fríggjadagur 17. mars 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 54 - 17. mars 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 54 - 17. mars 2000
Stendur á jøvnum í
fullveldismálinum
Seinasta veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri So-
sialin og Sjónvarpið vísir, at tað nú stendur á jøvnum í
spurninginum um fullveldið. Samstundis vísir kanningin,
at meirilutin av veljarunum heldur, at tað ber til at finna
eina nýggja skipan innanfyri ríkisfelagsskapin
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað stendur á jøvnum í
spurninginum um fullveld-
ið. Tað vísir ein veljara-
kanning, sum Fynd hevur
gjørt fyri Sosialin og Sjón-
varpið.
Kanningin vísir, at knapp-
liga 46 prosent taka undir
við, at Føroyar verða skip-
aðar sum fullveldi, eftir
leistinum, sum samgongan
arbeiðir eftir, meðan knapp-
liga 45 prosent av veljarun-
um eru ímóti. Góð níggju
prosent av veljarunum hava
enn ikki tikið støðu.
Meira kjøt á
John Mortensen, sum hevur
staðið fyri at gera veljara-
kanningina metir orsøkina
til undirtøkuna vera at fólk
nú veit meira um hvat býr í
uppskotinum hjá samgong-
uni.
– Fyri einum góðum ári
síðani var ein veljarakann-
ing gjørd, har spurt varð um
fullveldi, men tá tóku bara
27 prosent undir við tí upp-
skotinum, sigur hann.
Nú er hetta talið hækkað
til knappliga 46 prosent.
– Til dømis tað, at vit
framhaldandi skulu hava
felags kong er viðvirkandi
til, at fólk taka undir við
fullveldismálinum nú meiri
enn fyrr.
Búskapurin ávirkar
Annars er John ivaleysur í,
at búskaparliga støðan í
Føroyum hevur stóra ávirk-
an á undirtøkuna fyri full-
veldismálinum.
– Í 1993 varð gjørd ein
kanning, sum vísti, at bara
tíggju prosent tóku undir
við loysing, sum tað tá varð
kallað og tá vóru fólk bang-
in um at vit ikki fóru at klára
okkum, sigur John Morten-
sen.
Nú er búskaparliga støð-
an í Føroyum munandi
batnað og tað ávirkar eisini
viljan hjá føroyinginum at
taka undir við uppskotinum
hjá landsstýrinum, heldur
John.
– Tað síggja vit eisini, um
vit hyggja at hvussu fólk
svara upp á spurningin um
ríkisveitingina. Har stendur
eisini á jøvnum. Umleið
helmingurin heldur, at rík-
isveitingin við tíðini eigur
at vera tikin burtur, sigur
John Mortensen.
Onnur skipan
Ein onnur áhugaverd nið-
urstøða í veljarakanningini
er, at meiri enn helmingurin
av teimum spurdu halda, at
tað ber til, at gera eina
nýggja skipan innanfyri rík-
isfelagsskapin.
Her er nakað, sum bendir
á, at Javnaðarflokkurin hev-
ur verið heppin við sínum
taktikki.
Flokkurin heldur fast við,
at teir ikki vilja úr ríkis-
felagsskapinum og at teir
heldur vilja hava eina
nýggja skipan innanfyri rík-
isfelagsskapin.
Knappliga 54 prosent av
teimum spurdu siga, at tey
halda at tað ber til, meðan
góð 32 prosent ikki vænta
at tað ber til.
Og hetta heldur John eis-
ini verða orsøkina til stóru
framgongdina hjá Javnaðar-
flokkinum í sjálvari veljar-
akanningini, sum er við-
gjørd aðrastaðni í blaðnum.
Fleiri vilja
leggja rygg til
Eisini vórðu veljararnir
spurdir um tey væntað, at
burturfallið av ríkisveiting-
ini fer at hava við sær fall í
livistøðinum.
Upp á henda spurning
svaraði sjeyndi hvør, at tað
mettu tey.
