Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77 Sosialurin Áki Bertholdsen Kvinnuligir býráðslimir í Havn føla seg alvorliga traðk­ aðar á. Tórshavnar Býráð hev­ ur gjørt ein flottan fald­ara, har tað verður skorið út í papp, hvat sjálvt virðis­ grund­arlagið und­ir arbeiðn­ um í Tórshavnar Kommunu skal vera. Men á teimum aftastu síðunum í litfagra fald­aran­ um tróna fýra býráðspolitik­ arar brád­liga fram og greiða frá sínum framsjónum um Tórshavnar Kommunu og um, hvussu teir meta virðis­ grund­arlagið und­ir býráðs­ arbeiðnum. Talan er um teir fýra menninar, Heðin Mortensen, Boði And­reasen, Jan Christ­ iansen og Anfinn Brekkstein. Sostatt er ikki so mikið sum skuggin av einum kvinnuligum býráðslimi at síggja í fald­aranum. Skaðar trúvirðið Hetta er rættiliga fallið kvinnuligu býráðslimum so illa fyri bróstið, at tær føla seg ord­iliga traðkaðar á. Bæði Elin Lind­enskov og Marin Katrina Frýd­al staðfesta, at tær vistu onki um, at fald­arin skuld­i gerast upp á hend­an mátan og at talan skuld­i verða um eina politiska markering. Tær hava onki ímóti, at virðisgrund­arlagið und­ir kommunala arbeiðnum verður fest á blað. Men tær eru sera mis­ nøgd­ar um at ikki ein tann einasti kvinnuligi býráðslimur skuld­i sleppa upp í part, tá ið talan nú eisini skuld­i blíva um eina politiska merkering. ­ Tær eru báðar samd­ar um, at ístaðin fyri at vísa virðisgrund­arlagið und­ir býráðnum, er hetta beint einum orðaðum end­amáli hjá býráðnum, sum er at virka fyri javnstøðu. Tí hald­a tær, at hesin fald­arin er skaðiligur fyri trúvirðið hjá kommununi. Taliban-býráð Í eini vakstrarætlan fyri Tórshavnar Kommunu verður sagt, at vit skulu verða savningarstaðurin og atd­ráttarmegin í Norður­ atlantshavi. Vit skulu eisini verða ein granskingarmið­ d­epil í Norðuratlantshavi sum skal d­raga ung húski og lærd­ fólk til Føroya at liva og virka, sigur Marin Katrina Frýd­al. ­ Fald­arin hjá Tórshavnar Býráð vísir klárt og týðiligt, at á javnstøðuøkinum eru vit onga leið komin og hvør útbúgvin kvinna skal tíma at flyta heimaftur til eitt land­, har sjálvt høvuðsstað­ arkommunan so týðiliga vísir, at hon bara verður stýrd­ og mynd­að av monnum, spyr ein serstakliga ónøgd­ Elin Lind­enskov. ­ Hetta er ein niðurrað­ festing av kvinnunum. Hetta er eitt tekin um, at í Tórshavnar Kommunu verða kvinnuligir býráðslimir ikki vird­ir. Hetta er eisini eitt tekin um, at leiðslan í Tórshavnar býráð hevur framvegis ikki skilt tíðina, vit liva í, leggur hon afturat. Marin Katrin Frýd­al fer enn longri og sigur, at tað rennur henni kalt niðureftir rygginum, tí hesin fald­arin minnir mest um eitt talibanstýri og hvør skal tíma at flyta heim til eitt slíkt samfelag. ­ Signalivirðið í hesum fald­aranum er fullkomi­ liga avskeplað og er beint ímóti orðingunum í vakstr­ arætlanini, sum eitt samt býráð nýliga hevur samtykt, staðfesta teir báðir kvinnuligu býráðslimirnir í Havn. Marin Katrina Frýd­al sigur, at hon fekk vissu fyri, at hesin fald­arin bara var til innanhýsis brúk og at ein annar fald­ari skuld­i gerast til alment brúk. Men nú hevur Tórs­ havnar Kommuna kortini almannakunngjørt fald­aran og tí staðfestir hon, at borgarstjórin hevur ikki hild­ið orð í hesum máli. aki@sosialurin.fo Bæði Elin Lind­enskov og Marin Katrina Frýd­al hava verið í samband­i við borgar­ stjóran í Havn, har tær hava gjørt vart við sína misnøgd­ um, at allir kvinnuligir býráðslimir eru úti­ hýstir úr fald­aran, har virðisgrund­arlagið und­ir virkseminum hjá Tórshavnar Kommunu, verður staðfest. Men Elin Lind­en­ skov sigur, at vanliga reaktiónin hevur verið eitt býtt aftursvar og niðurgerðing, har gjøld­ur verður gjørd­­ ur burtur úr teimum, kvinnuligu býráðs­ limunum. Onkur býráðslimur hevur enntá sagt mær, at hetta skulu vit ikki taka so tungt, tí aftanfyri hvønn góðan mann stend­ur ein góð kvinna. Tað eyd­naðist ikki at fáa fatur á borgarstjór­ anum áðrenn blaðið fór til prentingar. Men Elin Lind­en­ skov og Marin Katrina Frýd­al siga, at í einum aftursvarið held­ur Heðin Mortensen, at tær eru hysteriskar og biðjur tær sláa kalt vatn í blóðið. ­ Hann hevur greitt okkum frá, at hetta er bara ein innanhýsis fald­ari og at vit skulu nokk sleppa upp í part, tá ið ein fald­­ ari skal gerast um vakstrarætlanina fyri Tórshavnar Kommunu, siga tær báðar. Men tær staðfesta, at hetta er ikki meiri innanhýsis enn so, enn at fald­arin er send­ur øllum fjølmiðlum. ­ Heðin Mortensen hevur staðfest, at fald­­ arin er gjørd­ur fyri at savna starvsfólk og ikki fyri at seta split í av politikki, tí tað hoyrir ikki heima í einum slíkum fald­ara. ­ Men hví so seta fýra mannligar býráðs­ politikarar í fald­aran. Hví so ikki seta eina mynd­ av øllum býráðn­ um, spyrja tær. Svara býtt aftur Traðka á kvinnuligar býráðslimir í Havn TALIBAN-BÝRÁÐ Í HAVN Kvinnuligir býráðslimir í Havn eru í øðini um ein faldara og har allir kvinnuligir býráðslimir eru útihýstir. Hetta fær tað at renna kalt omaneftir rygginum á einum kvinnuligum býráðlimi og ein annar er skelkaður Tær báðir kvinnuligu býráðslimirnir í Havn, Elin Lindenskov, vm og Marin Katrina Frýdal, eru skelkaðar av framferðini hjá monnunum í Tórshavnar býráð SKELKAÐAR Hetta er eitt sindur hysteriskt Nú skilji eg betri, hví ungar kvinnur ikki tíma at flyta heimaftur