fríggjadagur 17. mars 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 54 - 17. mars 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 54 - 17. mars 2000
EDVARD JOENSEN
Klokkan er nakrar minuttir
í níggju. Tað er hósmorgun.
Við ferjuleguna Inni á Fjørð
í Vestmanna ganga nakrir
spentir myndamenn og ein
einsamallur tíðindamaður,
sum eru møttir at vita, hvat
ónøgdir lærarar fara at siga
samráðingarnevndini, sum
skal til Danmarkar at ting-
ast um fullveldi. Lærararnir
hava boðað frá, at teir vilja
ikki gera so nógv við full-
veldismálið, men heldur
tosa um støðuna í føroyska
fólkaskúlanum við landsins
leiðandi fólk.
Vit rulla spakuliga inn
eftir stóra parkeringsøki-
num, sum sær heldur tóm-
ligt út, nú bert heilt fáar
minuttir fyri tíðina, sagt er
frá, at lærararnir skulu hitt-
Forkølað
mótmæli
Eini 30 lærarafólk møttu upp við ferju-
leguna í Vestmanna at minna føroysku
samráðingarnevndina, sum fór til Dan-
markar at samráðast um fullveldi, á
støðuna í Fólkaskúlanum. Men sam-
ráðingarnevndin var als ikki við van-
ligu flogrutuni
ast. Her er helst ikki annað
at gera enn at fara ein túr á
kaffistovuna at bíða, til
okkurt hendir.
Vestanvindurin fer so trá-
ur sópandi eftir mestsum
tóma økinum. Ternan I ligg-
ur við ferjuleguna, og onkur
hendinga bilur er á veg um-
borð.
Inni á kaffistovuni sita
nakrar ungar kvinnu við eitt
borð umframt tveir mans
við eitt annað. Tað kundi
verið, at kvinnurnar vóru
lærarar, sum ætlaðu at mót-
mæla, men skilligt er, at
menninir bíða eftir bussi-
num, sum skal vestur í Vág-
ar við ferðafólki til flog-
farið.
Ája, vit fáa okkum kaffi,
og
myndamaðurin
hjá
Dimmalætting kemur og
setir seg við borðið at práta,
meðan bíðað verður.
Tað steðgar ein ljósabláur
Toyotabilur uttanfyri, og
onkur hoyrist siga við
kvinnuborðið við síðuna av,
at nú kemur formaðurin.
So er. Út stígur formað-
urin i Føroya Lærarafelag,
Elsa Birgitta Petersen. Og í
hølunum á henni koma
fleiri bilar, sum verða settir
á parkeringsplássini fram
móti kaffistovuni. Hetta eru
lærarar úr Havn, skilst. Ung
fólk. Mest kvinnur.
Tey koma øll inn at vita,
hvussu vorðið er. Um nakar
er komin við skeltum og
bannarum, sum ætlandi
skulu brúkast at vísa sam-
ráðingarnevndini. Formað-
urin fer yvir til diskin og
biður kioskdamuna um at
gera nógv kaffi, til tiltakið
endar. Ætlan teirra var, tá
flogrutan við sendinevndini
var farin, at koma inn at fáa
sær ein kaffimunn.
Mistonkiliggeran
Millum lærararnar, sum nú
gerast fleiri í tali, er ungur,
myrkhærdur maður í reyð-
um vindjakka. Hann sær
væl upplagdur út og gongur
og skemtar við ungu dam-
urnar, sum sita við borðini.
Men hann er væl saktans
komin higar, tí hann er í
álvarsligum ørindum.
Vit royna at sleppa fram
at manninum til at fáa eitt
prát um støðuna, og tí er
hann áhugaður fyri.
Otto Leo Gram, lærari í
Kommunuskúlanum
í
Havn, og er ógvuliga mis-
nøgdur við okkurt, sum s-
tjórin
á
Lønardeildini,
Tummas Magnussen, segði
í Fimmaranum í Útvarpi-
num mikukvøldið.
Otto Leo Gram, lærari, er
sera misnøgdur við, at ar-
beiðið hjá lærarunum verð-
ur mistonkiliggjørt.
