leygardagur 12. januar 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
C
M
Y
K
20
4
Sosialurin Nr. 8 - 12. januar 2002
BÓKAÚTGÁVA
Eyðun Klakstein
Føroysk bókaútgáva er í kreppu.
Fleiri av teimum smáu for-
løgunum, sum hava givið nógvar
bøkur út seinnu árini, eru mest
sum givin við sínum virksemi.
Tey hava rent seg fast
fíggjarliga, tí stuðulin til útgávu
av bókum er nógv minkaður,
síðani Mentanargrunnur
Landsins fór at virka í 2000. Í
fjør komu um 50 bøkur færri út
enn í fyrraárið.
– Vit forkoma ómetaliga
nógvum við smáligheit. Tað er
ein spurningur um nakrar
hundrað túsund krónur afturat,
sum kunnu gera allan munin.
Stuðulin, sum verður latin til
bøkur, er vorðin so lítil, at hann
er burturspiltir pengar, sigur
Jonhard Mikkelsen. Hann rekur
forlagið Sprotan, sum hevur
verið sera virkið seinastu árini.
Elsta forlagið í Føroyum,
Mentanargrunnur Studenta-
felagsins, er í somu støðu sum
Sprotin.
– Vit hava lagt stilt og kemur
eingin broyting í, kemur bara
onkur hendinga bók frá okkum
framyvir, sigur Jógvan Isaksen,
sum er formaður í nevndini.
Eisini forløgini Stiðin og
Fannir eru í somu truplu støðuni,
og samanlagt er talan um smá
forløg, sum hava givið nógvar
bøkur út gjøgnum árini.
Nú liggja øll hesi forløgini
meira ella minni lamin, og tey
geva nógv skerda stuðlinum
skyldina fyri støðuna. Stuðulin er
minkaður niður í nakrar fáar
túsund krónur fyri hvørja bók, og
tað er ov lítið.
Helvtin fer til starvslønir
Mentanargrunnur Landsins er
nýggjur grunnur, sum í mai
mánaði í 2000 tók yvir skyld-
urnar hjá Mentanargrunni Føroya
Løgtings, sum hevði virkað frá
1946.
Endamálið hjá Mentanar-
grunni Landsins er tað sama,
sum tað var hjá gamla grunnin-
um, at stuðla føroyskari mentan í
breiðastu merking.
Tá táverandi landsstýrismað-
urin við mentamálum, Tórbjørn
Jacobsen, í september mánaði í
2000 gjørdi eina kunngerð fyri
virksemið hjá Mentanargrunnin-
um, skapti hann møguleikan fyri,
at grunnurin kundi lata upp til
helvtina av síni játtan til nýggjar
starvslønir.
Hesar starvslønir verða latnar
listarfólkum ella øðrum, ið takast
við mentanarligt virksemi, til
arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið
– upp til trý ár á rað.
Tað var latið upp í hendurnar á
nevndini fyri grunnin at gera av,
hvussu nógvir pengar skulu
brúkast til starvslønir, og hvussu
nógv skal brúkast til stuðul av
fløgum, bókum, tiltøkum,
ferðum og annað.
Nevndin fyri Mentanargrunnin
hevur gjørt av, at møguleikin fyri
at lata starvslønir skal nýtast til
fulnar, og grunnurin brúkti í fjør
helvtina av sínum pengum til
starvslønir, og tað ætlar nevndin
at halda fram við.
– Starvslønirnar hava verið
nakað, sum rithøvundar og
listarfólk hava bíðað eftir í nógv
ár. Tað hevur verið eitt sera sterkt
ynski frá teimum at fáa hesar
starvslønir, og tí vilja vit nýta
hendan møguleika til fulnar,
sigur Rói Patursson, sum er
formaður fyri nevndina í
Mentanargrunninum.
– Vit vita frá okkara granna-
londum, at starvslønir av hesum
slagi hava nógv gott við sær, og
tí vilja vit eisini brúka pengar til
hetta, sigur hann.
