Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. januar 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 18 19 FYRI 100 ÁRUM SÍÐANI Eirikur Lindenskov »J. P. Gregoriussen, sum í mong ár undir merkinum J. P. G. hevur skrivað yrkingar til Føringatíð- indi, doyði tann 15. november, nakrar dagar áðrenn Føringat. fyri novbr. kom út. J. P. G. er kendur av Føringat.s lesarum frá tí degi, hann lat blaðið bera »Gentukæti fram.« Hetta skrivar Føringatíðindi í síðstu útgávuni, desemberútgáv- uni í 1901, sum er dagferst 31. desember. Sum høvundur til greinina stendur A. S., sum helst er Andras Sámalson, sum var ein av ídnu tjóðskaparmonnum aftan fyri Føringatíðindi. Seinni varð kendur sambandspolitikkari og Føroya fyrsti løgmaður í 1948 – kendur undir navninum Andras Samuelsen. Blaðið sigur víðari: »Seinri hevur hann yrkt ein hóp av sangjum o grímum, men minsti parturin er prentaður. J. P .G. var góður Føringur, sum hjartaliga tók lut í strevinum fyri móðurmálinum, og herum bera yrkingar hansara prógv. Tað besta, hann yrkti, var sangirni rtil fólkafundarnar í Førjum. Annars hevur tann parturin av yrkingum hanns, sum framkomin er í bløð- unum, minni at týða. — Av tí at hann var sjúkligur, kom J. P .G. lítið út millum manna, og hann var tí ikki víð akendur uppá persón. Tí er eisini væntandi, at ein ella annar av hansara slekturilið vil geva út tann partin av yrkingum hanss, sum enn er óprentaður. Førjar hava við J. P. Gregoriussen mist ein mann, sum tann natiónalsinnaða parturin av fólkinum altíð vil sakna.« Løgmaðurin hevði talað. Drottn- ingin hevði talað. Og so komu talubananarnir. Útvarp Føroya, ið má haldast fyri at vera ein álítandi kelda, hevði nýggjársaftan 2001 vágað sær umborð á ’Sovereign Ex- plorer’ og kundi siga frá, at talu- bananarnir gera um seg í Føroy- um — sjálvt á einum presta- konventi. Nú skulu talubananar- nir ikki mistakast fyri taluban- arnir í Afghanistan, tí at teir hoyra jú júst til í Afghanistan, og vit eru í Føroyum. Nei, talu- bananarnir eru sambært upp- lýsingunum ein føroysk rørsla um enn við einum meira ella minni ósjónligum netverki um allan heimin og við greiðum og týðuligum rótum aftur í tíðina. Talubananarnir vilja aftur til ’tey gomlu virðini’ og ’tær gomlu skriftirnar’. Ein skuldi næstan hildið, at teir høvdu samband við ein fyrr nú deyðan týskan munk, Luther. Hann var jú kendur fyri at vilja ’aftur til keldurnar’, og helt hann eisini fast upp á ’Skiftin eina’. Ja, hann skrivaði beint fram eitt stríðsrit ímóti tíðarinnar førandi humanisti (Erasmusi) við heitinum ”Um hin trælbundna viljan”. Í hesum riti skrivar hann: ”Uttan Orðið er lívið prísgivið ótryggleika og myrkri”. Nøkur ár framman- undan hevði hann skrivað í formæli sínum til Hitt gamla Testamenti: ”Lýdni móti orði Guðs er tað, sum ger allar gerðir stórbærar og góðar.” Hetta mis- teinkiliga sambandið millum talubananarnar í Føroyum og hin fyrrverandi týska munkin átti at verðið kannað nærri. Nú er tað ikki gott at vita, hvussu nógvir talubananar eru í Føroyum, og hvussu stóra ávirk- an teir hava, men sum ein og hvør veit, so mugu óynsktar plantir helst verða tiknar upp við rótini beinanvegin. Og hava vit tá eisini í farna ári sæð, hvussu nøkur hava tikið stríðið upp móti hesum talubananunum. Ella rættari sagt: Hildið fram við stríðnum. Talubananarnir tykjast í ávísum bygdum at hava fingið sæti í