leygardagur 12. januar 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
24
8
Sosialurin Nr. 8 - 12. januar 2002
Mótpólar til eydnuna eru
eisini kenslur, ið finnast í
dagdegnum. Lívskenslur so
sum lívsmót og gleði kunnu
minka, syndrast og upploys-
ast. Ótti, keðsemi og vón-
loysi eru dømi um minkandi
lívsmátt. Januarmánaði kann
vera fullur av rokningum,
kulda, vónloysi og moralsk-
um timburmonnum, ið
mangan stava av ovuráti,
drukk ella ovurnýtslu. Um
vit hava møtt stórari mót-
gongd, vónbroti, smeitum og
illroyndum, kunnu vit koma
fram á lívskenslu, ið er
merkt av tungum harmi,
dapurleika, sorg, vónloysi
og gremjan. Kenslan er
soleiðis hættað, at einum
bert rennur í hug, at heim-
urin er oyðin, tómur og
myrkur. Somuleiðis kunnu
vit kenna okkum sperd av at
noyðast at taka okkum av
onkrum, ið vit ikki hava hug
til, ella okkurt, ið heldur
okkum frá at gera tað okk-
um innast inni lystir. Serliga
tá er tað, at keðsemi heldur
seg framat, sum mangan
ófrættkendan og óbodnan
gest.
Heimspekingar sum
Kierkegaard, og í nýggjari
tíð Doehlemann, eru kendir
fyri góðar royndir at greina
keðsemi. Tað er t.d. munur á
keðsemi, ið bert finst eina
løtu, t.d. tá tað er neyðugt at
bíða eftir bussinum, og eini
varandi kenslu av keðsemi,
ið ávirkar alt lív og alla
lívsførsu. Somuleiðis er tað
ein munur á kensluni av, at
januar er tungur at liva seg
ígjøgnum, og at halda, at
lívið sjálvt er torført og
dapurt. Kenna vit bert keð-
semi, kunnu vit tosa um
eina álvarsliga minking av
lívsfýsni okkara. Sum oftast
eru slíkar støður tengdar at
ávísari lagnu, og broytist
henda lagna, so broytist
støðan eisini, og tá kann
lívsmótið og lívsgleðin
venda aftur.
Tey, ið liva við kensluni
av lívsleiði, har tilveran er
endað í einkileika, oydnari
og óhjálpnari tómleika-
kenslu, uppliva tað, ið
Dohlemann rópar, óberandi
keðsemi. Tað er henda
støða, ið modernaða
eksistentialistiska lívsheims-
pekin (serl. Sartre) rópar
eksistentielt keðsemi. Í
miðøld róptu menn hetta
lívsleiði, ið umfataði fyrst
og fremst acedia (dølskni),
tristia (’tristheit’ ella dapur-
skygni) og taedium (keð-
semi). Lívsleiði var mett
sum ein álvarslig last og
deyðssynd, ið ein átti at
køva. Í dag vita vit, at slíkar
kenslur kunnu vera sjúkuey-
kenni, at tungslyndi kann
verða tekin um depressión,
troyttleika og darvandi
melankoli, ið langt frá eru
lastir, men kunnu enda við
at geva einum persóni eina
ringa lagnu. Somuleiðis er
neyðugt at gera vart við, at
tað finnast nógvar
depressivar melankolskar
sinnisstøður og reint
eksistentielt keðsemi, ið ikki
eru sjúkueykenni. Vit gerast
mangan hvíldarleys og
órólig, og nógvar møguligar
frágreiðingar finnast til
hetta. Hin naturalistiska
kósin hevði lagt á at greiða
frá hesum út frá tí, at vantar
menniskja sansaávirkan,
legst keðsemi á okkum.
Gerst alt ov monotont, so
detta vit niður í kensluloysi,
dølskni og til endans reint
apati. Okkum vantar okkurt
nýtt, spennandi, stuttligt,
broytingar og endurnýggjan.