Pengar mangla í
Myndugleikarnar settu sær við
nýggja grunninum sum mál, at
játtanin, sum var 2,5 milliónir
krónur, við tíðini skuldi vaksa
upp í 15 milliónir. Í fjør vaks
játtanin við hálvari millión, men
í ár stendur játtanin í stað og er
Skerdur stuðul hóttir
bókaforløg
Týðandi og virkin bókaforløg í Føroyum eru nú mest sum givin at geva bøkur út. Stuðulin til bókaútgávu er
minkaður so nógv, at hvørja ferð ein bók kemur út, legst afturat skuldini hjá forløgunum. Í fjør minkaði talið á
føroyskum útgávum við næstan einum triðingi, og útlitini eru vánalig
Talið á bókum, sum vóru givnar út í Føroyum í 2001, minkaði við næstan 50 bókum samanborið við 2000.
Bókmentafólk halda, at ein týðandi orsøk til hetta er, at stuðulin til bókaútgávu er nógv minkaður seinastu tvey
árini
tríggjar milliónir krónur.
Hetta ger, at tá nevndin fyri
Mentanargrunnin ger av, at
helvtin av pengunum skal latast
rithøvundum, listarfólki og
øðrum, sum fáast við eitthvørt
mentanarligt arbeiði, verður
minni til millum annað tey, sum
geva bøkur út.
Samstundis sum stuðulskrón-
urnar til bøkur, fløgur, ferðir,
konsertir og onnur tiltøk eru
minkaðar, er talið á umsóknum
munandi vaksið, og tað ger
støðuna hjá Mentanargrunninum
enn truplari. Í fjør fekk
grunnurin 246 umsóknir um
stuðul.
– Tað er í fínasta lagi, at
rithøvundar og listarfólk kunnu
fáa starvslønir, tað fegnist eg um.
Men trupulleikin er, at
Mentanargrunnurin ikki fær nóg
mikið av pengum at arbeiða við,
og tí er stuðulin til bøkur
minkaður niður í lítið og lætt
seinastu tvey árini, sigur Jonhard
Mikkelsen, sum rekur Sprotan.
Jógvan Isaksen, formaður fyri
Mentunargrunn Studentafelag-
sins, tekur undir við hesum
sjónarmiði.
– Tað ljóðaði so gott, tá tað
varð boðað frá, at nú kundu
mentafólk fáa starvslønir, og tað
er eisini fínt. Trupulleikin er
bara, at pengarnir til hesar
starvslønir eru tiknar frá millum
annað bókaútgávunum, tí nóg
mikið av pengum fylgdu ikki við
nýggju skyldunum hjá Mentanar-
grunninum, sigur Jógvan
Isaksen.
At færri krónur nú verða
latnar til útgávur av bókum
hevur havt álvarsligar avleiðingar
við sær. Í 2001 komu stívliga
120 bøkur út, men tað vóru
næstan 50 bøkur færri enn í
fyrraárið, tá talið var 170.
Talið á bókaútgávum í
Føroyum gongur upp og niður,
men tey, sum hava fáast við
bókaútgávu, halda, at talið ikki
kemur uppaftur við verandi
stuðli
Álvarsamar avleiðingar
Støðan hjá higartil sera virknað
forlagnum Sprotanum er sera
trupul.
– Vit steðgaðu í oktober fimm
bókum, sum vit ætlaðu at geva út
áðrenn jól, tí vit kláraðu ikki at
fáa tær út. Stuðulin til útgávur er
nú so lítil, at tað ber ikki longur
til at geva bøkur út, sigur
Jonhard Mikkelsen, sum rekur
Sprotan. Forlagið gevur millum
annað týddar bøkur út á
føroyskum.
– Í krónum og oyrum er talan
um lítlar upphæddir, sum gera
allan munin. Fyrr bar til at geva
týddar bøkur út uttan hall, men
tað ber ikki til longur. Hvørja
ferð vit geva eina bók út, so økja
vit bara um okkara skuld, og tað
kunnu vit ikki liva við, sigur
Jonhard Mikkelsen.
– Føroyski bókamarknaðurin
er so lítil, at tað loysir seg í
flestum førum ikki at geva bøkur
út, men høvdu vit fingið eitt
sindur av stuðli, hevði tað latið
seg gjørt. Spurningurin er, um
myndugleikarnir við sínum
mentanarpolitikki vilja forða
fyri, at vit fáa útlendskar bók-
mentir týddar til føroyskt. Tað er
sera fátæksligt, um vit ikki vilja
tað, men soleiðis er støðan nú.
