fríggjadagur 17. mars 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 54 - 17. mars 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 54 - 17. mars 2000
Fara nú at taka virkið
frá Føroya Fiskavirking
an.
Hann sigur, at hann ivast
ikki í, at verður flakavirkið
ikki latið upp heilt skjótt,
ivast hann ikki í, at Býráðið
fer at taka málið upp.
Sjálvur metir hann støð-
una so, at er onki hent longu
í summar, fer Býráðið at
taka málið upp tá.
Hildin uppi við práti
Jógvan Krosslá sigur, at
sum rímiligt er, kom tað
sera dátt við hjá vágbingum,
tá ið Fiskavirking gjørdi av
at lata virkið í Vági aftur.
– Longu tá, settu vit okk-
um í samband við sakfør-
ara at kanna møguleikarnar
fyri at bera so í bandi, at
virkið kundi verið latið upp-
aftur.
Eitt nú varð hugsað um
at siga sáttmálan við Fiska-
virking um grundstykkið
upp.
– Men tá var tað, at
kongafiskurin úr Irmingar-
havinum var uppi, og Bý-
ráðið gjørdi tí ikki meiri við
málið, tí vit hava ikki viljað
lagt teimum forðingar í veg-
in.
– Tað datt tó niður fyri
aftur
beinanvegin.
Og
hvørja ferð, vit hava røtt um
at siga sáttmálan uppaftur,
hevur Fiskavirking havt
onkra ætlan um at lata tað
uppaftur.
– Hvørja ferð er tað tó
dottið niður fyri aftur og
virkið stendur enn stongt.
Jógvan Krosslá sigur, at
soleiðis er Kommunan hild-
in uppi við práti øll hesi
árini.
–Men tað skal vera mark
fyri, hvussu leingi vit kunnu
bíða. Og tað markið eru vit
farin um nú, sigur Jógvan
Krosslá.
Tí er ongin ivi um, at vit
fara at taka málið upp,
longu nú í summar, um onki
er hent tá.
Brúk fyri virkinum -
ella økinum
Jógvan Krosslá sigur, at
umstøðurnar eru tær siomu
í Vági, sum so nóg aðra-
staðni:
Tað vil siga, at tað er fyri-
tøkan, sum eigur flakavirk-
ið, men tað er kommunan
sum eigur grundstykkið.
Sostatt er tað kommunan,
sum
leigar
fyritøkuni
grundstykkið til at seta
flakavirkið á.
Men í leigusáttmálanum
stendur, at verður virkið ikki
brúkt í tvey ár til tað
endamálið, sum tað varð
ætlað til, nevniliga fiska-
arbeiði, so kann leigusátt-
málin sigast upp uttan víð-
ari.
Í sáttmálanum stendur
eisini, at roynir fyritøkan at
selja virkið, og tað miseydn-
ast, hevur kommunan rætt
til at keypa tað fyri helvtina
av prísinum.
Og tað eru hesar treytir-
nar í sáttmálanum, sum
Vágs Býráð nú ætlar at gera
álvara av at brúka.
Men Jógvan Krosslá sig-
ur, at tað er lítið hugsandi,
at kommunan fer at keypa
virkið.
Hinvegin fer kommunan
uttan himpr at siga sáttmál-
an við Fiskavirking um
grundstykkið upp, um ikki
okkurt heilt ítøkiligt hendir
heilt skjótt.
– Vit kunnu ikki blíva við
við at standa og hyggja at,
ímeðan virkið liggja stilt.
– Og vil Fiskavirking ikki
brúka virkið, mugu onnur
sleppa framat at brúka tað.
– Ella í hvussu so er,
mugu onnur sleppa framat
at brúka grundstykkið.
Stórur áhugi
Jógvan Krosslá sigur, at tal-
an er um eitt grundstykkið
uppá heilar 6.000 fermetrar.
– Kommunan eigur ikki
fliri slík grundstykki niðri
á havnalagnum og tað sigur
seg sjálvt, at tað kann ikki
liggja óvirkið, sigur býráðs-
formaðurin.
Og hann sigur, at tað er
stórur áhugi fyri virkinum.