Heimspekingurin Pascal
helt, at menniskja bert
ferðast ímillum keðsemi,
apati og friðloysi. Voltaire
letur Candide siga, at
menniskja bert er føtt at liva
í ævigari órógv ella í
tyngdarkendari sovisjúku,
eins og Sopenhauer, ið helt,
at vit ferðast ímillum
líðingarkenda misnøktan og
fulna, sum bert endar sum
ein plága og reint keðsemi.
Tá vaksin fólk møta keð-
seminum minna kenslurnar
mangan um tær hjá børnun-
um, men vit hava vanliga
eitt val — vit kunnu velja
okkurt annað. Milan
Kundera skrivar um hetta í
bókini:”La lenteur” (Sein-
føri), at samfelagið er
broytt, soleiðis at menniskja
m.a. hevur átikið sær ferðina
hjá maskinunum, t.d. tá vit
koyra bil njóta vit ikki at
koyra spakuliga. Vit tosa t.d.
helst ikki saman í bilunum
og er onkur frammanfyri, ið
koyrir alt ov spakuligt, so
illneitast vit inn á hetta. Hjá
Sartre finna vit kendastu
orðingarnar um keðsemi og
lívsleiði. Tilveran hevur ikki
eina ávísa meining, vit eru
noydd at áseta hana sjálvi.
Frælsi skapar ótta, fremm-
andagerð og sjálv tilveran
elvur til vaml. Vit eru ikki
til sum eitt nú ting, men á
lívi í einum irrationellum og
absurdum heimi. Soleiðis er
grundarlagið undir tonkun-
um hjá Satre og Camus
kenslan av iva og negativi
kensludrátturin, vit noyðast
at velja og skapa framtíðina.
Vit kunnu tí vinna lívinum
frama, og køva lívsleiði og
keðsemi, um vit finna fram
til at liva veruliga og at liva
í trúskapi, við sjálvsræði,
eru avgjørd og liva við
virkisorku. Neyðugt er tó at
átaka okkum fulla ábyrgd av
egnum lívi.
Í hesum døgum verður nógv tos-
að um eina komandi oljuvinnu í
Føroyum. Eisini hevur man hoyrt
fleiri tosað um, at føroyingar tá
blíva eitt tað ríkasta fólkið í
heiminum. Eftirsum eg búgvi í
Dubai, sum er næst størsti býur í
Sameindu Arabisku Emiratunum,
har tey hava livað av oljuvinnu
tey seinastu 30 árini, fari eg
skriva eitt sindur um, hvat tey
hava valt at brúka
oljuinntøkurnar til.
Tá vit fyri skjótt tveimum
árum síðani fingu tilboð um at
flyta til Dubai, visti eg ikki, hvat
Dubai var fyri ein býur. Eg fór í
gongd við at finna bøkur um
Dubai og sat eisini og las nógv á
internetinum um Dubai og um
tey Sameindu Arabisku
Emiratini, sum Dubai er eitt av.
Beinanvegin fann eg útav, at
Emiratini eru eitt sera ríkt land
og Abu Dhabi, sum er høvuðs-
staðurin, er ein av heimsins
ríkastu býum og at næstan allar
inntøkur koma frá oljuvinnuni.
So skjótt man kemur til Dubai,
sást, at hetta er ein ríkur býur.
Tað eru nógv stór og høg hús at
síggja og tey eru ikki bara
fýrkantaði, men rund, oval ella
okkurt heilt annað. Og tey eru øll
nýggj. Eg trúgvi ikki tað er
nakað høghús í býnum, sum er
eldri enn 20 ár. So skjótt tey
blíva eitt sindur gomul og tað er
meiri enn 10 ár herniðri, so verða
tey brotin niður og eitt nýtt bygd.
Eitt tað størsta tey hava bygd
her nýliga er Burj Al Arab, sum
er verðsins fyrsta og einasta 7
stjørna hotel. Tað er bygd úti á
einari kunstigari oyggj, har brúgv
er gjørd út til. Tað er bygt sum
eitt segl og alt inni í hotellinum
symboliserar okkurt frá sjónum.
Har er millum annað ein fiska-
resturatión, sum er undir vatni.
Fyri at koma niður til hesa
resturatión kann man velja at fara
í ein elevator, sum fyristillar ein
undirvatnsbát!