teimum sokallaðu kirkju- ráðum, og hvat kann tað ikki føra til, um onnur skuldu fingið sama hugskot sum hin týski munkurin, at kirkjan skal halda seg til Hina heilagu Skrift eina. Sjálvt á hægsta staði hava tey sæð skriftina á vegginum, og kundu vit tí eisini í Dimmalætt- ing hin 9/3-2001 síggja eina biskupaliga áheitan um at fáa hesar talubanananar út úr kirkjuráðunum á næsta vali. Eisini ein fyrrverandi sóknar- prestur hevur sæð skriftina á vegginum og kom við eini greiðari jólakvøðu í Sosialinum hin 22/12-2001. Hann kallar teir tó ikki fyri talubananar, men nakrar, sum líkjast talebanum. Hesin fyrrverandi sóknarprest- urin játtar beint fram, at hann ikki trýr á Skriftina sjálva, men á Faðirin, Sonin og Halga Andan, og ávarar móti teimum, sum eisini trúgva á Skriftina. Hvussu ein so kann trúgva á ein persón, men ikki á tað, hann sigur, má standa í tí óvissa. Talubananarnir trúgva sambært álítandi keldum í roynd og veru eisini á Faðirin, Sonin og Halga Andan, men ikki í andstøðu til ella sundurskilt frá Hinu heilagu Skriftini. Teir siga, at tað er júst gjøgnum Orðið, Hina heilagu Skriftina, at Faðir- in, Sonurin og Halgi Andin opin- berar seg og ger seg kendan (tað segði eisini hin týski munkurin — men tað var jú ivaleyst tí, at tað stóð í Hinu heilagu Skriftini), og uttan um Orðið ella í andsøgn til Orðið kenna vit ikki Guð. Jú, tað er ein heimur á muni á, hvat ið hesir talubananararnir standa fyri, og hvat ið so hesir tveir av fólkakirkjumonnunum játta seg til. Onnur hava sæð henda týðuliga munin, og hvat kundi tað ikki ført til, um børnini vórðu ávirkað av talubananun- um. Á einum staði vórðu nakrir av leiðarunum í einum barna- arbeiði mistonktir fyri at halda við hesum talubananunum, tey gjørdu nevniliga sum talubanan- arnir gera, og tí var tað bara eitt at gera. Hesir leiðarar og barna- arbeiði teirra varð útihýst úr kirkjuni við ársins byrjan (2001), so at tað kundi verðið farið undir eitt nýtt við øðrum fortreytum. Tað var ikki hitt einasta staðið, hvar tikið varð til útihýsing í árinum. Nei, tað skal uttan iva verða ansað eftir hesum taluban- anunum, gomlu virðum teirra og Heilagu Skrift. Men tað eru fleiri vandar at gera vart við, tá ið ræður hesar talubananarnar. Hvat við smittu- ávirkanini í øðrum samanhang- um enn teimum omanfyri- nevndu? Hvat kann ein sovorðin smitta ikki føra til? Einleiki gevur styrki, og hvør styrki var tað ikki, tá ið biskupur, 15 prestar og ein røð av fólkakirkju- limum kundu ganga saman í fylking móti nøkrum, sum líktist eini talubananskari atgerð, tá ið m.a. teir donsku biskuparnir eftir ætlanini hjá nøkrum skuldu prædika. Jú, teir tóktust sigra, ikki talubananarnir, men teir, ið settu valdið fram um Skriftina. Men hygg nú; síðan fóru nakrir av hesum fólkakirkjulimunum at hugsa um tað, teir høvdu gjørt, nú eisini var rætt. Ja, nakrir teirra iðraðu seg beinleiðis um, at teir skrivaðu undir. Og smittan hevur spreitt seg. Tí síðan iðraði nevniliga ein av teimum 15 prestunum seg um, at hann skrivaði undir, og so fór aftur ein annar av teimum 15 prestunum út og segði, at júst teir somu biskuparnir hava gjørt kirkjuna til eitt ránsmannabøli. Hann skrivaði: ”Vit hava gjørt heimin til eitt ránsmannabøli. Og hesin veruleiki hóttir eisini okkum sum kirkju. Vit vilja gera guðs- tænastuna til undirhald uttan álvarsemi. Tað ónda hóttir eisini okkum kristnu. Hetta, at summi halda, at loyvi skal gevast at víga samkynd, ber boð um, at Guðs kirkja er hótt. Hennara grundar- lag er hótt. Tað eru menniskju, sum vilja gera kirkju okkara til eitt ránsmannabøli, eins og heimurin er vorðin eitt ráns- mannabøli. Minst til, at kirkj- unnar fíggindar finnast ikki uttanfyri kirkjuna; men teir finnast á ovastu rók í kirkjuni. Enn er tíð at venda um og taka eitt nýtt sinnalag fyri. Kenna vit vitjunartíð okkara?”