mikudagur 5. mai 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77
30
Sosialurin
Ítróttur
Ólavur Øre Hansen
Tað var tíðiligt at tað vóru tvey lið
uttan sjálvsálit, sum brustu saman
við Løkin týskvøldið. Bæði NSÍ og
AB hava fingið eina ringa byrjan
uppá kappíngarárið, og tað sást
aftur á vøllinum. Spælarnir tordu
ikki heilt at bjóða av, og í staðin
fyri at útfordra, so vóru nógvar
»alibi« sendingar at síggja. Tó var
Christian Høgni Jacobsen eitt
undan tak, hann royndi, uttan at
nak að tó spurdist burtur úr.
Eftir eina heldur slaka byrjan
uppá dystin, so fingu runavíkingar
betur tak á dystinum. Nakrar ferðir
eydnaðist teimum við skjótum og
góðum spæli at koma ígjøgnum úti í
síðunum, men innleggini høvdu ikki
sama kvalitet sum uppspælið, og tí
spurdist einki burtur úr. Tá ið so
runavíkingar komu til málkjansir,
so var neyvleikin ikki til staðar.
Argjamenn spældu nógv við
longum sendingum upp til Stig-
Roar Søbstad, men verjan hjá runa-
víkingum hevði fult tamarhald á
norðmanninum, og tær fáu ferð-
irnar hann fekk eina sending aft ur
um verjuna, var Gango í NSÍ mál-
inum vakin, og fekk skotið bólt in
burtur av vandaleið.
Forloysandi mál
Eftir hálvleiksteðgin tóku runa-
víkingar meira og meira yvir, men
tað skuldi eitt heldur tilfeldugt
mál til áðrenn vertirnir rættuliga
fingu glið á spælið. Christian Høgni
Jacobsen royndi seg við skoti, sum
hevði farið fram við málinum, men
inni í brotsteiginum stóð Klæmint
Olsen, og hann setti fótin á, og bólt-
urin sat í netinum.
Málið vísti seg at vera forloysandi
fyri runavíkingar, sum rættuliga
komu fyri seg. Spælið batnaði, og
til tíðir minti spælið nógv um »góða
gamla NSÍ spælið« við skjótum og
tekniskum fótbóltsspæli. Leikliga
yvirvágin hevði eisini við sær at
komu runavíkingar fram til nakrar
góðar málmøguleikar. Men tað var
ikki fyrr enn 12 minuttir undan
dyst ar loki, at NSÍ økti um leiðsluna,
við einum máli, sum var meinlíkt
fyrsta málinum. Einar T. Hansen
royndi seg við skoti, ið rakti Heðin
á Lakjuni, og snýtti Tórð í AB mál-
inum. So var støðan 2-0.
Argjamenn
royndi
at
flyta
fólk upp í álopið, men har riggaði
einki hjá gestunum. NSÍ verjan
stóð stinn, og hevði ikki stórvegis
trupul leikar at avvísa gestunum. Í
mun til vertirnar sum kundu spæla
frítt eftir at hava lagt seg á odda, so
leiktu argjamenn heilt uttan mið og
mál í seinra hálvleiki, og tað sigur
nógv um avrikið hjá argjamonnum,
at teir ikki høvdu eina tí einastu
kvalifiseraða roynd á NSÍ málið, í
øll um dystinum!
Tískil var tað als ikki óuppiborið
at runavíkingar øktu til 3-0, við máli
sum hart arbeiðandi Christian
Høgni Jacobsen skoraði, tá hann
hegn is liga rundaði Aristide, og
einsa mallur móti málverjanum
var iva leys ur, og setti bóltin trygt
í netið.
Við sigrinum á AB, so kom NSÍ
av aftasta plássi, sum sigursleysu
argjamenninir nú hava.
post@sosialurin.fo
So bragdaði hjá NSÍ
Vodafonedeildin Runavíkingar vunnu botndystin í Vodafonedeildini
móti AB. Hóast talan varð um ein greiðan 3-0 sigur, so var tað ikki fyrr
enn eftir fyrsta málið, at runavíkingar rættuliga fingu glið á spælið
Heðin
á Lakjuni:
Vit
skuldu
vinna
– Vit vóru klárt
bertra liðið,
og vunnu fult
uppiborið,
segði ein av
málskjúttunum
hjá runavík
ing um, Heðin
á Lakjuni eftir
dystin, tá
Sosialurin fekk
orðið á hann.
Spurdur um
fjáltur var á
runavíkingur
áðrenn dystin, tí
teir høvdu fingið
eins so ringa
byrjan uppá
kappingarárið,
segði Heðin,
at tað metti
hann ikki.
– Eftir at vit
komu á odda,
so spældu vit
rættuliga væl,
segði Heðin, og
legði afturat,
at tað kennist
gott at skora sítt
fyrsta mál fyri
runavíkingar í
Vodafonedeildini,
hóast tað var eitt
sindur heppið.
NSÍ
3
AB
0
skiftu um pláss
NSÍ og AB skiftu um pláss í botninum, eftir tryggan heimasigur til runavíkingar
Mynd: Hilmar Jan Hansen
andras
jens joHan
jonHard einar
jústinus jann ingi
jann martin Heðin
cHristian HØgni kLæmint
nikoLaj stig-roar
fabrice dion
kennetH evrard
aLex mortan
teHe gunnar
tÓrður
NSÍ - AB 3-0 (0-0)
1-0: klæmint olsen, 56.
2-0: Heðin á Lakjuni, 78.
3-0: christian Høgni jacobsen, 90.
Dómari: Petur Reinert
NSÍ: Andras Gango – Jonhard Frederiksber, Jens Joensen,
Johann Troest Davidsen, Einar Hansen – Jann Martin
Mortensen (65. min:Ólavur í Ólavstovu), Jústinus R.
Hansen, Jann Ingi Petersen, Heðin á Lakjuni – Christian
Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen.
AB: Tórður Thomsen – Mortan úr Hørg, Gunnar
Haraldsen, Tehe Aristide, Alex Mellemgaard –Dion Splidt,
Evrard Ble, Kenneth Jacobsen, Fabrice Arnessan (59. min:
Jobin Drangastein), – Nikolaj Eriksen, Stig-Roar Søbstad.