Søgurnar herniðri siga, at tað
er Sheikh Mohammed bin Rashid
al Maktoum, sum er krónprinsur
í Dubai, sum hevur bygd hetta
hotel, fyri at Dubai kann hava
eina attraktión til turistarnar. Og
tað má sigast, at tað hevur
eydnast honum, tí hvønn dag sær
man eina rúgvu av fólki standa
og taka myndir av tí.
Tað seinasta nýggja tey eru
byrjað uppá er at byggja tvær
kunstigar hálvoyggjar. Hesar
oyggjar skulu vera sum pálmar at
síggja, har stamman á trænum er
ein trísporaður motorvegur og
síðan skulu tað vera 17
pálmubløð á hvørjari stammu.
Úti á hvørjum blaði skulu vera
fleiri hotellir og luksushús og
luksus íbúðir, sum privat fólk
kunnu keypa. Prísurin á húsunum
er ikki heilt fastlagdur enn, men
tey byrja frá 500.000 USD ella
umleið 4,5 mill. kr. Øll húsini
hava antin egna strond ella egið
bátapláss. Tað skulu verða eini
3000 hús og íbúðir tilsamans á
báðum oyggjunum umframt fleiri
shoppingcentur o.a.. Eisini er
ætlanin at gera eina stóra
vatnpark, har man kann fara inn
at síggja hávar, delfinir og nógv
onnur djór, sum liva her um
leiðir. Oyggjarnar skulu røkka
umleið 5 km út í Golfin og
kostnaðurin verður umleið 1,5
bill. USD ella umleið 13 milli-
ardir kr. og tá er kostnaðurin fyri
hotellini, hús og íbúðir ikki
íroknaður.
Av tí, at man hevur valt at
byggja hesar oyggjar eitt sindur
uttanfyri Dubai, um 25 km frá
centrum, krevst, at vegir og
annað eisini verður gjørt. Í dag
eru ongi tok í Emiratunum, men
tað skulu tey eisini til at byggja,
so tað verður lætt og skjótt at
koma til og frá hesum oyggjum.
Eisini skulu nógvir turistar til,
fyri at tey næstan 80 hotellini
skulu klára seg. Tí hevur tað
lokala flogfelagið, Emirates
Airline, í oktober mánað í fjør
umbiðið 58 nýggj flogfør, so teir
kunnu flúgva allar turistarnar til
og frá Emiratunum og ætlanin er
eisini at byggja ein nýggjan flog-
vøll. So tað er nógv sum skal
hanga saman fyri, at hetta alt skal
bera til. Men herniðri eru tey
ógvuliga optimistisk. Eftir ætl-
anini skal alt vera liðugt til ár
2010, bæði flogfør, vegir, tok-
samband og øll hotellini. Eisini
vænta tey tá at hava selt 3000 hús
og íbúðir.
Hetta er nokk ikki nakað
føroyingar fara í gongd við um
nú oljuinntøkurnar vísa seg at
blíva so høgar. Tað er eitt sindur
lættari at lokka turistar at koma
til slíkt, tá tað eru millum 25 og
45 hitastig alt árið.
Hvat oljupengar eisini kunnu brúkast til !
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Lena Ziskason, Dubai, erland.jensen@tku.ericsson.se
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Keðsemi og lívsleiði
Málbitin
Hvussu eitur pávin?
Rætt ger sjónvarpið at kalla pávan Jóannes Páll.
Jóannes Pauli er óhóskandi. Pauli er komið av
latínskum hvørsfalli av Paulus. Í donskum
álmanøkkum stóð við pálsmessudag 25. jan. “Pauli
omvendelse”. Hetta navn hóskaði væl í føroyskari
bending og er nú vanligt navn, ið má sigast at hava
vunnið hevd. Men sum seinna navn pávans hevur tað
ikki sørt løgnan dám.
