Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77 8 Sosialurin Oyggjablaðið NáttúraN er teirra spælip Snorri Brend Ein skuldi ikki trúð, at talan er um ein barnagarð. Her er so friðarligt, at ein ivast í, um nakar yvirhøvur er her inni. Skógvar, klæðir og mateskjur síggjast í gongdini, so her eiga at vera onkur børn inni, hóast alt. Ájú, skjótt gongur sjón fyri søgn. Lurtar ein eina løtu, hoyrist ein barnarødd, sum er í ferð við at siga frá einum ella øðrum. Lurtar ein enn betri eftir, hoyrist at tað er ein genta sum íðin sigur frá. Innkomin í barnarúmið sæst orsøkin til friðin í flokkinum. Og her sæst eisini, at børnini sita í ringi og lurta við stórum oyrum eftir Karlu, sum situr har so fitt á sínum stóli og klemmar hundin Lady. Tað er hon sum hevur orðið og sigur frá tí, sum hon og hundurin upplivdu eftir at barnagarðurin var liðugur í gjár. – Ja, vit fóru heim og ótu so døg urða. Og aftaná spældu vit lego, áðrenn vit fóru við mammu at keypa inn, greiðir Karla frá. Hini børnini sita pinnastill og lurta eftir samtaluni, millum Karlu og starvsfólkið Beintu Olsen. Hon dugir sera væl at fáa ta seks ára gomlu gentuna at siga frá upp livingum sínum. Tað er týðiligt at merkja, at børn ini fegin vilja fylgja gongdini hjá Lady, sum er á ferð millum børn ini. So líðandi fáa tey ta longu og fjølbroyttu lívssøgu hansara at vita. Bomm ella hundamat Náttúrubarnagarðurin í Æðuvík lat upp fyri góðum átta árum síð­ ani. Skal nakað sigast um sjálvan stovnin, so liggur hann í sera nátt­ úruríkum umhvørvi, nær fjøru, haga, áum, vøtnum og bøi. Ein partur av dagsskránni er at fáa samling uppá børnini fyrst á morgni. Tí verður her, eins og so manga aðrastaðni, byrjað við at børnini sita í ringi og gera ymiskt saman. Beint nú er hundurin Lady á skránni, og síðani í gjár hevur hann búð saman við Karlu Ras­ mussen og húsfólki hennara í Saltangará. Og hesar tímarnar hava tey bæði upplivað mangt og hvat, og sum Karla eisini dugir at siga frá. Eitt punkt á skránni kvøldið fyri var tað at fara til handils. Í dag fara vit niðan á Huldustein HULDUSTEINUR Børnini í náttúrubarnagarðinum í Æðuvík elska at vera í nátt­ úruni. Tey fara gleðiliga út í kuldan og niðan á Huldustein, har ein matpakki verður etin Mynd: Jens Kristian Vang ÆðUvík Hóast náttúrubarnagarðurin »Víkin« sigur seg hava náttúruna sum sítt spælipláss, síggjast eingi børn uttandura í góðveðrinum henda morgunin. Orsøkin er ikki vantandi vilji ella áhugi. Nei, fyrst skal seks ára gamla Karla Rasmussen fortelja frá sínum upplivingum saman við hundinum Lady