Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77 4 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Hetta er ein vanligur mikudagur í apríl mánaði 2010. Klokkan er farin at nærkast fimm, og dagurin í búðini er skjótt at enda komin. Klokkan eitt lótu tær tríggjar ritu víkskonurnar – Lis Højgaard, Irena Johannesen og Jona Olsen – upp dyrn ar í Blákrossbúðini í Sal­ tang ar á. Tær eru partur av teimum 62 kvinnunum, sum so trúliga – sjálvbodnar og ókeypis – halda búð­ ina opna seks dagar um vikuna. Inn í búðini hava fólk møguleika at velja millum ein hóp av góðum brúktum klæðum, – og haraftrat eisini sera bíligum klæðum. – Ja, vørurnar eru bæði góðar og bíligar. Tað nógva kostar minni enn 50 krónur, sigur Jona Olsen. Hetta ger uttan iva sítt til, at fólk av báðum kynum og í øllum aldrum vitja í búðini, sum lat upp 20. mars í hesum hølunum. Frammanundan lá handilin long­ ur inni, men har vóru umstøðurnar ikki eins góðar og tær eru her. – Nú liggja vit meiri sentralt, og møguleikarnar at parkera eru nógvar ferðir betri her. Og eg haldi eisini, at tað eru nógv fleiri vitjandi nú enn áður, vísir Jona Olsen á. Drúgt Liðin eru longu nógv ár, síð ani Blái Krossur lat upp ein endur­ nýtsluhandil við brúktum klæðum í Havn, nevndur Blákrossbúðin. Nú hevur felagsskapurin fing ið búð nummar 2, ið er við til at geva eitt fíggjarligt íkast til vítt fevnda virksemið hjá hesum frá halds fe­ lagsskapinum. Henda dagin, ið Sosialurin vitjaði í Blákrossbúðini í Saltangará gekk hurðin dúgliga og fólk var allatíðina inni í handlinum. Hóast væl av fólki vitja inn í búðina hvønn dag – væl omanfyri 30 – so tekur tað sína tíð at fáa nakað burturúr, hóast hvør einstøk króna er kærkomin til umfatandi virksemið hjá Bláa Krossi. – Ja, vørurnar eru jú sera bíligar, so tað er eitt drúgt arbeiði, sigur Jona við einum brosi. – Eg haldi ikki, at nøkur vøra kostar omanfyri 100 krónur. Allastaðni frá Nógv koma sjálvandi inn í Blá­ krossbúðin bert fyri at hyggja eftir úrvalinum, meðan onnur ogna sær eitt gott og ikki minst bíligt plagg. Tey brúktu klæðini koma úr ymsum heraðshornum, har bert tey bestu klæðini verða tikin frá og fara út í handilin. Hini klæðini verða koyrd fyri seg og send øðrum felagsskapi. Tær tríggjar í endur nýtslu­ handlinum kenna sjálvandi ikki andlitini á øllum teimum vitjandi. Men tað er kortini ein sannroynd, at higar koma fólk allastaðni frá. – Ja, her kunnu gott koma bæði suðuroyingar, klaksvíkingar og fólk úr Havn, sigur Jona. Talan er um menn og kvinnur í øllum aldri, eisini ungdómurin, sum tykjast duga væl at finna sær góðar samansetingar av klæðum. – Eg haldi, at tað gamla er in nú. snorri@sosialurin.fo 100 krónur max Eg haldi, at tað gamla er in nú Saltangará – Eg havi altíð havt áhuga fyri fráhaldsarbeiði og tí kristna arbeiðinum. Tí hjálpi eg eisini til her í Blákrossbúðini. Og eg geri tað við gleði, sigur 77 ára gamla Jona Olsen úr Rituvík. Einki suff Hóast Jona Olsen er komin væl til árs, er hon framvegis virkin í hesum arbeiðinum, sum hon eisini brennur fyri. – Um eg nakrantíð eri farin suff­ andi frá húsum? Nei, tað havi eg ongatíð gjørt, sigur Jona, sum dámar væl at arbeiða saman við hinum báðum bygdarkvinnunum. Tær arbeiða her eftir fastari skipan, saman við 59 øðrum kvinnum úr Eysturoynni. Og tær hugna sær saman í Blákrossbúðini. – Vit fara so altíð glaðar til arbeiðis. Sjálvbodnar 62 kvinnur arbeiða fyri einki í Blákrossbúðini í Saltangará. - Eg eri ongatíð farin suffandi frá húsum, sigur Jona Olsen (uttast vinstrumegin), saman við Irenu Johannesen og Lis Højgaard Mynd: Jens Kristian Vang