Tá sagt verður, at vit
einki gera teir tímarnar,
sum ikki standa á tímatalv-
uni, er tað, at vit eiga at tala
at, sigur hann.
Otto Leo sigur, at hann
finnur seg ikki í at verða
mistonktur fyri onki at gera
teir tímarnar, sum settir eru
av til fyrireiking.
Hann royndi at ringja til
Fimmaran mikukvøldið,
sigur hann, men slapp ikki
ígjøgnum. Ætlan hansara
var at bjóða Karstini Hans-
en, landsstýrismanni í fíggj-
armálum, og Tummasi
Magnussen, stjóra á Lønar-
deildini, heim til sín at fylgt
fyrireikingini. Og so kundu
teir samstundis komið við í
skúla, sigur Otto Leo Gram.
Otto Leo sigur, at tey eru
komin til Vestmanna at vísa
sína ónøgd við mátan,
myndugleikarnir hava við-
gjørt
Fólkaskúlamálið
uppá.
Otto Leo sigur, at hann
fegin vil sleppa at siga sína
hugsan, tí hann heldur, at
nú er tíð uppá, at eisini fót-
fólkið sleppur framat. Hig-
artil hava vit bara hoyrt,
hvat topparnir í báðum
pørtum halda, sigur hann
Tað, málið í grundini snýr
seg um, sigur Otto Leo, er
at vit hava fingið eina
nýggja fólaskúlalóg, sum
vit ikki hava biðið um, men
sum fyri so vítt er fín.
Hann nevnir nøkur dømi
um, hvussu nógv eyka ar-
beiði verður lagt á lærar-
arnar, uttan at tilsvarandi
viðbót verður latin.
Álagt verður lærarunum
at arbeiða í toymum, og tey
toymini skulu hava so og
so nógvar fundir um arbeið-
ið.
Álagt er at skipa undir-
vísingina í breytum, og tað
krevur eina øgiliga fyrireik-
ing.
Álagt er at leggja eina
ársætlan fyri hvønn einstak-
an næming. Og tað merkir
hvønn einstakan, sigur Otto
Leo Gram.
Hann vísir á, at eru 24
næmingar í flokkinum,
verða tað 24 ársætlanir at
leggja í staðin fyri eina, um
hon varð løgd fyri allan
flokkin.
Tosað hevur eisini verið
um at innføra ársverk í
fólkaskúlan. Og tí er Otto
Leo Gram harðliga ímóti.
Hann hevur sjálvur sum
lesandi í starvsvenjing í År-
hus upplivað, at lærarar eru
koyrdir heim at avspáka, tí
teir hava gjørt sítt ársverk.
So eru onnur, eisini hann
sjálvur sum starvsnæming-
ur, biðin um at taka teirra
tímar. Í hansara føri varð
tað tó steðgað. Men tað er
greitt, sigur Otto Leo, at tað
gongur út yvir undirvísing-
ina, um so skal verða.
Hann dugir ikki at skilja,
hví alt hetta skal kroystast
inn á eitt arbeiði, sum hann
sjálvur heldur vera rættiliga
strævið frammanundan.
»Eg komi sum nýggjur
lærari og liggi vatnrættur í
luftini fyri at fá tað at hanga
saman. Tá so hetta kemur
aftrat, ber ikki til«, sigur
Otto Leo Gram, ungur lær-
ari í Tórshavnar Komm-
unuskúla.
Og hetta arbeiðið verður
mistonkiliggjørt av okkara
hægstu
myndugleikum,
sum heldur áttu at stuðla
lærarunum enn at sett teir í
ringt orð úti millum fólk,
sigur Otto Leo Gram.
Flýdd sendinevnd
Klokkan fer at nærkast
hálvgum tíggju, og væntast
kann, at bussurin við ferða-
fólki til flogfarið fer at
koma hvørja løtu.
Fólk reisast frá borðun-
um. Nú hava lærararnir
mannað fleiri borð á kaffi-
stovuni Inni á Fjørð. Jakkar
verða afturlatnir, og háls-
turriklæði og húgvur sett í
stand, áðrenn farið verður
út aftur í kuldan.