Jonhard Mikkelsen heldur, at
forløg sum Sprotin, Stiðin,
Fannir og Mentunargrunnur
Studentafelagsins hava latið eitt
stórt íkast til føroyska
bókamarknaðin – bæði í vavi og
dygd – og at tað fær avleiðingar
fyri bókamarknaðin, um hesi
forløg gevast við sínum
virksemi.
– Tað eru ikki allar súður
syftar enn, og vit hava ikki
fullkomiliga givið upp, men vit
ætla okkum ikki í gongd aftur,
fyrr enn tað ber til at fáa meira
av stuðli til bókaútgávur, sigur
Jonhard Mikkelsen.
Alneyðugt við nakað av
stuðli
Mentanargrunnur Studenta-
felagsins gav í fjør nakrar fáar
bøkur út, og verða størri upp-
hæddir ikki latnar í stuðli fram-
yvir, so fer forlagið at gera lítið
um seg.
– Vit kunnu ikki halda fram, tí
hvørja ferð vit geva eina bók út,
so veksur hallið hjá okkum bara.
Tað er ein viðbrekin balansa
ímillum, um tað ber til ella ikki.
Tað hevur borið til at givið bøkur
út uttan at missa pengar, men nú
er stuðulin minkaður so nógv, at
tað ber ikki til longur, sigur
Jógvan Isaksen, formaður fyri
forlagið.
– Tað skal púra einki til fyri at
gera allan munin. Nakrar
hundrað túsund krónur afturat,
so kundu tey smáu forløgini
hildið fram við at givið bøkur út.
Endamálið er als ikki at vinna
pengar upp á útgávuna, men tað
gongur ikki, at tú fært størri og
størri skuld, so hvørt sum tú
gevur okkurt út.
Teir, sum standa fyri forløgun-
um, halda, at tað er ein spurning-
ur, um føroyingar vilja hava
føroyskar og týddar bøkur, hóast
hesar ikki bera seg í søluni.
– Tað ber ikki til at dúva upp á
søluna, tí vit hava so lítlan bóka-
marknað, men vit eitt sindur av
stuðli kundu vit bygt upp ein
marknað. Men tað vilja myndug-
leikar eftir øllum at døma ikki,
og tað hevur skapt eina álvar-
sama støðu, heldur Jonhard
Mikkelsen.
Zakarias Wang, sum rekur
forlagið Stiðan, heldur, at
almennu Føroyar mugu gera upp
við seg, um tað vil hava
bókmentir á føroyskum
– Tú vinnur ongar pengar av at
gera bøkur út, men tá tú bara
fært hall av tí, so kann tað ikki
halda fram. Vit góvu onga bók út
í fjør, men vit hava fleiri verk
liggjandi klár. Vit hætta okkum
tó ikki undir at geva hesi út,
soleiðis sum støðan er vorðin,
sigur Zakarias Wang.
Bókmentir ongan forrætt
At nevndin fyri Mentanargrunn
Landsins hevur gjørt av, at
helvtin av pengunum, sum
grunnurin hevur at ráða yvir,
skal brúkast til starvslønir, hevur
tað við sær, at nógv færri pengar
eru til onnur, sum fáast við
mentanarligt virksemi.
– Tað er óheppið, um hetta
gongur út yvir bókaútgávurnar,
men vit skulu ansa eftir, at vit
ikki gera tað ov dramatiskt. Tá
stuðulin minkar, so vilja fólk
gera vart við seg. Tað, eg veit
um, eru allar tær bøkurnar
komnar út, sum Mentanargrunn-
urin hevur latið stuðul til, sigur
Rói Patursson, sum er formaður
fyri nevndina í Mentanargrunn-
inum.
– Endamálsorðingin fyri
Mentanargrunnin er sera breitt
orðað, og tí er tað upp til
nevndina at prioritera, hvat
stuðulin skal brúkast til. Vit
halda, at starvslønirnir kunnu
hava so nógv gott við sær, at vit
vilja lata pengar til hetta.
Tá nevndin fyri Mentanar-
grunnin tók við, fekk hon lyfti
um, at játtanin til grunnin skuldi
hækkast munandi, men tað er
ikki so nógv hent við hesum. Ein
hálv millión er komin afturat,
hóast gylta málið var ein vøkstur
upp á 12 milliónir við tíðini.
Men hóast Mentanargrunnurin
fær eina hálva millión afturat, so
er tað ikki vist, at tað fer at hava
við sær fleiri pengar við sær til
bókaútgávur.