Terna
Tað frættist, at flogternur vóru farnar í verkfall. Sum
ikki einaferð varð orðið skeivt framborið, -rn- sagt
[dn]! Tað eru tvey ymisk orð, sum hava sama snið í
skrift, men ljóða ólík í framburði. Tað, sum er seinni
liður í nýggjyrðinum flogterna, er gamalt orð, ið
merkir ‘tænastugenta’. Í tí orðinum verður -rn- sagt
sum [rn: terna]. Hitt orðið er navnið á hinum
vælkenda fuglinum, og í tí ljóðar -rn- sum [dn] (í
Suðuroy sum [nn: tenna]). Tíðindamenn í útvarpi og
sjónvarpi eiga at gera mun á hesum báðum.
Lýsingarorð í hástigi skulu verða bend
Tann ósiður er tíverri vanligur at hava lýsingarorð í
hástigi óbend, t.e. við ongum endingum. Her man
verða hermt eftir donskum, sum eins og kunnugt
ongar endingar hevur í sterkt bendum lýsingarorðum.
Sum dømi kann verða nevnt hetta, ið var at hoyra
millum útvarpstíðindi herfyri: “Hann hevur “størst”
møguleikar at gerast forsætisráðharri.” Her er ikki
um at tala annað enn at siga størstar møguleikar,
hvønnfall í fleirtali. Hetta er heldur ikki ókent í
skrift. Her er at vera ansin, tí sovorðið smittar sum
pestin.
Úr Orðafari nr. 3, 1987
Kim Simonsen skrivar
Nr. 8 • leygardagur • 12. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Hóast teir í fjør fluttu
eina deild niður, so
eru ætlaninar við
fótbóltinum á ongan
hátt minkaðar í
Vágoynni. Við einum
styrktum liði setir
felagið nú beina kós
uppeftir, so liðið er í
fyrstu deild, tá undir-
sjóvartunnilin er
veruleiki
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Orðini vóru stór, tá vága-
menn eftir seinasta dystin í
fjør ásannaðu, at teirra kós
nú gekk beint niður í aðru
deild.
Uttan
stórvegis
himpr varð sagt, at hetta
ikki var nakað endaligt
farvæl, men at felagið
tvørtur ímóti satsaði heilt
nógv upp á eina skjóta
afturvendan
til
ovastu
røðina.
Nógv á skránni
At døma eftir aktivitetinum
í Vágoynni í vetur, so er
heldur ikki nakað, sum
bendir á, at felagið á nakran
sum helst hátt hevur mist
mótið.
Heldur ber til at venda
støðuni á høvdinum og
siga, at niðurflytingin hevur
veirð beinleiðis sunn fyri
felagið. Heldur enn at stríð-
ast fyri tilveruni í bestu
deildini, og heldur enn alla
tíðina at hugsa um stutt-
skygdar lappaloysnir, eru
eyguni nú vend fram í
tíðina við teirri optimis-
mum, sum har til hoyrir.
Gaman í hevur felagið
mist kanska evnaríkasta
leikaran við tað, at Tór-
Ingar Akselsen hevur valt at
fara til HB í ár, men so
tykist eisini vera liðugt við
frágongdini.
Brasiliumaður og
Prior
Felagið hevur longu gjørt
avtalu við sterka málverjan,
Arturas Ramoska, um, at
hann skal halda fram í
felagnum, og hóast hvørki
Vlad Osipov ella Ruslan
Screlea hava fingið longd-
an sáttmála, so tykist tað
vera vist, at eisini teir verða
í Vágoynni komandi kapp-
ingarár.
Harafturat hevur felagið
longu fingið tilgongd av
Jens Erik Rasmussen, sum
verður leikandi hjálpar-
venjari, og hesin er ikki
einsamallur, nú hann kemur
heim úr íslendska Leiftur.
Tá Páll Guðlaugsson í
sínari tíð fekk fatur á
nøkrum brasiliumonnum til
B68, varð hetta gjørt í sam-
bandi við, at fyrrverandi
landsliðsvenjari okkara var
í Brasilia, har hann skuldi
leita eftir leikarum til
Leiftur.
Ein av hesum, Alexandre
da Silva Braga, hevur nú í
tvey ár verið liðfelagi við
Jens Erik, og hóast tað enn
ikki er endaliga avgreitt, so
skilst á øllum brøgdum, at
vágamenn rokna við, at
hesin kemur til landið í
februar mánaði. Samband
hevur eisini verið við ein
annan brasilskan leikara,
men sum skilst er tað í
løtuni sera ivasamt, um
hesin styrkurin verður av
nøkrum.