Og nú fara skelti og dúk-
ar at vísa seg. Mótmælandi
lærararnir fara oman til
skráan við ferjuleguna og
stilla seg við síðuna av
koyribreytini við skeltum,
sum siga, at tey eru ikki
nøgd við støðuna.
Nøkur teirra fara inn á
sjálvan skráan og festa har
einar tveir dúkar, ein hvør-
jumegin, við áskrift, sum
skal minna løgmann, fíggj-
armálaráðharran og onnur
á, at tey eiga at hugsa um
sín egna heimliga skúla,
áðrenn tey fara uttanlands
at tosa við onnur um mál,
vit enn ikki kenna ávirkan-
ina av.
Nakrir fáir bilar koma í
bíðirøðina. Onkur hevur á
orði, at løgið er, at eingin
av topppolitikkarunum er
komin við egnum bili. Og
hóast fólk ugga seg við, at
bussurin ikki er komin, fer
hugsanin um, at tey longu
eru farin vestur í Vágar við
aðrari rutu fyrr á morgni,
so smátt at breiða seg.
Bussurin er komin, og
skjótt verður staðfest, at har
er eingin sendinevnd í.
Onkur tekur eina mynd úr
bussinum av teimum mót-
mælandi lærarunum.
Tíðindamaðurin ringir á
flogvøllin at vita, um sendi-
nevndin møguliga skuldi
verið komin vestur, áðrenn
lærararnir møttu í morgun.
Jú, soleiðis er. Her sita
bæði Anfinn og Helena og
hugna sær yvir einum kaffi-
koppi, verður upplýst av
flogvøllinum. Tey hava
frætt um tiltakið, sum lær-
ararnir kunngjørdu í rætti-
liga góðari tíð, so fólk fingu
høvi at fara avstað undan
teimum.
Aftur fer formaðurin í
Lærarafelagnum at skipa
fyri. Gloymt er kaffið í
kaffistovuni. Nú ræður um
at fáa øll mótmmælisfólkini
í bussin og so vestur á flog-
vøllin at siga, hvat tey
halda.
Tí ikki skulu teir rósa av,
teir lættan sigur fá.
Og meðan hurðin í bussi-
num fer aftur, og lærararnir
stúgva seg saman á standi-
plássunum í bussinum,
sendir blaðmaðurin boð til
starvsfelagan í Sørvági um
at fara á flogvøllin at fylgja
gongdini víðari.
Bussurin rullar spakuliga
umborð á Sam, meðan So-
sialbilurin við myndamanni
og blaðmanni skundar sær
heim aftur til blaðhúsið á
Argjum.
Otto Leo Gram heldur,
at nú eigur fótfólkið
eisini at sleppa at siga
sína hugsan
Mynd: Álvur Haraldsen
AUSTRALSKT
KVØLD
Sosialurin - 311820
Fríggjadagin 17. og
leygardagin 18. mars
TIL MATNA VERÐUR
* Gratineraður royktur
lambsryggur reivaður í
urtareiðri og melón
* Strudsabúffur við grillaðum
hummarahala og squash,
kraftmiklari soppasós og
nøtubakaðum eplum
* Sjokolátakokosparfait
við suðurlendskum
fruktum
Borð bílegging á tel. 31 75 00
Kostnaður
kr. 270,-
Týsdagin 21. mars skipar
TK-Stovan fyri fundi um
produktivitet á Hotel Før-
oyum. Heitið produktiv-
itetur er lutfalsliga nýtt í
føroyskum virkisbúskapi.
Tá talan er um produktiv-
itet og mátingar av hes-
um, eru tað onnur lykla-
tøl, enn tey mest vanligu
roknskaparligu, ein skal
hava fatur á. Tá tosað hev-
ur verið um at bøta um
effektivitet/produktivitet,
hevur ofta verið fokuser-
að uppá lækking av lønar-
útreiðslum. Hetta er sjálv-
andi framvegis áhugavert,
men tá talan er um heild-
arproduktivitet, verður
fokus sett á allar tær ress-
ursur, ið verða nýttar í
fyritøkum.
