Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. januar 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 C M Y K 22 6 Sosialurin Nr. 8 - 12. januar 2002 Tittul: Húðsemi Rithøvundur: Tóroddur Poulsen Kápu: Ova Prísur: 140 kr. UMMÆLI Oddfríður Marni Rasmussen Og so er hann aftur leysur á marknaðinum — hann Tóroddur Poulsen. Eg siti í spenningi og bíði hvørji jól, faktiskt gleði eg meg nógv meir at fáa eitt savn av Tóroddskum orðum millum hendurnar enn nakað annað, sum nú eina ferð jólini bera við sær av ótroyttiligum orðaskvaldri. Seinasta savnið kom út í fjør og nevndist tað Blóðroyndir, nú hevur Tóroddur flutt seg út um húðina, og skrivar um tað, sum fær sveittaperlurnar fram í summum føroyingum. Stílurin er heldur ikki tann sami, tíbetur. Tað, sum gleðir meg hvørja ferð eg lesi Tórodd er, at yrkingasøvn hansara ongantíð líkjast. Tað Tóroddska málið og okkurt tema, so sum guli skúli, málningurin og annað skínur ígjøgnum hvørja bók, sum hann letur úr hondum. Tað er ongin føroyskur rithøvundur, sum hevur eitt so rytmiskt mál sum hann. Tað er reinur tón- leikur, sjálvt um hann er búsit- andi í Danmark og kanska ikki hevur fingurin beint á málpuls- inum, tá ið talan er um talu- málið, men skriftmálið er bæði flótandi og samstundis forvitnis- ligt og so sum tað føroyska talimálið átti at verðið talað. Tað er ikki so flótandi, at ein ikki steðgar á og spyr seg sjálvan um okkurt orð sum hann skrivar, men tað hevur tann eginleikan, at ein steðgar, lesur umaftur, steðgar á aftur osfr., og tað er nevniliga í hesum steðgunum, at ein skilir tilfarið. Tað er ikki bara galdandi fyri skaldskapin hjá Tóroddi, heldur ikki bara fyri skaldskap — hetta er galdandi fyri alla list. Tekur tú bókina í hondina, er hon heldur ikki sum aðrar bøkur. Hon er fýrakantað. Kápan er prýdd við vøkrum lillaliti, har tú hómar nøkur sveittahár, kanska á handabakinum. Tað er marglista- maðurin Ova, sum hevur gjørt hesa vøkru kápu. Hann hevur gjørt kápuna á tveimum teimum seinastu bókunum hjá Tóroddi. Nú vit eru við hinar bøkurnar hjá Tóroddi, so eri eg altíð spentur at vita, hvussu áður útgivnar bøkur eru raðfestar fremst. Vanligt er at skriva bøkurnar eftir árstali; hvør ið fyrst varð givin út og hvør ið seinast varð givin út. Í Spei Spei Spei er tann fyrsta bókin Sót og søgn, sum Fannir gav út í 1997. Í Blóðroyndum stendur onki. Í Húðsemi eru tær alfabetiskt stillaðar upp. Tann fyrsta er Blóðroyndir og tann seinasta Villvísi, grafiska bókin, sum hannn gjørdi saman við Bjarna Verner Sørensen. Í Húðsemi eru ongir tittlar, og tí kann ein freistast at kalla savnið fyri eina svitu. Ein samanhangandi tráður er allan vegin ígjøgnum savnið, har byrjanin er heldur døpur, men sum arbeiðir seg fram móti einum Tóroddskum speisemi og gløggsemi ella húðsemi, sum bert Tóroddur meistrar. Tóroddur fylgir eisini teimum báðum japonsku formunum, Tanka og Haiku, sum hann bæði hevur við í Blóðroyndum og í Spei spei Spei. Haiku formurin er gamalur japanskur yrkinga- formur, ið hevur 17 stavilsi. Reglurnar eru deildar sundur, har fyrsta regla er 5 stavilsi, seinna 7 og triðja 5 stavilsi. Eftir mínum