mikudagur 5. mai 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77
4
Sosialurin
Fleiri glottar hava verið í føroyska miðlaheiminum farnu vikuna.
Eg detti annars, eins og onnur, skjótt í grøvina við neiligum
orðum, tá ummælast skal, men rættast er sjálvandi at geva rós,
har tað er uppiborið.
Og eg horvi eisini til teirra, sum leggja stóran dent á
Kringvarpið, og dygdina har, tá ummælast skal, tí hetta er eitt
alment flaggskip (ið vit eisini øll gjalda). Gamaní, eitt flaggskip,
ið av og á tykist at sigla vandasjógv, men sum tó tykist hava eina
hóming av, hvar rætta kósin var.
Lívið gerst ikki altíð lættari við árunum, og hetta meti eg
at ein stovnur sum Kringvarpið sannar. Miðlaheimurin broytist,
kappingin frá m.a. Rás 2 manningini er óivað hørð til tíðir. Har
tykjast tey ofta eitt sindur mobilari, skjótari, og ikki minst
“frískari”, og hetta síðsta fangar heilt víst ávísan lurtarabólk.
Men netsíðan hjá Kringvarpinum er við at koma á pláss, ...og
tó! Tað eru dagar, har tíðindastubbarnir ikki koma út. Og ynskiligt
var, at enn meira verður gjørt við netvarp, tí hetta er heilt víst
framtíðin. Eg skuldi t.d. í samband við hesa ummælisgrein fara
at hyggja at Refleksjón, tí eg havi sjálvur ummælt tónleik, og nú
t.d. miðlar, so evnið hesaferð var mær viðkomandi. Men enn er
sendingin ikki tøk á netinum!! Tíverri!
Men hinvegin er t.d. Dagur og Vika oftast skjótt tøk, og eisini
Fólksins Rødd.
Og tað var av sonnum aftur hesaferð ein gleði at síggja
hesa sending, sum varepaði ljós á bygda- og býarmentalitetin
í Føroyum. Eg havi nú altíð hildið, at Havnin er ikki so stór, at
(bygda)fólk í Havn nýtast at fáa stórbýarkenslur, fyri tað um
tey gerandisdagar ferðast eftir Áarvegnum, ella keypa sínar
skundverðar í SMS ella á Sushibarr. Haldi at Teitur hevði rætt tá
hann sang; Havnin er ein lítil bygd.
Men Fólksins Rødd megnaði at lýsa fleiri síður, og óivað
er kjak heima í stovunum kring landið um, hvørt ein kann liva
uttan cafélív og Caffe Latte, ella um ein temunnur heima
hjá kenningum við eitt køksborð er líka stórur lætti í annars
ferðmikla gerandisdegnum. Eitt kjak, ið eigur at takast upp
í einum landi, har nýtiknir havhestaungar á seinsummri verða
seldir fyri okursprís á bryggjuni í høvuðsstaðnum, beint við
meldurin av bilum, ølstovum, caféum og gistingarhúsum við
pizza og brunch.
Og við Jógvani Arge sum upplesara varð prikkurin settur yvir
i’ið. Super!!
Bløð og portalar tykjast fylgja og passa seg eftir framtíðini,
har alt er snøggari, skjótari og betri. Miðlameldurin heldur fram,
men tó kann ein bert geva teimum rætt, sum halda nakað nógv
vera av fótbólti og innantómum greinastubbum um slankikurar,
meðan lítið haldgott er um týðandi mál úti í heimi, t.d. stóra
brølaran hjá Gordon Brown, nú valstríð hevur verið upp á tað
harðasta í Bretlandi.
Ofta tykist, sum eru vit púra eina í eini ostaklokku, fyri nú at
halda okkum í cáfé-umhvørvinum.
Miðlar
Í
mikudagsblaðnum ummæla skiftandi fólk fjølmiðlarnar.
Caffe latte,
lætt te, ella
bara ein lætti
Dagfinn Olsen
Randi Jacobsen
Ein ungur maður var einsa
mallur heima í húsunum í
Sørvági týskvøldið.
Hann fór at gera sær mat
í eini friturugrýtu og fór so
upp á loftið.
Knappliga merkti hann,
at tað var gali í køkinum, har
eldur var komin í, og hann
fór at spræna vatn á, men tað
gjørdi bara ilt verri.
So kom ein granni við eini
vatnslangu, og tað gjørdi tað
heldur ikki betri.
Ein trupulleiki var, at
teir báðir menninir ikki
skiltu hvør annan, við tað
at tann ungi maðurin var av
útlendsku uppruna.
Mamma hansara og mað
ur hennara vóru ikki komin
heim frá arbeiði enn, tá ið
eldur kom í.
Húsini eru farin so illa,
at alt er brunnið innan úr
teimum. Útveggirnir vóru
stoyptir, og betongið toldi
heldur ikki tann nógva hit
an. Húsini verða tí heldur
niðurrivin, sigur politiið í
Vágum.
Húsini vórðu frá umleið
krígsárunum.
randi@sosialurin.fo
Húsini dømd til
niðurrívingar
ELDUR Eini eldri hús í Sørvági fóru týskvøldið so illa
av eldi, at tey neyvan verða til hús aftur
Randi Jacobsen
Eysturkommuna hevði í fjør
eitt fríðkanarátk við enda
málinum at stimbra og eggja
borgarum og vinnulívi til
at gera meira við at fríðkað
umhvørvið.
Í fjør fevni átakið um
vakrasta urtagarð, best røkta
neyst og best røkta fyritøku.
Vit sóu týðiligan mun í
fjør, at fólk løgdu seg meira
eftir at fríðka. Tltakið fekk
fleiri fólk at fara út at rudda
og hampa um húsini.
Neystini vórðu tikin við,
tí nøkur neyst stóðu, sum
kravdu eina bøtandi hond, og
hetta var ein roynd at geva
eigarunum at spark at koma
í gongd við at seta neystini í
stand.
Í ár fevnir átakið um urta
garðar, úthús, fjós og seyð
hús.
Alt umhvørvið
– Tað hava vit gjørt, tí tey
húsini eru partur av um
hvørvinum, og vit vilja eggja
fólki til eisini at hampa um
úthúsini, sigur Ingi Han
sen, trivnaarleiðari í Eyst ur
kommunu.
Tiltakið er skipað sum
kapping, har tríggir vinnarar
í hvørjum átaki fáa virðisløn
og eina plátu at seta á ognina.
Onnur, sum eisini hava gjørt
eitt gott arbeiði, fáa skreyt
blað sum herðaklapp.
Dómsnevndin fer út at
gra sínar metingar, áðrenn
alt følnar, og í august verða
virðislønirnar handaðar á
eini samkomu í tilhaldinum
Gøtubrá.
Útivika
Eysturkommuna
hevur
somu leiðis tikið stig til at
hava eina útviku, sum verður
frá 24. til 30. mai.
Tá er ætlanin hvønn dag
at skipa fyri longri gongu
túrum á fjøllunum, og kend
frásøgufólk verða við á hes
um túrum.
Eggjar øllum til at
fríðka í bygdunum
UMHVØRVI Fríðkanarátakið í Eysturkommunu fevnir umframt
um vakrasta urtagarð, um best røkta úthús, best best røkta
fjós og best røkta seyðhús. Endamálið er at fáa alt umhvørvið
í bygdunum vakurt, sigur Ingi Hansen, trvnaðarleiðari
Húsini vóru eitt stórt bál
Mynd: Vágaportalurin
Tá ein ein familja ger ein vakran urtagarð,
fáa onnur hug at gera tað sama. Men vakurt
umhvørvi fevnir um neira enn urtagarðar