mikudagur 5. mai 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. mai 2010 · Nr. 77
10
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Á tiltakinum leygarkvøldið er
ætlanin, at Betesdakórið í Klaksvík
skal hava eina »Gaither« framførslu
við kór og solistum. Kapelmeistari
verður Torkil Mørkøre, sum fer at
leiða fólkið gjøgnum gamlar og
nýggjar sangir.
IKTUS er ein sokallað free-to-air
rás, t.v.s. at hon krevur einki kort, er
ókeypis at síggja, og verður fíggjað
við stuðlum og gávum.
– Tað eru ikki nóg nógvir stuðlar
enn, til tess at IKTUS kann halda á
at víðka senditíðina og víðka sendi-
støðirnar, vísir stjórin, Anja Hansen
á.
Hetta kvøldið verður tí eisini
høvi at tekna seg sum stuðul, bæði
á stað num og gjøgnum telefon
ella teldu post. Ætlanin er, at fólk í
Suður oy og aðrastaðni eisini skulu
sleppa at síggja IKTUS.
Allir fastir stuðlar, bæði "gamlir"
og nýggir, fáa eina DVD ella fløgu,
sum er framleidd til endamálið. Tað
er ein upptøka av einum góðum
sangkvøldi, sum bólkurin VITIN
úr Klaksvík hevði í Løkshøll í
november mánaði í fjør.
IKTUS og Lindin fara at senda
tiltakið beinleiðis frá tiltakinum,
sum byrjar kl 19.
Ringurin:
Hey! Í dag byrjaði dagurin sum
vant við ringinum. Vit lærdu
fyrst, nær vit vóru fødd, og
síðan eftirnavn okkara. Öll
skuldu siga sítt eftirnavn, og
nær vit vóru fødd. Vit lærdu
eisini tölini.
Knappliga, meðan vit so
leið is sita og tosa, koma tveir
menn á gátt. Teir hava við sær
eitt stórt myndatól. Men tað
lögdu vit einki í. Vit fóru bara
undir at syngja nakrar sangir,
sum vit hava lært. Fyrst sungu
vit »Tjaldur, ver vælkomið«,
síðani »Eg fái mær eitt krit«,
og til endans »Burtur á heiði«.
Aftaná fingu vit frukt. Meðan
vit gnaddaðu fruktina, hoyrdu
vit söguna um lítla Álv. Tað var
hugnaligt og stuttligt.
Túrurin:
Aftan á ringin fóru vit at lata
okkum í. Tíverri vóru Maria,
Marjun, Samson og Erika ikki í
barnagarði í dag.
Kalt var. Kavin hevur argað
okkum nú í nakrar dagar. Men
vit eiga öll heit klæði, tíbetur.
Leiðin gekk niðan í hagan til
Huldusteinin. Tað er so stuttligt
at ganga niðan har. Vit sóu nógv
spennandi á vegnum. Har var
seyður, gæs, dúgvur, tjöldur og
onnur fuglaslög, ið sungu og
lótu.
Spennandi
var
eisini
at
leypa yvir um veitirnar, sum
í dag næstan ikki sóust fyri
öllum kavanum. Vit hoyrdu tær
bara, hvussu tær tutlaðu undir
kavafonnunum.
Heldur hált var eisini, men
tíbetur var bleytt og gott at
lenda, um onkur datt á tí dýggj
váta og kavaprýdda grasinum.
Komin
niðaná
settu
vit
okkum öll við Huldustein, og
sum altíð á túrum okkara, hövdu
vit matpakkarnar við. Noomi og
Barba bjóðaðu matpakkarnar
í dag. Tær valdu eisini ein mat
arsang hvör. Og meðan vit ótu,
smíltist sólin av og á og hitaði
okkum.
Tá ið vit vóru liðug at eta,
fóru vit at spæla. Vit klintraðu
upp á teir stóru steinarnar,
bank aðu upp á dyrnar á Huldu
steininum. Vit óku oman eftir
brekkunum og spældu við gler,
sum vit funnu oman á hyljunum.
Eisini spældu vit við mosa og
hagalyng. Vit spældu, at tað var
matur.
Men ein heilt serligan fong
funnu vit. Eitt íshjarta – eitt
hjarta úr gleri. Marjus fann tað
oman á einum hyli. Tað tóku vit
við okkum oman í barnagarðin
og lögdu tað uttanfyri í kavan.
Síðan fóru vit inn at lata okkum
úr vátu kavadraktunum.
Aftan á teir leskiligu bollarn
ar, sum Kára hevði bakað til
millummála, fóru nökur börn út
at leita eftir maðkum at koyra í
krukkur og koppar. Tað halda
mammurnar og páparnir er so
stuttligt at fáa heim við.
Nú gleða vit okkum bara
at vita eftir, um íshjartað er
bráðnað, tá ið vit aftur koma í
Náttúrubarnagarðin í morgin.
Takk fyri í dag.
Heilsan
– stór og smá í Víkini í Æðuvík.
Nýtt búmerki
Runavíkar kommuna hevur nú fingið nýtt búmerki. Hetta búmerkið kemur ístaðin fyri gamla búmerkið,
sum Jacob Petersen á Glyvrum (Jacob á Verkstaðnum) teknaði í 1989.
Búmerkið er teknað útfrá tí gamla, og ein sær klárt tað gamla aftur í tí nýggja.
– Tað nýggja búmerkið er soleiðis ein tilgongd frameftir, ein vøkstur, sum ikki kvettur sínar røtur av, men
veksur natúrliga fram, har ein hómar tað, ið farið er, men við kósini frameftir, verður sagt úr Runavíkar
kommunu.
Tað er Sjúrður Højgaard frá fyritøkuni Krea ið hevur sniðgivið nýggja búmerkið.
Dagbók
Mikudagur 21. apríl
Tvey ár við
kristnum sjónvarpi
Søldarfjørður Tvey ár eru liðin, síðani sjónvarpsrásin
IKTUS byrjaði at senda. Leygarkvøldið verður tískil
eitt live-sjónvarpstiltak í Løkshøll í Runavík.
Eliesar Kastalag 40 ára starvsdag
1. mai hevði Eliesar Kastalag 40
ára
starvsdag
hjá
Runavíkar
komm unu. Móttøka verður fyri
honum fríggjadagin. Tá Eliesar
byrjaði í starvi hjá kommununi
vóru bara 3 starvsfólk á komm-
unuskrivstovuni.
Umframt
hann var Karl Jóhan Hansen,
kommunuskrivari og Jóhan Dávid
Thomsen, bókhaldari. Eliesar
dugir væl at siga frá, og veit nógv
at fortelja um tíðina hann hevur
starvast innan tekniska økið hjá
kommununi og saman við teimum
ymisku politikarunum sum hava
sitið hesa tíðina.
rOYNdIr
40 ár á sama staði er ikki hvørs mans føri. Men Eliesar
Kastalag hevur starvast á sama staði í so langa tíð
SjÓNVarP
Kristna sjónvarpsrásin IKTUS hevur sent í tvey ár, og røkkur
ein stóran part av landinum. - Men ynski eru komin um at
skipa soleiðis fyri, at t.d. suðuroyingar kunnu síggja okkara
rás, sigur Anja Hansen, stjóri á sjónvarpsrásini.