(Sosialurin hin 24/11-2001). Ein skuldi næstan trúð, at tað var skrivað av einum talubanani. Men talubananarnir eru vandamiklari enn sum so. Tað kom eisini týðuliga til sjóndar í kjakinum á prestakonventinum umborð á ’Sovereign Explorer’. Tað snúði seg um kvinnurnar. Og tað er væl satt, at taluban- anarnir t.d. ikki fara til guðs- tænastu hjá kvinnum. Og tað geldur enntá eisini teir kvinnu- ligu talubananarnar. Teir pá- standa nevniliga, at tað er av størri týdningi at vera Guði lýðin enn menniskjum. Tá ið Faðirin, Sonurin og Halgi Andin hava sagt í Orði sínum, at kvinnur skulu ikki vera prestar, so sýta hesir talubananar púra at fylgja við tíðini. At fáa kvinnur til at virka ímóti Guðs Orði er fyri teimum eitt óloyviligt álop á kvinnurnar. Heilt galið verður tað, tá ið greiða fæst á sam- bandið hjá hesum talubananum við hin uppreistnarsinnaða týska munkin, Luther, tí at hann skrivar í formælinum til 1. Timotheusarbræv: ”Í kap. 2 gav hann boð um at biðja fyri øllum samfelagsstættum, hann setir kvinnum bann fyri at prædika ...” Og í riti sínum ”Um konciliuni og kirkjuna” skrivar hann, at neyðugt er at hava biskupar, prestar og prædikumenn, sum kunnu prædika Guðs Orð, doypa, býta út altargangs sakramente og brúka lyklavaldið. ”Satt er tað, at her hevur Halgi Andin undan- tikið kvinnur, børn og dugna- leysar manspersónar (undantikið í eini neyðstøðu), sum vit lesa fleiri staðir í brøvunum hjá Paulusi ...... Evangeliið setur ikki úr gildi henda nátúrliga rættin, men staðfestir hann sum Guðs skipan og skapan.” Sum frá líður verður váttaður ein avdúkandi mistanki. Orðið ’talubanan’ er bara eitt dulnevni fyri ’evangelisk-luthersk’. Spurningurin at enda er so: Hvønn veg skal ávaring okkara fara? Skal tað vera ein ávaring ímóti talubananunum og týska munki teirra, ella skal ávaringin fara hin øvugta vegin? Sambært Skriftini sjálvari er svarið greitt! Tøkk til Útvarp Føroya, tí at tey høvdu dirvi til at seta hetta í miðdepilin nýggjársaftan umborð á ’Sovereign Explorer’. 2 Sosialurin Nr. 8 - 12. januar 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Ansið eftir talu-banan-unum! Peter O. K. Olofson skrivar J. P .G. deyður Úr myndasavninum hjá IPG – J. P. Gregoriussen Sosialurin Nr. 8 - 12. januar 2002 3 SAMRØÐA Ingrid Bjarnastein Nógv hevur verið at hoyrt um herviliga skógareldin í Avstraliu, sum kyknaði um jólini. Mitt í hjartanum í avstralska stórbýnum Sydney, búgva Irdi Hansen og Ken Nónklett, sum eru á “Work- ing Holiday”. Tað er gjøgnum felagsskapin My Planet, at tey eru í Avstraliu, har tey dagliga arbeiða. Irdi arbeiðir sum reingerðings- genta á eini advokatskrivstovu í einum stórum skrivstovubygn- ingi. Ken hevur havt arbeiði á einum byggiplássi, men sjálvur heldur hann, at tað var eitt sindur ringt at koma frá skúlanum og bókunum, til stórar og tungar borimaskinur. Eisini hevur hann arbeitt hjá einum flytifyritøku, og nú leitar hann eftir einum málaraarbeiði. – Tað