fríggjadagur 7. mai 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Oddagrein
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard
jaspur@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Eftir ætlan skuldi Rasmus
Seebach
verða
gestur
í
Hvonn Live sendingini hjá
Rás2 í kvøld og í REX, men
vegna øsku úr Íslandi er
eingin flúgving til Føroya
í dag, og tískil er vitjanin
fyribils útsett.
Øskan úr Íslandi ger aft
ur um seg, og tískil verður
Hvonn Live sendingin
hjá Rás2 í kvøld útsett
til í morgin klokkan
1921. Um framt at
verða gestur í Hvonn
Live, skuldi Rasmus
Seebach eisini und
irhalda í REX, men
bæði hesi tiltøkini
eru útsett til í
morgin.
Um flogferðslan kemur
aftur í rætt lag í kvøld
ella í morgin tíðliga, so
verður skráin tann sama í
annaðkvøld. Í kvøld verða
Kim Hansen við manning í
REX.
barbara@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
»Hvørt ár leigar tað almenna seg
inn í bygningar fyri næstan 40
milliónir krónur«. Soleiðis skrivaðu
vit í blaðnum mikudagin, eftir at
vit høvdu fingið innlit í næstan 100
leigusáttmálar hjá tí almenna.
Tað hevur so mangan verið
frammi, hetta at tað almenna
átti at bygt ella keypt bygningar,
heldur enn at leiga í dýrum dómum
bygningar, sum ofta eisini eru
illa egnaðir til endamálið. Tað var
Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri
Tjóðveldi, sum í januar mánaði
spurdi Jóannes Eidesgaard, fíggjar
mála ráðharra, hvussu nógvar peng
ar tað almenna brúkar til húsa
leigu.
Og svarið er ikki sørt áhugavert:
Seinastu 11 árini hevur landið leigað
fyri tilsamans 300 milliónir krónur
og talið er nærum tvífaldað seinastu
tíggju árini. Tað ber sjálvandi ikki til
at siga, at tað almenna als ikki skal
leiga, men alt við máta. Ímynda vit
okkum, at helmingurin av hesum
pengunum, 150 milliónir krónur um
árið vórðu brúktar til at byggja ella
keypa bygningar til tað almenna, so
hevði tað alemnna fyri tað fyrsta
hýst sínum stovnum nógv bíligari,
samstundis sum byggivinnan hevði
fingið nógv meira arbeiði sum
serliga í hesum døgum hevði verið
sera passandi.
Vit kunnu so bara spyrja, hví
støðan er sum hon er. Tað at
byggja bygningar er nakað, sum
mydnugleikarnir ikki hava hildið
nógv um. Ikki ein gong eitt tinghús
vildi løgtingið byggja, tí tað skuldi
blíva for fínt og dýrt. Og staðseting
av stovnum er eisini eitt mál, sum
blóðið hjá tingfólkum í kók.
Vit hava sæð síðstu árini nú
landsstýrisfólk hava fingið størri
heimildir – at almennir stovnar
hava verið fluttir úr Havnini í óðum
verkum. Her skal ikki vera sagt, at
hetta ikki kann gerast, men tá tað er
gjørt, so er tað gjørt í óðum verkum,
tí um hetta var fyrireikað alment, so
hevði onkur lagt fót, so einki skuldi
hent. Tað vísir seg, at tað er lættari
hjá einum landsstýrisfólki at flyta
ein stovn úr Havnini út á bygd, enn
tildømis at etablera ein stovn væl
og virðiliga í Havnini við at byggja
ella keypa ein bygning.
Tann stundin er helst komin, at
tað almenna fær sær føtur undir
egið borð. Samfelagsbúskaparliga
hevði tað uttan iva verið skilagott,
at landið bygdi sær síni egnu hús at
hýsa sær sjálvum.
Rasmus Seebach
øskufastur
Føtur undir Egið borð
Er public
service fyri
øll?
Helena dam á neystabø
kjak á síðu 15
Ov
nógvir
høvdingar
kári á rógvi
kjak á síðu 16
Tað tykiskt ikki, sum um
fyrr verandi og nú ver andi
toppur í Sam bands flokk
inum hava nógv samband.
Edmund Joensen sóknast í
lesarabræv í blað num í dag
eftir, hvat Kaj Leo Jo hanne
sen held ur um stjórn ar skip
anar ar upp skot ið. Edmund
Joensen vísir á, at endamálið
við
stjórnar skipanar upp
skot in um er at lirka loys
ing ina inn gjøgnum bak
dyrnar. Hann finst eisini at
fjølmiðlunum, sum lítið og
einki hava gjørt við hetta
málið eftir hansara tykki.
Tað var ikki gamalt, at
tingmenn fóru í bløðini at
finnast at sínum egnu – og
serliga ikki eftir sínum egna
formanni. Men hetta er í dag
gerandiskostur, og hóast tað
tykist sera margháttligt,
so vísir Edmund Joensen
á eitt tíðindaskriv frá Kaj
Leo Johannesen, sum hann
sendi út fyri 23 døgum
síðani. Í hesum tíðindaskrivi
segði Kaj Leo Johannesen,
at »ein komandi føroysk
stjórnarskipan má virða ta
støðu, sum Føroyar hava í
ríkisfelagsskapinum« – og
at hann fór at spyrja Lars
Løkke Rasmussen, for sætis
ráðharra, hvat hann helt um
hetta.
Eftir øllum at døma
hava Edmund og Kaj Leo
ikki tosað saman síðani 14.
apríl – hóast teir eru í sama
flokki, sum eisini stjórnar
landinum – og fyri sovítt
eisini ríkinum.
Slíkst sást ikki, tá floks
formenn vóru menn sum Atli
Dam, Erlendur Patursson
ella Pauli Ellefsen. Men
Edmund Joensen kom sum
floksformaður í ta óhepnu
støðu sjálvur at verða feldur
sum floksformaður, og tað
er kanska ein Uriaspostur,
sum Kaj Leo Johannesen
situr í, har hann er bossur
hjá trimum fyrrverandi løg
monnum, Edmund, Anfinn
og Jóannes...
eirikur@sosialurin.fo
Sambandinum
vantar samband
Stovnar er fluttir
út á bygd í óðum verkum