tykki er tað besta Haikuiið í hesum savninum hetta: Tað gráa fostrið / liggur í einglavatni / og yrkir mær lív. Hin formurin er Tankaformurin, sum eisini er gamalur japanskur. Tankaform- urin hevur 31 stavilsi. Har eru tvær reglur aftrat, sum hvørjar hava 7 stavilsi. Hvør segði hvølja! / hin upprestrarsinnaði / brendi tummilin / hann setti í krukkuna / við síni egnu øsku. Húðsemi er ein skapanarsvita. Tóroddur byrjar við at skapa eitt slag av rødd, sum spyr og svarar, næstan í líki av grikskari tragediu við kóri. Onkustaðni finst ein metarødd, sum kommenterar hinar. Hetta kann tykjast heldur ørkymlandi fyri heildina av savninum, men um lesarin kennir Tórodd, so veit hann, at soleiðis dámar Tóroddi at traðka út úr tekstinum, fyri at geva sína meining um tekstin. Einastaðni stendur: Hetta havi eg ikki skrivað. Hetta havi eg sung- ið. Og verður hesin meta- kommentarurin settur í samband við ein av hansara barnsligu rímyrkingum, sum er skrivað fyri strúkarar. Fýrverk. Hundrað bassrøddir. Í nógvum førum ger hann hetta fyri at ummæla seg sjálvan, áðrenn nakar annar ger tað. Aðrastaðni hómast tað slagið av automatskrift sum Beatnikk- ararnir so meistarliga skrivaðu. So sum tá ið hann bønar og biður Tobba um aftur at gerast mentamálaráðharri, um ikki annað so bara fyri framførsluna, sum hann megnaði at fáa upp í lag (bls. 75). Ella takkaryrkingin (bls. 53-54), sum minnir øðiliga nógv um takkaryrkingina hjá William S Burroughs A Thanks- giving prayer. Hetta vil ikki siga, at bókin ikki er upprunalig, tá ið Tóroddur letur seg inspirera av so nógvur formum, rákum og yrkjarum, tí tað er jú tað sum skaldskapur er um; at skriva á herarnar á teimum, sum undan- farin eru. Takkaryrkingin hjá Tóroddi takkar eisini allari ávirkan, bæði føroyskari og útlendskari, negativari og positivari, bæði speiskt og álvarsamt. Tóroddur er tann fyrsti, sum dregur oljuna inn í bókmentirnar (bls 56-57). Henda yrkingin biður okkum ansa eftir, at vit ikki drukna í oljupráti. Eina- staðni sigur hann: ...olja í útvarpinum / og eitt spøkilsi hoyrist lesa um Ketil og Kálv / sum ávikavist eru farnir at leita og bora. Men, endar hann við: ...men sum hetta var ein góður dreymur. So er bara at vóna, at tað ikki gongur sum hjá Ketili og Kálvi. Hetta var bók nummar seytjan hjá Tóroddi. Eg gleði meg longu til eg fái ta næstu bókina millum hendurnar. Bøkurnar hjá Tóroddi smakka altíð so væl aftur við røstum kjøti, øli og snapsi. Tær kunnu eisini lesast afturvið dunnu ella gás og jólaøl. Húðsemi Sosialurin Nr. 8 - 12. januar 2002 7 VEIÐA Kaj Joensen At harufepurin bara herjar tveir mánaðar av árinum, er kanska at gera í so lítið av. Á Eiði, har haruhagarnir verða seldir á uppboðsølu, byrjar fepurin nakrar vikur áðrenn. Tað verður dúgliga tosað um hvør ætlar sær at skjóta í ár, og hvønn haga viðkomandi kundi hugsað sær at skotið í. Og hvussu nógv hagarnir fara at kosta. Sum oftast eru tað ungir menn, sum eru nógvir í tali, ið keypa teir dýrastu hagarnar. Og sum oftast eru teir bestu. Og soleiðis var tað eisini í ár, tveir teir størstu hagarnir vóru teir dýrastu og alt ungir menn, sum keyptu hagarnar. Lagt