Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 54 - 17. mars 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Ídag verður fyrsta ítøkiliga stigið tikið til at fáa eina nýggja skipan fyri føroysku tjóðina - í ella uttan fyri ríkiseindina - síðani síðst í fjøruti- árunum, tá heimastýrisskipanin varð sett í gildi. Landsstýrið fer alment til samráðingarnar við tí endamáli at skipa Føroyar sum fullveldisríki, men kjaksendingin Krosskast í sjónvarpinum mikukvøldið avdúkaði, at tað tykist vera langt millum Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokin. Somuleiðist vísti sendingin, at langt er millum teir báðar andstøðuflokkarnar, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, men hinvegin tykist ikki at vera so langt millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, ella í hvussu so er løgmann. Landsstýrið hevur fullan demokratiskan rætt at fara til Danmarkar at samráðast um eina nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar, men tað er harmiligt, at grundarlagið undir samráðingunum ikki fevnir um andstøðuna, ella part av andstøðuni eisini. Serliga, tá tað ikki tykist vera langt ímillum landsstýrissamgonguna og Javnaðarflokkin. Somuleiðis er undirtkan í fólkinum ov lítil, tá nýggja veljarakanningin vísir, at meirilutin fyri fullveldi er minni enn eitt prosent. Hetta er so sjálvandi undan samráðingunum. Ikki fyrr enn eftir samráðingarnar, tá vit síggja úrslitið, hava føroyingar veruliga møguleika at siga, um teir vilja hava fullveldi ella ikki. Veljaakanningartey seinastu árini hava víst, at ein stórur meiriluti í fólkinum vil hava broytingar, og ein meiriluti hevur vilja havt eina broyting, sum liggur millum heimastýrisskipanina og fulla loysing. V. ø. o. hevur fólkið ynskt eina skipan, sum Javnaðarflokkurin hevur mælt til, og sum Fólk- aflokkurin í mong ár kundi taka undir við í tí sokallaða "stig fyri stig"-politikkinum. Nú fáa vit at siggja, hvussu samráðingarnar fara at enda, men tað skuldi ikki undra, at ein endalig - ella ávegis loysn - fer at liggja á tí, kós, sum Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og helst eisini Sjálvstýrisflokkurin áður hava mælt til. Allar viðmerkingar frá donskum politikkarum benda á, at skiftistíðin verður ikki so long, sum landsstýrisflokkarnir fyrigykla sær, og tað er óðamannaverk at lýsa eitt fullveldi uttan eina drúgva tillagingartíð, tá vit lækka blokkin og taka yvir tey málsøki, sum danir enn umsita og hava ræði á. Natúrligasta leiðin er at gera ein nýggjan sátt- mála millum Danmark og Føroyar, sum greitt gevur føroyingum møguleikan at taka yvir øll málsøki, tá vit ynskja tað, og sum gevur føroy- ingum eitt hóskiligt skopbrá at grast fíggjarliga sjálvbjargnir. Hetta hevði verið ein virðiligari loysn, sum óivað ein størri partur av føroyingu- num hevði tikið undir við. Hóast spjaddir so má ásannast, at dagurin í dag og tíðin fyri framman er eitt søguligt tíðar- skeið, sum fær alstóran týdning fyri framtíðina hjá tí fólki, sum her býr. Vit mugu bara vóna, at samráðingarnevndin vísir ábyrgd og fær eitt úrslit, sum flest møguligir føroyingar kunnu taka undir við. Søguligur dagur Føroyingar skulu vænta harðar treytir Danskir eygleyðarar eru á einum máli um, at tað fer at verða trupult hjá landsstýrinum at fáa í lag eina avtalu um drúgva skiftistíð undir ríkisrættar- ligu samráðingunum JOHN JOHANNESSEN ÚR KEYPMANNAHAVN Skulu føroyingar valda í Føroyum, skulu teir eisini gjalda. Hesum eru flest allir danskir politikarar sambært politika eyglaðaranum hjá Politikken, Ninu Lauritsen, samdir í. Hon sigur, at før- oyingar allar hægst kunnu vænta sær eina skiftistíð á fimm ár. Nina Laurtizen heldur seg vita, at danski forsætisráð- harrin hevur gjørt eina av- talu við andstøðuna á fólk- atingi um at standa saman móti føroysa upplegginum um langa skiftistíð. Tískil kunnu útmeldingarnar hjá ávikavist Anders Fogh Ras- mussen og Bent Bendtsen í útvarpinum fyrrakvøldið, um at skiftistíðin ikki verð- ur long, metast sum ein fel- ags meining fyri danskar politikarar - bæði úr sam- gongu og andstøðu. Løgmaður bjartskygdur Hóast hetta er løgmaður bjartskygdur. Hann sigur, at talan er um eina samráðing- arstøðu, og tí er tað púra náttúrligt, at danir koma við slíkum útmeldingum. – Eg eri vísur í, at vit fáa í lag eina góða avtalu, ið allir