– Tað eru so nógv góð og
áhugaverd hugskot innan
mentanarlívið í Føroyum, at tað
er als ikki vist, at bókaforløgini
fáa meira pengar, fyri tað um
Mentanargrunnurin fær hægri
játtan, sigur Rói Patursson.
Landsstýrismaðurin kann
einki gera
Hóast eitt politiskt lyfti varð
givið um, at Mentanargrunnurin
Landsins skuldi fáa støðugt
hægri játtan at arbeiða við, so er
bara ein hálv millión komin
afturat seinastu tvey árini.
– Mentanargrunnurin skal
gerast til slagskipið í føroyskari
mentan, og vit høvdu gjarna
viljað hækkað játtanina fyri 2002
eisini, men tað bar ikki til, tí vit
høvdu eisini nógv annað at brúka
pengar til, sigur Óli Holm, sum
er landsstýrismaður við menta-
málum.
Heldur tú, at nevndin fyri
Mentanargrunnin prioriterar rætt,
tá hon letur helvtin av pengunum
til starvslønir, so bókaútgávur
líða undir hesum?
– Eg geri ikki av, hvussu
pengarnir verða brúktir. Politik-
kurin er, at vit lata pengarnar, og
so ger nevndin fyri Mentanar-
grunnin suverent av, hvussu
pengarnir verða brúktir. Soleiðis
er tað, og soleiðis verður tað,
sigur Óli Holm.
– Tað ljóðar álvarsamt, um
fleiri av forløgunum gevast at
geva bøkur út, tí tey hava havt
stóran týdning fyri føroyskar
bókmentir. Endamálið við
okkara politikki er als ikki, at
bókmentir skulu verða við
skerdan lut, sigur Óli Holm, men
hann noktar fyri, at tað kann
koma upp á tal, at Mentanar-
grunnurin fær meira pengar at
arbeiða við í hesum árinum.
– Tað verður einki broytt í ár,
men málið hjá okkum er at vaksa
støðugt um upphæddina, sum
Mentanargrunnurin kann lata
mentanarlívinum, sigur
landsstýrismaðurin.
Umstøðurnar hjá bókaforløg-
unum fara tí ikki at broytast í
hesum árinum. Nevndin fyri
Mentanargrunnin fer framvegis
at lata helvtina av sínum pengum
til starvslønir, og játtanin til
grunnin verður ikki hækkað í
hesum árinum.
Tí verður avleiðingin tann, at
forløg sum Sprotin, Stiðin og
Mentanargrunnur Studentafelag-
sins leggja stilt og bara geva
onkra hendinga bók út.
Og tað fer at hava avleiðingar
fyri úrvalið av føroyskum bókum
framyvir!
Sosialurin Nr. 8 - 12. januar 2002
5
Tvey almenn forløg
Tvey almenn forløg hava á hvørjum ári einar seks milliónir
krónur at arbeiða við umframt tað, sum Mentanargrunnurin kann
lata føroyskum mentanarlívi.
Talan er um Skúlabókagrunnin og Bókadeild Føroya
Lærarafelags, men hesi hava skyldur til at geva ávíst slag av
bøkum út. Fyrst og fremst til børn og til skúlabrúks.
Jonhard Mikkelsen, Sprotin: Eitt
sindur av stuðli kundu vit bygt upp
ein marknað, men tað vilja
myndugleikar eftir øllum at døma
ikki, og tað hevur skapt eina
álvarsama støðu
Jógvan Isaksen, Mentanargrunnur
Studentafelagsins: Tað hevur borið
til at givið bøkur út uttan at missa
pengar, men nú er stuðulin
minkaður so nógv, at tað ber ikki til
longur
Zakarias Wang, Stiðin: Vit góvu
onga bók út í fjør, men vit hava
fleiri verk liggjandi klár. Vit hætta
okkum tó ikki undir at geva hesi út,
soleiðis sum støðan er vorðin
Rói Patursson, Mentanargrunnur
Landsins: Tað er als ikki vist, at
bókaforløgini fáa meira pengar, fyri
tað um Mentanargrunnurin fær
hægri játtan
Óli Holm, landsstýrismaður: Tað
ljóðar álvarsamt, um fleiri av
forløgunum gevast at geva bøkur út,
tí tey hava havt stóran týdning fyri
føroyskar bókmentir