– Fleiri hava roynt at
keypa virkið, men Fiska-
virking hevur kravt so nógv
fyri tað, at tað er ongantíð
borið til.
Harafturat hevur Fiska-
virking eisini lagt tær treytir
við, at keyparin má ikki
brúka tað til virksemið, sum
kappast við Fiskavirking.
– Og tað er heldur ikki
fallið í góða jørð hjá Bý-
ráðsformanninum í Vági.
Jógvan Krosslá veit ikki,
hvussu nógv Fiskavirking
hevur kravt fyri virkið.
Men tað hevur ljóðað fyri
vist, at Fiskavirking hevur
bjóðað virkið í Vági til sølu
fyri einar 11 milliónir og tað
verður hildið at vera ov dýrt.
Ikki minst tá ið hugsað
verður um, at keyparin eis-
ini má binda seg til ikki at
fara undir framleiðslu, sum
kappast við Fiskavirking og
at møguleikarnir tí eru rætti-
liga avmarkaðir.
Noyðast at taka eina
avgerð
Av tí, at virkið hevur ligið
stilt í so nógv ár, uttan at
nakað sum helst røkist fyri,
at nakað hendir, ætlar Bý-
ráðið nú at noyða Fiskavirk-
ing til at taka eina avgerð
um virkið í Vági nú.
– Vil Fiskavirking ikki
lata virkið uppaftur heilt
skjótt, má virkið verða selt
fyri ein prís, og fyriu treytir,
sum keyparar kunnu ganga
undir.
– Men eydnast tað heldur
ikki at selja virkið, verður
sáttmálin sagdur upp.
– Og taka ætlanir seg upp,
sum virkið í Vági ikki kann
brúkast til, er tað sjálvandi
ein møguleiki fyri, at Fiska-
virking verður biðið um at
taka virkið niður, so at ann-
að virkið kann verða bygt
ístaðin, sigur Jógvan Kross-
lá.
Jógvan Krosslá harmast
annars um, at virkið skal
liggja stilt.
– Tað er annars ikki á-
ræðið, sum manglar í Vági.
Tí tað er ikki longeri síðani
enn fyrst í nítiárunum, at alt
var fullkomiliga øskukalt í
Vági.
Men so fóru aftur so
smátt at spíra og hesi sein-
astu árini eru fleiri nýggj
virki bygd. Arbeiðið er tó
nakað óstøðugt enn. Og tí
er tað harmiligt, at eitt so
stórtvirkið, sum hetta, skal
liggja stilt, sigur Jógvan
Krosslá.
Vágbingar hava
nú mist tolið við
Føroya Fiska-
virking. Og letur
virkið í Vági ikki
uppaftur heilt
skjótt, fer komm-
unan heilt einfalt
at syrgja fyri, at
Fiskavirking
missur virkið
ÁKI BERTHOLDSEN
–Antin verður tað stóra
flakavirkið hjá Føroya
Fiskavirking í Vági latið
upp aftur heilt skjótt. Ella
skal Fiskavirking missa tað.
Vábgingar hava nú av
álvara mist tolið við Føroya
Fiskavirking.
Og Jógvan Krosslá, bý-
ráðsformaður í Vági, sigur,
Fiskavirking fær nú tvinnar
kostir í at velja.
– Antin letur tað virkið
uppaftur helt skjótt, ella má
onkur annar fáa møguleik-
Vágbingar hava sanniliga stríðst fyri sínum flakavirki. Heldur ikki fýrdu tey fyri atseta beinleiðis tiltøk í verk, tá ið
Fiskavirking ætlaði at taka maskinur og útgerð av virkinum og flyta tað aðrastaðni. Alla tíðina hevur vónin verið, at
flakavirkið bleiv latið uppaftur. Men alt hevur verið til fánýtis - og nú er tolið uppi
Veljara kanningin styrkt
landsstýrið í trúnni
At 45,5% av velj taka undir við fullveldisaælanini styrkir landsstýrið í trúnni
um undirtøku fyri sáttmalanum.