væl tilrættis At menn vóru spentir áðrenn fyrsta harudag, var ikki til at fara skeivur av. Longu kvøldið fyri var avtalað at møtast hjá einum av harumonnunum. Av tí at hagin fyri Norðan Á er so stórur, er umráðandi at væl verður lagt til rættis, hvussu gangast skal, um full úrtøka skal fáast burturúr. Níggju mans eru saman í ár um at keypa hagan, og tað liggur so væl fyri at átta av teimum hava møguleikan at fara at skjóta fyrsta harudag. Avtalað var, at tríggir mans skuldu fara ein tíma undan hinum, soleiðis at teir skuldu hava møguleikan at sita fyri, tá ið teir møttust aftur. Hesir tríggir skuldu troyta tann norðasta partin av haganum meðan hinir fimm skuldu verða heimanfyri. Væl var eisini lagt til rættis hvør skuldi fara hvar, greiða skuldi fáast á hvørjir teir tríggir, sum skuldu fara undan hinum, og hvussu hinir fimm skuldu manna seg. Av tí, at onkrir vóru við fyri fyrstu ferð, var neyðugt at býta menninar sundur, soleiðis at onkrir av teimum garvaðu vóru ímillum nýbyrjarnar. Veðrið hóttir Men størsta forðingin fyri, at tað skal eydnast hjá okkum at sleppa avstað, er veðrið. Veðurforsøgnin lovar nógvan vind av útsynningi og regn. Men menn vilja gjarna sleppa ein túr í hagan, tí fyrsti dagur er nakað serligt. Tí eru menn ikki nøgdir við bert eina veðurforsøgn, nei, best man fara at vita hvat tað islendska veðurkortið á internetinum sigur um veðrið í Føroyum fyri dagin. Teir spáa eisini eitt sindur av vindi, men vænta, at tað fer at verða turt til umleið tvey tíðina. So allir velja at trúgva tí íslendska veðurkortinum og vóna, at veðrið fer at halda sær. Avtalað verður, at teir fyrstu skulu fara klokkan hálvgum sjey og hinr ein tíma seinni. Tann stóra løtan upprennur So er dagurin endiliga komin, tá ið farast skal avstað. Undirritaði skal vera ímillum teir fimm menninar, sum hava fingið til uppgáva at verða heimanfyri. Veðrið er hampuligt hendan morgunin, men tað er eitt sindur av vindi. Vit koyra so langt niðan, sum vit kunnu, og tað bæði hoyrist og sæst, at menn eru spentir hendan morgunin. Tá vit eru komnir á staðið, har vit skulu byrja at ganga, og bilurin er parkeraður, gera menn seg klárar. Allir eru væl ílætnir og væl útgjørdir, allir hava tikið ein bita við og okkurt at leska sær á við. Dagurin kann jú gerast langur og tá er gott at fáa ein bita tá ið møðin setur inn. Eisini eru patrónbeltini fylt upp. Onkur hevur eisini gjørt sær ein øðrvísi fetil enn teir gomlu brúktu, eina langa fótbóltshosu fylta við skúmgummi. Høvdu teir gomlu vitað. Vit síggja einki til hinar, sum eru farnir undan okkum. Teir skuldu ganga niðan á skoragøtu, har teir settu seg at bíða til tað var skjótingarljóst og síðani hildu leiðina norðurígjøgnum. Vit fara við góðum treysti avstað. Tað tekur eina løta at ganga niðan, vit skulu ganga niðan í øksunardal sum liggur norðan fyri Slættaratind. Men vit mugu halda okkum norðan fyri ánna í dalinum, sum er markið ímillum hagarnar fyri norðan Á og norðanval. Nógvur vindur Tá ið farið verður ein tílikan túr, verður altíð samanborið við okkurt gott ár ella góðan dag. Og so var eisini hesuferð. Á veg niðan bleiv nógv tosað