Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 BILAR • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • mai 2010 Car-Rental, sum er leigubiladeildin hjá Bilrøkt í Stiðjagøtu í Havn, hevur fingið 10 nýggjar sera væl útgjørdar Honda Accord. Enda- málið við hesum bilunum er at kunna leiga flottar vælútgjørdar luksusbilar til ein sámuligan prís, sigur Jákup á Borg, stjóri í Bilrøkt, sum leggur dent á, at hetta er gjørt sum ein roynd. Tað eru bilfyritøkurnar Bilrøkt og Norðbil, ið samstarva um hesar Honda bilarnar, sum allir hava t.d. auto matisk gir, klimaanlegg og ferð pilot. Til dømis er hetta eitt gott tilboð til tey, sum fáa pening frá sínum tryggingarfelag í sambandi við bilsakn. Nú kunnu tey koyra í einum flottum luksusbili fyri ein bíligan penga, meðan teirra egni bilur er á verkstað. Vit hava alla tíðina lagt okkum eftir at hava góðar og bíligar leigubilar, har kundin kennir seg tryggan, við at ongir trupulleikar eru av leigaða bilinum. Eisini leggja vit stóran dent á, at bilarnir eru reinir og síggja út sum nýggir bæði innan og uttan, sigur Jákup á Borg, stjóri í Bilrøkt. Bilrøkt Car-Rental er opið hvønn dag frá kl. 08.00 til 22.00. Luksus LeigubiLar Vit hava nakrar flottar vælútgjørdar Honda Accord til tann, sum ynskir at leiga ein luksusbil fyri ein sámuligan prís, sigur Jákup á Borg, stjóri í Bilrøkt Car-Rental Jákup á Borg við nýggju Honda Accord leigubilunum Mynd: Magnus Gunnarsson Flutningshjálp Leigubilar Verkstaður Bilvask Vit vaska, polera og klárgera bilin til summarið Vit skifta dekkini og avbalansera Vit reinsa undirvognin og rustviðgera bilin B i l røk t · S t i ðj a g øt a 3 · FO -100 Tó rshav n · tel: 35 8 8 8 8 · bilrokt@bilrokt.fo · www.bilrokt.fo