigurin við triðja málinum í síðsta minutti av dystinum. Við sigrinum fór B68 fram um Víking á stigatalvuni, og liggja nú á triðja plássi. post@sosialurin.fo Oddur søkti Víking Vodafonedeildin Oddur Højgaard gjørdist stóra hetjan hjá toftamonnum, tá hann við trimum málum seint í dystinum, legði lunnar undir einum 5-3 sigri til B68, eftir at Víkingur hevði verið á odda 2-3 í hálvleikinum Oddur Højgaard: Eg hevði nakað at prógva Segði ein fegin trýmálskjútti eftir dystin. – Eg byrjaði á bonkinum, og vildi vísa at tað var eitt mistak, tá eg kom inn, sigur Oddur Højgaard. Spurdur um hvussu tað var at gerast tann heilt stóra hetjan hjá toftamonnum, segði Oddur Højgaard, at tað er altíð stuttligt at skora, men tað hevur meira at týða at vit vinna dystin. – Vit byrjaðu væl uppá dystin, men sovnaðu, og lovaðu teimum inn afur í dystin, men í seinra hálvleiki vóru vit væl betri enn Víkingur, og tí er tað uppiborið at vit vunnu dystin, sigur Oddur Højgaard at enda. B68 5 Víkingur 3 vlada jOHan dávur niklas pOul Øssur andré ndende jÓHan petur pÓl jÓHannus dánjal pauli kristian finnur bárður sØlvi súni sam nenad Hanus sverri niclas atli geza B68 - Víkingur 5-3 (2-3) 1-0: sjálvmál, 3. 2-0: pól jóhannus justinussen, 15. 2-1: súni Olsen, 19. 2-2: sølvi vatnhamar, 35. 2-3: sverri jacobsen, 41. 3-3: Oddur Højgaard, 80. 4-3: Oddur Højgaard, 85. 5-3: Oddur Højgaard, 90. Dómari: Lars Muller B68: Vlada Filipovic – Poul N. Poulsen, Øssur Hansen, Johan Dávur Højgaard, Niklas Joensen (84. min: Óli Olsen) – Jóhan Petur Poulsen (74. min: Oddur Højgaard), André Olsen, Ndende Adama Gueye, Pól Jóhannus Justinussen (71. min: Eli Simonsen) – Dánjal Pauli Højgaard, Kristian Anton Andreassen. Víkingur: Geza Turi – Sverri Jacobsen, Atli Gregersen, Niclas Niclasen, Hanus Jacobsen (89. min: Martin Olsen) – Súni Olsen, Nenad Stankovic(89. min: Ingi Sørensen), Sam Jacobsen, Sølvi Vatnhamar, Bárður Hansen (73. min: Kaj Leo í Bartalstovu) – Finnur Justinussen.