um fyrsta harudag í fjør, tá fingu teir 47 harur. Men sjálvt um vónirnar at fáa 47 harur í hesum veðrinum ikki eru so góðar, so eru teir flestu bjartskygdir um, at hetta fer at verða ein góður dagur. Teir, sum eru við í dag, og sum hava skotið harur fyri norðan fyrr, siga at tað plagar ikki at verða nógv hara í Øksnaðardali, og so var heldur ikki hesuferð. Bert ein í dalinum. Men nógv er eftur at ganga. Tá ið dalurin er gingin og vit hava hvílt okkum eina løtu, manna vit okkum av nýggjum. Vit skulu ganga fram á Bláaberg, niðan á Gráfelli og so heim eftir aftur, runt um manssetrið inn í svínabotn og norð á Rustina, har hinir tríggir menninir skulu sita fyri, um alt gongur sum tað skal. Sum hermenn fara vit ígjøgnum hagan, eitt byrsumál ímillum okkum og nú ber betri til. Nógv skot eru at hoyra, onkur bummar og onkur fær haru, ja nú er tað rættiliga blivið spennandi eftir at havi gingið leingi uttan at hava fingið nakra haru. Eisini byrjar túrurin at blíva tungur, allir hava haru á ryggin- um og byrja at blíva svangir. Tá vit so nærkast svínabotni, seta vit okkum niður at hvíla okkum og fáa ein bita. Nú er ikki langt eftir norð á rustina, og vit sita eina góða løtu, tí vit ætla, at hinir skulu hava ein møguleika at koma uppá pláss, so vit ikki eru ov skjótir. Men tað sum vit ikki vistu var, at, teir sótu eisini og bíðaðu eftir okkum. Tá ið so tolið hjá teimum einaferð er uppi, skjóta teir uppí loft fyri at fáa okkum at varnast teir. Og so ræður um at fara til gongu aftur. Vit eru nú fýra, tann eini maðurin hevur sitið fyri í eini gjógv og skal so møta okkum aftur í Svínabotni. Hann hevur gjørt eitt gott hál, hevur seks harir á rygginum, tá vit síggja hann aftur. Hann blakar onkra av sær til onkran av hinum, sum ikki hevur so nógvar. Men vit eru spentir at vita, hvussu nógvar harur hinir menninir hava. Sjálvir hava vit fimtan og sum oftast plagar tað at liggja væl fyri hjá teimum norðanfyri. Men soleiðis er ikki hesaferð. Teir hava bert tríggjar. Líkindi hava ikki verið nakað serlig, nógvur vindur hevur verið, so teir fóru ikki so langt niðan sum teir ætlaðu. Vælnøgdir hóast alt Nú er klokkan blivin eitt, men einki regn hevur verið enn. Men tað kundi sæð út sum tað fer at regna nakað skjótt. So vit gerast samdir um, hvussu vit skulu manna okkum av veg heimaftur. Tá vit so hava gingið ein tíma, kemur regnið, júst sum veður- kortið spáddi. So allir noyðast at taka til takkar við einum karmi. Men tað eyðnaðist at fáa nakrar harur aftrat, so talið kom uppá 21 harur. Sum var mett ikki at verða so galið. Nú fara so allir vátir og kaldir til hús og fáa turt uppá kroppin. Seinni um kvøldið verður gjørt av at hittast hjá einum haru- manni, har tað varð borðreitt við feskum lambskjøti og øðrum góðum. Og sum vera man, bleiv reypað til langt út á náttina. Men hugnaligt og stuttligt var tað. Við eiðismonnum eftir harum Nú olja er funnin, verður dúgliga tosað um, at føroyingar hava fingið oljufepur. Oljufepur ella ikki. Tveir mánaðar av árinum herjar harufepurin, og hann rakar hundraðtalsmenn, sum seta alt annað til viks fyri at fara at skjóta haru Mynd: Kaj Joensen