Har afturat hevur felagið
fingið tilgongd av einum
gomlum kenningi, við tað
at Bjarni Prior hevur valt at
skifta FM-tilveruna í B36
út við eina tilveru hjá barn-
dómsfelagnum, tó at hetta
er í aðru deild.
Spurdur um orsøkirnar til
hetta, sigur Bjarni, skemt-
andi, at nú hevur hann jú
roynt at verið føroyameist-
ari, so nú hevur hann nátt
tað, sum hann setti sær fyri,
tá hann í 1998 skifti til
B36.
Heldur meira álvarsamur
leggur hann afturat.
- Tað tykist fyri mær, sum
um tað nú er betri skil á
fótbóltsviðurskiftunum
í
Vágunum, enn tað hevur
verið. Tað líkist jú ongum,
at oyggin ikki hveur staðið
seg í fyrstu deild, men sum
tað nú sær út, so tykist tað
heilt spennandi. Ikki minst
við atliti til, at undirsjóvar-
tunnilin verður veruleiki til
2003, og tá er neyðugt, at
felagið hevur lið í bestu
deildini, heldur hann, og
leggur afturat, at tað er í
sátt og semju, at hann nú
fer úr B36.
-
Sjálvandi
havi
eg
kanska sitið í meira lagi á
beinkinum í B36, og rokni
eg við, at spælitíðin verður
meira í Vágunum, men
hinvegin skerst ikki burtur,
at eg havi verið ótrúliga
fegin um tíðina, sum eg
havi verið í B36.
- Her havi eg fingið
mínar higartil størstu fót-
bóltsupplivingar, og ikki
minst komið eg at sakna
leikararnar og áskoðarar-
nar, sum hava verið ein
partur av hesum. Her havi
eg eisini sæð, hvussu nógv
eitt gott samanhald á
liðnum hevur at siga, og fái
eg ført nakað av hesum
víðari til FS Vágar, so er
nógv vunnið sigur Bjarni at
enda.
Endurkomur &
útisetar
Av
omanfyristandandi
framgongur helst, at liðið
hevur í øllum førum somu
styrki í ár, sum teir høvdu í
fjør, men vágamenn hava
enn fleiri trumfar í hondini.
Tað ljóðar, at Ari Thom-
assen, sum í fjør ikki segði
seg hava stundir til fót-
bóltin, aftur hevur funnið
skógvarnar fram, og har-
afturat er John Johansen,
sum í fjør misti alt árið við
brotnum beini, aftur tøkur,
so meira enn nakað annað
tykist liðið vera styrkt.
Og at enda, so skal ikki
gloymast, at við einum lid-
num undirsjóvartunnli í
2003 verður tað munandi
lættari hjá felagnum at
halda leikarar í felagnum.
Eisini um hesir fara til eitt
nú Havnar at útbúgva seg.
Tað er jú eingin loyna, at
Vágoyggin í fleiri ár hevur
átt nakrar av frægastu
leikarunum í landinum,
men tíverri fyri vágamenn,
so hava hesir traðkað
skógvarnar
í
øðrum
feløgum.
Eitt nú eru teir tríggir,
Jóhannes Færø, Jóhannis
Joensen
og
Tór-Ingar
Akselsen, nú allir í HB,
meðan Birgir Jørgensen
skjýtur síni mongu mál fyri
VB. Tað er sjálvandi ikki
vist, at allir hesa venda
»heim« aftur, men við
einum sterkum vágaliði og
føstum
sambandi
um
vestmannasund er als ikki
óhugsandi, at frá 2003 at
rokna verður Vágoyggin í
nógv størri mun ein faktor,
sum roknast skal við í
føroyskum fótbóltshøpi.
Vágamenn seta beina kós
Bjarni Prior, sum her sæst í
dysti fyri B36 móti júst FS
Vágum, er bert ein fleiri
leikarum, sum FS Vágar nú
hava styrkt sær um
leikarahópin við
25