fríggjadagur 7. mai 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 78 · 7. mai 2010
2
VIKUSKIFTI
Modell í New York
Gev mær
ein ladara
og ein ctrl+z
knøtt
Redaktørur: Inna Törnroos
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Sirikit Jacobsen / Mynd: Álvur Haraldsen
4 SaMrøða: Sirikit JacobSeN
7 TIPS: MaMMudaguriN
8 90 SEkund: MariaNN kleiN ivaNSdóttir
10 Bakgrund: Facebook
12 rEPorTaSJa: SaltSiloiN á drelNeSi
14 TIl arBEIðIS: Fríðhild wiNther
15 uMafTurafTuruM: høgNi dJurhuuS
16 Bakgrund: deMokratiSkar reMbiNgar á kuba
18 SPyrST So lIvST: rigMor Svarar
19 Mín BESTa uPPSkrIfT: heitur rækJurættur
23 Tað HEndur: koNSertir, bøkur, SeNdiNgar osfr.
24 vIkuMyndIn: beSta MYNdiN í vikuNi
Telefonin, teldan og tannbustin - hesi trý ting
góvu mær nakað at hugsa um nú ein dagin.
Tey vera øll trý brúkt nógv, og øll trý
hava brúk fyri at blíva lødd við jøvnum
millumbili.
Eg brúki tey nakrar tímar, og so geva tey
eitt lítið ljóð, ið signalerar, at nú hava tey
brúk fyri nýggjari orku.
Tey ávara nakrar ferðir, og takið eg tey
ikki í álvara, so slokna tey. Slutt - finido -
orkan er uppi!
Spurningurin er, um vit menniskju ikki
eisini burdu verið inrættaði sum hesi el-tól.
Tað hevði verið hent at havt ein vísara, ið
vísir, hvussu stendur til við orkuni. Tá tað fer
at lýsa reytt er bara at leggja seg á sofuna
eina løtu til grøna ljósið bleiktrar aftur.
Nú koyra vit ofta til reyða ljósið lýsir,
ávaringin hevur ljóðað, og ljósið er sloknað.
Speedarin er í botn, og oftani steðga vit
ikki, fyrrenn krasjið er verðuleiki, og vit
verða noydd av likamligum og sálarligum
grundum at steðga.
Onnur el-tól, ið eg mangan havi ynskt
vóru menniskjalig, er ein ON/OFF knappur á
børninum. Hugsa tær at bara seta á OFF tá,
tey skulu sova, og so á ON tá tey skulu upp
morgunin eftir. Genialt - útsvøvnd børn, ið
vakna glað, og tá man sjálvur vil tað.
At trýsta Ctrl+z (angraknøtturin á
telduni) hevði sjálvandi heldur ikki verið
av lagi at havt í veruliga lívinum. Mangan
gleppur okkurt um varrarnar, ið hevði verið
betri at havt fyri seg sjálvan. Ein ctrl+z
knøttur hevði loyst tann trupulleikan!
Og so ikki at gloyma ctrl+f (finna-
knøtturin) - sum eg mangan sakni hann,
tá lyklar, húgvur, lummabók, suttir og
fjarstýringar skulu finnast heima.
Ein tann stuttligasta samanblandingin
av tí elektroniska heiminum og tí veruliga
er søgan um mannin, ið fór í kirkju og
setti seg á aftasta bonk. Hann hevði spælt
í so nógv Tetris heima, og meðan hann
lýður á gudstænastuna byrjar hann at fylla
rekkjurnar við kirkjufólki - tvey úr hasari
rekkjuni og fimm úr hinari - so havi eg eina
fulla rekkju...
INNIHALD
Jonna Joensen gongur á handilsskúla
í Kambs dali, og á heysti 2009 var hon
sam an við flokkinum á námsferð í
USA. Leiðin gekk til New York og
Washington.
Tá hon gekk á gøtuni í New York
varð hon steðgað av einari kvinnu, ið
spurdi um hon vildi verða modell fyri
hennara armvermarar.
– Hon var nýblivin sniðgevi og
hevði áður skrivað handrit til filmar,
greiðir Jonna frá.
Jonna trúði ikki rættuliga upp á
kvinnuna, men eftir at hon kannaði
heimasíðuna og hølið, har myndirnar
skuldu takast, gjørdi hon av at taka
av.
– Studio, har myndirnar vóru tiknar,
lá á Manhattan og er sama studio, har
myndirnar til »American Topmodel«
verða tiknar. Colgate og L'Oreal nýta
eisini sama studio, sigur Jonna.
Jonna var sminkað og gjørd í stand,
og dagurin gjørdist eitt satt upplivilsi.
Nakra løn fekk hon ikki fyri ómakin,
men hon fekk allar myndirnar.
Jonna hevur ikki fingist nakað ser-
ligt við at vera modell áður, men fyri
stuttari tíð síðani hevur hon eisini tikið
myndir til troyggjurnar hjá Navia.
Føroyska JoNNA JoeNseN bleiv steðgað á gøtuni í New
York, tá hon var á Námsferð við Flokkinum í heyst. ein
sNIðgevI vildi nýta hana sum moDeLL til ArmvermArAr.
klumman
Inna
Törnroos
mYND: tilvildarlig
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
Jonna Joensen í armvermarum
frá ArmCandyCulture
Jonna var á námsferð við
flokkinum í New York