Tað, sum fyri samgong-
una er áhugavert í hesum
føri er, at næstan fjórði hvør
vil leggja rygg til eitt fall í
livistøðinum.
– Tað er lutfalsliga nógv
og sera áhugavert, sigur
John Mortensen.
– Hóast tað enn er meiri-
luti, sum ikki góðtekur, at
livistøðið lækkar, so gerast
tey, sum vilja leggja rygg
til falli alsamt fleiri, leggur
John afturat.
John sigur, at tað sum efit
øllum at døma liggur aftan-
fyri er nokk tað, at fólk
vænta at livistøðið bara fell-
ur fyribils.
– Eg kann hugsa mær, at
fólk vilja góðtaka eitt fyri-
bils fall, men tey rokna ikki
við, at fallið verður varandi.
Tey rokna við, at tað sum
verður mist í fyrsta umfari,
kemur aftur seinni.
Samráðingarúrslitið
flytir atkvøður
Í dag verður so hol sett á
samráðingarnar.
Mann-
sterkir eru føroyingar farnir
til samráðingar og um alt
gongur, sum landsstýrið
ætlar, so skal eitt úrslit vera
greitt áðrenn summarfrítíð-
ina.
Vit spurdu John, um hann
væntar, at eitt »gott« sam-
ráðingarúrslit fer at flyta
atkvøður til fullveldi, ella
um tað ikki fer at ávirka.
– Ganga samráðingarnar
væl og eitt nú skiftistíðin
verður lagalig, so er ikki
óhugsandi, at fleiri fara at
taka undir við uppskotinum
hjá samgonguni. Sum eg
segði í áðni, so hevur bú-
skapurin sera nógv at siga í
hesum málinum og tí vænti
eg, at ein long skiftistíð fer
at geva størri undirtøku, sig-
ur John Mortensen.
– Nøgdir við Javnaðarflokkin
Veljarakanningin vísir, at framferðarhátturin hjá Javnað-
arflokkinum er góðtikin av veljarunum, meðan Fólka-
flokkurin verður revsaður fyri m. a. ikki at vera greiður í
sínari talu, heldur John Mortensen frá Fynd
SVEINUR TRÓDNARSON
Javnaðarflokkurin fær herð-
aklappini meðan Fólka-
flokkurin fær ein dyggan
undir vangan. Javnaðar-
flokkurin fær tveir ting-
menn afturat, meðan Fólka-
flokkurin stendur til at
missa tríggjar.
So greið er niðurstøðan í
veljarakanningin, sum Fynd
hevur gjørt fyri Sosialin og
Sjónvarpið.
Sambært veljarakanning-
in hevði Fólkaflokkurin ver-
ið tann heilt stóri taparin um
val var í dag, meðan Javn-
aðarflokkurin hevði verið
tann heilt greiði vinnarin.
Ógreið tala
John Mortensen frá Fynd,
heldur orsøkina til at velj-
arin revsar Fólkaflokkin
vera, at teir eru ógreiðir í
síni talu.
– Anfinn Kallsberg tekur
fult undir við fullveldismál-
inum, men lurta vit eftir
Bjarna Djurholm og Óla
Breckmann so eru teir meira
ullintir í tí teir siga. Teir tosa
nógv um búskap í sambandi
við fullveldi og tað kann
verða ein orsøk til, at velj-
ararnir eru rýmdir, sigur
John Mortensen.
Ein onnur orsøk kann
vera, at Fólkaflokkurin hev-
ur tosað nógv um skatta-
lætta síðani samgongan
kom fram at, men har er
einki hent.
– Eg skal ikki siga, at tað
er orsøkin, men tað er ikki
óhugsandi, at tað er viðvirk-
andi til stóru afturgongdina,
sigur John.
Kortini leggur hann aft-
urat, at Fólkaflokkurin altíð
stendur seg illa í veljara-
kanningum, men tá val er,
stendur kortini ikki so illa
til.