JOHN JOHANNESEN,
KEYPMANNAHAVN
Løgmaður og landsstýris-
fólkini, Høgni Hoydal, Hel-
ena Dam á Neystabø og
Jørgen Niclasen eru øll á
einum máli um, at nýggjasta
veljarakanningin sýnir stóra
undirtøku fyri fullveldis-
ætlanini. Hóast lítli munur
er á prosenttølunum á teim-
um, sum eru fyri og ímti
fullveldi, so væntar lands-
stýrið, at talið á teimum,
sum taka undir við fullveld-
isætlanin hækikar, tá nýggj-
ur sáttmáli fyriliggur.
– Hetta sýnir okkum jú,
at fólk taka undir við tí, sum
vit eru í ferð við at gera,
sigur Anfinn Kallsberg, løg-
maður. Tó siga bæði løg-
maður og Høgni Hoydal seg
ikki kunna gera nágreinilig-
ar viðmerkingar, fyrr enn
teir hava fingið at vita ná-
greiniliga prosentbýtið mill-
um flokkarnar.
Veljarakanningin hjá Sos-
ialinum og Sjónvarpinum
vísir, at báðir flokkarnir, ið
eru ímóti fullveldisætlanin,
Javnaðarflokkurin og Sam-
bandsflokkurin, hava fram-
gongd, meðan Fólkaflokk-
urin hevur stóra afturgongd,
meðan Tjóðveldisflokkurin
setndur í stað.
Hesi tøl nerva tó hvørki
Høgna Hoydal ella løg-
mann. Løgmaður og Jørgin
Niclasen eru á einum máli
um, at Fólkaflokkurin altíð
hevur havt vánalig útslit í
veljarakanningum.
– Eg eri vísur í, at vit
høvdu fingið eitt betri úrslit,
var tað veruliga val nú, sigur
Jøgrgin Niclansen.
Helena Dam á Neystabø
úr
Sjálvstýrisflokkinum
heldur tað vera eitt gott tek-
in, at Sjálvsstýrisflokkurin
stendur í stað, um hugsað
verður um, at hann er í sam-
gongu við tveimum flokk-
um á hvør sínum veingi.
Eisini hon heldur,at kann-
ingin sýnir okkum, at fólk
taka undir við fullveldisætl-
anini, tó leggur hon merki
til tølini fyri Javnaðarflokk-
in og Sambandsflokkin.
Danskir tíðindamenn eru
púra vísir í, at seinastu tølini
úr Føroyum um at danir
hava spart 90 milliardir
krónur av at hava hernaðar-
støð í Føroyum og Grøn-
landi hava givið fullveldis-
ætlanin bakslag.
Eisini halda teir seg vita,
at Poul Nyrup Rasmussen
hevur gjørt avtalu við and-
støðuna um at standa saman
við stjórnini í samráðingu-
num við føroyingar, sum tí
Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg, tá teir komu til Danmarkar seinnapartin í gjár
Mynd: Jens Kristian Vang
ikki fáa longri skiftistíð enn
fimm ár,
Løgmaður
og
Høgni
Hoydal eru samdir um, at
tølini
kunnu
hava
provokerað danir. Men
báðir tveir leggja dent á, at
tølini ikki skulu brúkast at
sláa danir í høvdið við, men
eru almannakunngjørd fyri
at spæla við opnum kortum.
Teir rokna eisini við, at
Nyrup hevur gjørt avtalu
við andstøðuna, men teir
vænta kortini at kunna
samráða seg fram til eina
góða avtalu, ið fólkið tekur
undir við.
Marjun Hanusardóttir,
løgmansstjóri og lands-
týrisfólkini Karststen Han-
sen og Helena Dam á
Neystabø
Mynd: Jens Kristian Vang
støðirnar kring landið
Í Gundadali
tel. 31 47 70
Í Kollafirði
tel. 42 10 83
Í Saltangará
tel. 44 91 33
Í Klaksvík
tel. 45 73 53
Í Sørvági
tel. 33 20 01
Í Leirvík
tel. 44 33 60
Í Skálafirði
tel. 44 12 00
VIKA 11
VIKA 11
1 Runaway Bride
2 EDtv
3 The Faculty
4 Kærlighed ved første hik
5 Familie Terapi
6 Den eneste ene
7 Wild Wild West
8 Når godtfolk kommer til byen
9 Lokkeduen
10 Universal Soldier
p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0
Sex Games
Bleeder