mikudagur 5. mai 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77
Sosialurin
Oyggjablaðið
pláss
Skiftandi árstíðir
Náttúrubarnagarðurin Víkin lat upp
11. mars 202. Stovnurin er ætlaður
børnum í aldrinum 4–5 ár. Stovnurin
liggur í sera náttúruríkum umhvørvi,
nær fjøru, haga, áum, vøtnum og bø.
Eitt av endamálunum við
barnagarðinum er hetta:
Børnini mennast sjálv sosialt,
likamliga og málsliga við at vera
saman við øðrum børnum og
vaksnum, røra seg úti í náttúruni,
kenna ymisk náttúrufyribrigdi,
árstíðirnar og umhvørvið annars.
Samstundis hevur hetta við sær,
at málið mennist hjá barninum.
Málað altartalvu
Í náttúrubarnagarðinum Víkin í
Æðuvík eru tey rættiliga kreativ,
bæði uttandura og innandura.
Ein part av tí kreativa virkseminum
var at gera ein kross sum altartalvu til
missiónshúsið í bygdini, og sum liggur
í sama bygningi sum barnagarðurin.
Børnini fingu sum uppgávu at
mála eina plátu í part við ávísum
litum, og sum kunnu skiftast út
eftir litunum í kirkjuárinum.
Men sigast má, at Lady veit
rætt iliga, hvat tað er at fara til
hand ils: Hon vildi ikki fara yvir
til bommdeildina, men fór beina
leið til hillina við hundamati.
– Eg haldi, at Lady var eitt
sindur svong, tí tá vit seinni fóru
til ommu, át hon øgiliga nógv,
greiðir Karla frá.
Eftir ein so langan og drúgvan
dag – fyrst í barnagarðinum
í Æðuvík og seinni á ferð við
Karlu – var Lady vorðin troytt.
Og tá Karla fór í song, fór Lady
eisini í song.
Pissaði í song
Hóast onkur partur av frásøgnini
hjá Karlu er detaljeraður, hevur
tað einki at siga fyri børnini.
Tey sita líka still og lurta, og nú
tá hon fer víðari í frásøgn síni,
kemur láturin fram.
– Vita tit hvat hendi í nátt?,
spyr Karla. Hini spíla oyruni út. –
Hon pissaði í song. Og øll bresta
út úr at flenna. – Og mamma,
hon var ikki blíð, leggur Karla
aftrat.
Tá tær vaknaðu um morgunin,
gjørdu tær seg klárar at fara til
Æðuvíkar. Men tær vóru uppi í
so góðari tíð, at tær fingu eisini
tíð at spæla eina løtu saman.
– Eg spældi dukkur, men Lady
spældi við ein Barbie-bil, greiðir
Karla frá.
Tað eru seinastu orðini frá
henni í frásøgnini um eitt sam-
døgur saman við hundinum
Lady. Nú skal lutur kastast um,
hvør skal heim við Lady í dag.
Beinta fer eftir krukkurin við
øllum nøvnunum á, og tekur ein
seðil við einum navni burturúr.
– Liam eigur hundin í dag, sig-
ur Beinta út í rúmið. Men trupul-
leikin er bert hann, at Liam
gong ur ikki í barnagarðinum
longur.
Hon tekur eitt navn aftrat,
men viðkomandi er ikki í barna-
garðinum, og tað er tann triði
heldur ikki.
– Marius! Hann er her, sigur
hon. Marius kemur fram til
Karlu, sigur góðan morgun og
fer avstað við hundinum.
Huldusteinur
Marius fær eina lítla løtu í friði
og náðum við Lady, men ikki so
leingi.
Klokkan er farin at nærkast
11 og veðrið er soleiðis, at til ber
at fara uttandura. Og fyri ein
barna garð, sum hevur slagorðið
at náttúran er teirra spælipláss,
er hetta ein gerandiskostur fyri
børn ini. Ikki nakað tey hugsa
um. Men bara ein natúrligur
partur í dags skránni.
– Ja, í dag fara vit niðan á
Huldu stein, sigur Beint við børn-
ini. Tey skunda sær út í gongina,
og byrja beinanvegin at lata seg
í góðu og heitu klæðini.
Tað ræður um at skunda sær
út í náttúruna. Her má eingin
løta fara til spillis.
At fara út, er nakað sum tey
gleða seg til. Spurningurin er
bara, hvussu leingi aftrat. Líkt er
nevn iliga til, at einasti náttúru-
barnagarðurin í landinum má
lata aftur.
Tað verður longu í summar.
snorri@sosialurin.fo
Vit fóru heim
og ótu so døgurða.
Og aftaná spældu
vit lego, áðrenn vit
fóru við mammu
at keypa inn
KULDI
Tað ger einki um ein fer útum í
kavan, bara man er væl klæddur
Mynd: Jens Kristian Vang
LADY
- Eg eri so góð við Lady, sigur seks ára gamla Karla
Rasmussen. Hóast hon er úr Saltangará, gongur
hon í náttúrubarnagarðinum Víkin í Æðuvík
Mynd: Jens Kristian Vang