er betri fyri pappírs- fingrarnar hjá mær, sigur Ken flennandi í telefonini úr Sydney. Pakkaðu saman Nógv uppliva teir báðir føroyingarnir niðri í Sydney. Tann ógvusligi skógareldurin er tó tað, sum tey leggja einamest merki til nú um dagarnar. – Beint nú er alt dempað niður. Tað var nógv verri í byrjanini, men tá merktu vit ikki so nógv til tað heila, greiðir Ken frá. – Eldurin er bara 15 km burtur frá sjálvum býnum, og her hevur verið tjúkt í royki í fleiri dagar. Her regnar eisini øska á gøtunum. “Pollution-stigin”, sum er ein stigi, sum avstraliumenn brúka at mála eiturevni í luftini við, plagar at liggja á eini 50. Nú er stigin komin uppá heili 250, men serfrøðingar siga, at tað er meira irritatión fyri húðina – heldur enn vandamikil eiturevni. Irdi og Ken hava ikki bein- leiðis merkt so nógv til eldin. Men hóast alt eru tey ávirkað av øllum rokinum. – Fyri nøkrum døgum síðani søgdu tey, at eldurin ferðaðist við eini ferð uppá 10 km/t, og tá søgdu tey eisini, at eldurin var 15 kilometrar uttanfyri Sydney. Tá pakkaðu vit kvittanir og alt møguligt annað saman og høvdu tað við okkum, fyri at tryggja okkum, at tryggingin tók við. Nú er alt meira róligt aftur. Besta bjargingaramboðið í løtuni eru tyrlur, ið flúgva við stórum vatntangum. Ein stór tyrla varð keypt úr USA, sum var størri enn hinar tyrlurnar, ið vóru frammanundan. Hesa serligu tyrlu, kallaðu teir Elvis. Elvis hevur nú virkað sum ein frelsandi eingil fyri allar avstraliumenn og prísa teir tyrluni, Elvis, upp um skýggini. Ken vil vera við, at skjótt so fáast helst eisini leikutoy av tyrluni Elvis. Nú hevur Avstralia bílagt tvær tílíkar tyrlur afturat, og sagt verður, at onnur eitur “The Incredible Hulk”, so tað liggur kanska eisini eitt sindur av sálarfrøðiligari eggjan aftanfyri. Nýggjársbrak við Operahúsið Irdi og Ken hava verið í Sydney í nærum tveir mánaðir. Eftir ætlanini skulu tey vera har til apríl mánaða. – Á jólum royndu vit at gera kalkun til døgurða. Tað riggaði bara heilt væl. Á nýggjárinum sóu vit eitt stórt fýrverksshow við brúnna og við Operahúsið er í Sydney. Tað var eitt av heimsins størstu fýrverksshowum. Brúgvin og Operahúsið vóru miðdepilin á nýggjárinum, og var tað eitt av tí vakrasta í heiminum. Frítíðina brúka Irdi og Ken til at hugna sær í. Tey ganga runt í býnum og bara njóta lívið og tað góða veðrið. Tá Sosialurin tosaði við tey í vikuni, vóru 33 hitastig. – Summarið er eitt sindur seinkað her niðri, siga tey. – Teir avstraliumenninir vit hava tosað við halda, at vit hava tikið tað kalda veðrið við okkum úr Føroyum, men nú er summ- arið so komið. Bæði Irdi og Ken spæla fótbólt inni á Skálafjørðinum. Í løtuni royna tey eisini at finna okkurt fótbóltslið soleiðis, at tey kunnu halda fram við ítróttinum har niðri. Annars lata tey væl at. Tey hava tað gott og stuttleika sær óført. – Heilsa endiliga øllum sum vit kenna, siga tey bæði glaðu ungu fólkini, at enda úr rørinum úr Avstraliu. Millum eld og øsku í Sydney Nakrar fáar kilometrar burturfrá tí herviliga skógareldinum í Sydney í Avstraliu, hava Irdi Hansen og Ken Nónklett úr Føroyum sína dagligu gongd. Tey hava verið í Sydney síðani hálvan november, har tey nú uppliva ein eld av tí allar ringasta Ógvusligi skógareldurin í Avstraliu hevur verið í nærum tríggjar vikur. 9000 hús eru evakuerað Irdi Hansen og Ken Nónklett avmyndað í Sydney, har tey arbeiða