Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 3

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

mai 2010 • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • BILAR 3 Entreprenørmaskinur, traktorar og útgerð til landbúnaðin er vorðin ein alt størri partur av tí sum vit standa fyri, og vit selja eisini Lamborghini, sigur Viggo Johannesen, sølustjóri hjá KJ Hydraulik Lamborghini við dieseLmotori KJ Hydraulik er ein fyritøka, ið er kend fyri sín serkunnleika innan hydraulik og maskintøkni. Fyritøkan veitir og serviserar útgerð til fiskiídnaðin, alivinnu­ vinn una á sjógvi og landi, um framt flutningsvinnuna og byggi vinnuna. Fyritøkan, sum hevur yvir 30 ár á baki, hevur seinnu árini lagt seg eftir at selja og servisera entre­ prenørmaskinur, traktorar og út­ gerð til landbúnaðin og umboðar traktorar av nógvum ymiskum sløgum sum t.d. týsku Deutz, italsku Lamborghini, kekkisku Zetor, donsku Vitra og japansku Iseki, um­ framt entreprenørmaskinur sum ensku JCB, koreansku Hyundai og svensku Huddig. Eisini maskinur til pakking av hoyggjballum av merkjunum Tanco og Welger. Vit selja traktorar í øllum stødd­ um, heilt frá minitraktorum við 15 hk til stórar traktorar við 300 hk. Við tað at vit selja so nógv ymisk sløg og hava so stórt úrval kunnu vit altíð bjóða kundunum eina skradd araseymaða loysn, sigur Viggo Johannesen, sølustjóri hjá KJ Hydraulik. Tað at selja so nógv ymisk sløg setur sjálvandi stór krøv til okkum, tí leggja vit serligan dent á at veita kundunum eina so góða tænastu sum yvirhøvur gjørligt. Vit hava t.d. eina 24­tíma døgntænastu, har kundarnir altíð kunnu ringja, um okkurt er áfatt. Hjá KJ Hydraulik, sum heldur til í Mykinesgøtu í Havn og á Kambsdali, arbeiða uml 60 fólk. KJ Hydraulik selur eisini italsku Lamborghini traktorarnar Jan B. Sørensen, sølumaður hjá KJ Hydraulik, og Atli Simonsen, innkeypsleiðari hjá Tórshavnar kommunu