Virkin í andstøðu
Stóri vinnarin er Javnaðar-
flokkurin. Her heldur John
Mortensen at tað eru fleiri
orsøkir. Millum annað hev-
ur Javnaðarflokkurin verið
aktivur í fullveldismálinum
og tað tykist, sum veljarar-
nir hava lyndið til at taka
undir við honum.
– Harafturat hava teir ver-
ið sera aktivir í andstøðuni,
eins og Sambandsflokkurin,
sum eisini hevur stóra fram-
gongd, og tað trúgvi hevur
sína stóru ávirkan á fram-
gongdina, sigur John Mort-
ensen.
Hann vísir á, at báðir
flokkarnir hava gjrøt nógv
burtur úr at leggja uppskot
fyri tingið og hóast hesi
uppskot ikki hava fingið
undirtøku í tinginum, so
geva veljararnir flokkunum
báðum herðaklapp fyri sítt
arbeiði.
– Harafturat hevur Jóann-
es Eidesgaard markerað seg
nógv í fullveldismálinum
og tað hevur sína heilt
greiðu ávirkan, sigur John
Mortensen.
Tá tað um Sambands-
flokkin ræður heldur hann,
at tað serliga er tann virkni
andstøðupolitikkurin, sum
er orsøkin til, at flokkurin
hevur so stóra framgond.
Heldur tørn
Størsti flokkurin til seinasta
val var Tjóðveldisflokkurin
og hóast flokkurin sambært
veljarakanningini ikki verð-
ur størstur, so fær hann kort-
Sum støðan er í løtuni, so taka fleiri undir við ætlanini hjá samgonguni um fullveldi
enn tað eru ímóti. Men munurin er bara eitt prosent. Tá spurt verður um fólk halda at
tað ber til at gera eina nýggja skipan innanfyri ríkisfelagsskapin, er nógv størri mun-
ur. Tá siga 54 prosent, at tey halda at tað ber til, meðan 32 meta, at tað ikki ber til.
Grafikkur: Sosialurin
0
5
10
15
20
25
30
35
40
45
50
ja
nei
veit ikki
Val, apríl '98
Kanning mars 00
Í mun til seinasta val
Fólkaflokkurin
21,3
16,1
-5,2
Sambandsflokkurin
18,0
21,9
3,9
Javnaðarflokkurin
21,9
27,3
5,4
Sjálvstýrisflokkurin
7,7
6,0
-1,7
Tjóðveldisflokkurin
23,8
24,4
0,6
Miðflokkurin
4,1
4,3
0,2
Kr. Fólkaflokkurin
2,5
-
-
Verkamannafylkingin
0,7
-
-
Tilsamans
100,0
100,0
ini eina framgongd.
– Hon er ikki so stór, men
tað er kortini ein fram-
gongd. Tað er kanska løgið,
tá havt verður í huga tað,
sum flokkurin hevur verið
ígjøgnum í seinastuni, ser-
liga tá hugsað verður um
rúsdrekkatrupulleikarnar.
Hugsa vit so um, at flokk-
urin annars ikki hevur fing-
ið so nógv onnur av sínum
málum ígjøgnum, so er tað
enn meira undrunarvert, at
teir halda tørn, sigur John
Mortensen.
Hann vísir samstundis á,
at Tjóðveldisflokkurin í
fleiri førum beinleiðis hevur
verið noyddur at bakka, og
kortini sæst tað ikki aftur í
kanningini.
Sum
dømi
nevnir hann fiskivinnumál
og landsverkfrøðingin.
– Men frágreiðingin kann
vera, at veljararnir flokkast
um tað eina málið - full-
veldismálið, tí her er flokk-
urin púra greiður. Tað er
ikki óhugsandi, at veljarar-
nir halda seg til flokkin av
teirri orsøk, at nú hendir
nakað í tí málinum og tí eru
teir trúðfastir, sigur John
Mortensen.
Viðvíkandi smærru flokk-
unum vil hann ikki siga
stórvegis,
tí
statistiska
óvissan ger, at tað er torført
at úttala seg um teirra støðu
sambært veljarakanningini,
sigur hann.