føroyingar kunnu taka undir við, eisini tá talan er um skiftistíð, segði Anfinn Kallsberg av flogvøllinum í Kastrup seinnapartin hós- dagin. Heldur ikki nýggjasta veljarakanningin, ið SvF og Sosialurin hava gjørt í felag, nervar løgmann. Sambært kanningini taka 45,5 pro- sent av føroysku veljaru- num undir við fullveldisætl- anini, meðan 44,8 prosent av veljarunum eru ímóti ætlan landsstýrisins. So- stætt kann ikki tosast um breiðan meiriluta fyri kann- ingini. – Kanningin vísir heilt greitt, at føroyingar taka undir við, at landsstýrið hevur sett hol á samráðingar um ríkisrættarligu støðuna, og eg eri sannførdur um, at so hvørt nýggjur sáttmáli kemur undir land, fer talið av teimum, ið taka undir við ætlan landsstýrisins, at vaksa, sigur løgmaður. Ov veika umsiting Á Christiansborg eru tey ikki heilt samd við Anfinni Kallsberg. Danir halda, sambært politiska eygleið- aranum hjá Politikken, at Føroyingar als ikki eru førir fyri at taka fullveldi. – Føroyska umsitingin er ov veik. Hetta hava vit fleiri dømi um. Millum annað sóu vit hetta, tá Føroya Banki í síni tíð fór á heysin, sigur Nina Lauritzen. Danska fjølmiðlakvinnan sigur seg eisini vera vísa í, at danskir politikarar halda uppleggið hjá landsstýri- num um, at øll mál skulu takast yvir, og at nøkur teirra síðani skulu latast dønum aftur at umsita, vera løgi. Hon heldur, at betur hevði verið, um føroyingar spakuliga arbeiddu seg fram ímóti fullveldi, so hvør teir vóru førir fyri tí. Fáa fullveldi Nina Lauritzen ivast kortini ikki í, at føroyingar fara at fáa fullveldi. Men tað verð- ur ikki eftir tí leisti lands- stýrið vil. – Danir eru við at gerast troyttir av føroyingum. Teir vilja fegnir lata føroyingar fáa fullveldi, men so gevast danir at gjalda. Tað er jú púra náttúrligt, sigur danska tíðindakvinnan. Christiansborg er karmur um samráðingarnar Mynd: Jens Kristian Vang Nina Laurtizen heldur seg vita, at danski forsætisráðharrin hevur gjørt eina avtalu við andstøðuna á fólkatingi um at standa saman móti føroysa upplegginum um langa skiftistíð Mynd: Jens Kristian Vang Fólkaflokkurin stóra afturgongd EIRIKUR LINDENSKOV Fólkaflokkurin hevur stóra afturgongd í veljarakann- ing, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin og Sjónvarp Føroya, sum eisini vísir, at sitandi samgongan hevði mist meirilutan á tingi. Við seinasta løgtingsval 30. apríl 1998 fekk Fólka- flokkurin 21,3% av atkvøð- unum, men sambært kann- ingini hevði flokkurin bert fingið 16,1%. Hetta er ein afturgongd upp á heili 5,2% og merkir tað, at flokkurin missir tríggjar av teimum átta tingmonnunum, flokk- urin hevur. Størstu framgongdina hevur Javnaðarflokkurin. Við valið seinast fekk flokk- urin 21,9% av atkvøðunum. Var val í dag fekk flokkurin 27,3% - ein framgond upp á 5,4% - og tveir tingmenn. Sambandsflokkurin fær eisini framgond í veljara- kanningini. Við valið sein- ast fekk flokkurin 18%. Var val í dag fekk flokkurin 21,9%. Ein framgongd upp á 3,9% og ein tingmann meira. Tær stóru broytingarnar eru ikki at síggja hjá hinum flokkunum. Tjóðveldis- flokkurin fær eina fram- gongd upp á 0,6%. Flokk- urin fer frá 23,8% til 24,4, men hetta førir ikki til broy- tingar í tingmannatalinum. Sjálvstýrisflokkurin gongur aftur við 1,7% frá 7,7% til 6,0%, og Miðflokk- urin fer frá 4,1% til 4,3%. Við hesum hevur sam- gongan hjá Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum mist meirilutan á tingi. Við valið seinast fingu hesir flokkar- nir 18 tingmenn tilsamans. Í dag høvdu teir verði 15. Javnaðarflokkurin, Sam- bandsflokkurin og Mið- flokkurin hava sambært hesi kanningini 17 tinmenn - og sostatt meirilutan á tingi. Samgongan hevði mist meirilutan á tingi, um val var í dag. Fólkaflokkurin hevði verið stóri taparin og Javnaðarflokkurin stóri vinnarin Samgongan hevði mist meirilutan á tingi, um val var í dag. Fólkaflokkurin hevði verið størsti taparin - og mist tríggjar tingmenn. Javnaðqrflokkurin hevur verið størsti vinnarin - og økt tingmannatalið úr sjey upp í níggju 0 5 10 15 20 25 30 Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldisflokkurin Miðflokkurin Kr. Fólkaflokkurin Verkamannafylkingin 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 1 0 Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldisflokkurin Miðflokkurin Kr. Fólkaflokkurin Verkamannafylkingin