Á hesum fundi fer Sím-
un Hammer frá Virkisráð-
geving Spf at vísa hvussu
ein miðvíst kann arbeiða
við at máta produktivitet
í einari fyritøku. Hann
kemur at gjøgnumganga
bæði hvussu ein kann
máta produktivitetin av
pørtum í einari fyritøku,
men dentur verður lagdur
á at vísa tey ymisku mát-
zini fyri produktivitet, og
hvussu hesi kunnu setast
saman og harvið geva eitt
mát fyri heildarprodukt-
ivitetin hjá fyritøkuni.
Eftir fundin skal ein
kunna vera førur fyri at
gjøgnumføra nakrar ein-
faldar produktivitetsmát-
ingar, m.a. við hjálp av
einum
produktivitets-
diskli, ið luttakararnir fáa
útflýggjaðan.
Fundur um
produktivitet
Ungmannafelagið Sam-
band hevði ársaðalfund
leygardagin 11. mars.
Nýggj nevnd varð vald,
og í henni sita nú: Jóhan
Petur Johannesen (for-
maður), Michael Jensen
(næstform.),
Gunnar
Nattestad (kassameist.),
Finnur Jensen (skrivari)
og Sámal Petur Petersen
(nevndarlimur).
Lisbeth L. Petersen,
løgtingslimur, var við á
fundinum, og hon greiddi
frá um sosialpolitikk.
Nýggi formaðurin sig-
ur, at felagið ætlar at skipa
fyri nógvum tiltøkum í
sambandi við, at fólkaat-
kvøða um framtíðarstøðu
Føroya, møguliga verður
í ár.
Unga Sambandið
aðalfund
Danskar kvinnur føða fleiri
og fleiri børn. Vit skulu aft-
ur til 70-ini fyri at síggja
hægri burðartøl í Danmark.
Í 1975 vóru í miðal fødd 1,9
børn fyri hvørja barnføra
kvinnu, men aftaná 1975
fall talið inntil tað í 1983
var heilt niðri á 1,4.
Síðani hevur gingið framá
í Danmark, og seinastu tøl-
ini vísa nú, at burðartalið er
yvir 1,7 børn fyri hvørja
barnføra kvinnu. Tað ljóðar
kanska ikki av nógvum,
men samanborið við onnur
ídnaðarlond, har føðitalið
fellur enn meira stendur væl
til í Danmark.
Av teimum »høgtútvikl-
aðu« londunum, hava bert
Frankaríkið, Noreg, Írland,
Ísland og USA hægri burð-
artal enn Danmark. Hægst
liggur USA við einum mið-
altalið uppá 2,1 barn. Í Nor-
eg fellur kurvan framvegis,
meðan í hinum londunum
er kurvan vend og er nú so
Burðartalið í Danmark hækkar
Danmark hevur nú lagt flest onnur ídnaðarlond aftur um seg , tá talan er um
burðartal fyri hvørja barnføra kvinnu
spakuliga hækkandi.
Hesi góðu útlit eru tó ikki
heilt uttan útreiðslur fyri
statin. Ein serlig analysa frá
Búðskaparráðnum vísir, at
ein hækking av burðartali-
Burðartøl fyri barnførar kvinnur
0,00
0,50
1,00
1,50
2,00
2,50
3,00
3,50
1970
1980
1990
1998
USA
Danmark
Holland
Týskland
Spanien
num uppá 0,05 ger, at út-
reiðslurnar hjá statinum
hækka tey næstu 25 árini.
Aftaná 50 ár kann mann
rokna við, at hesi fleiri
børnini fara at leggja til bú-
skapin. Tað tekur nógv ár,
áðrenn børnini eru komin úr
vøggustovum, barnagørð-
um, skúlum, universitetum
o. s. fr. og kunnu spjaða til
búskapin.
(Kelda: Vinnuhúsið)
Helena Dam á Neystabø,
landsstýrismaður
í
al-
manna- og heilsumálum
hevur valt limir í nýggju
Vísindasiðsemisnevndina
fyri Føroyar. Neyðugt er at
velja nýggja Vísindasið-
semisnevnd av tí at »lov om
ikrafttræden for Færøerne
af lov om et Videnskabs-
etisk komitésystem og be-
handling af biomedicinske
forskningsprojekter« júst er
komin í gildi í Føroyum.
Limirnir í nýggju Vísind-
asiðsemisnevndini fyri Før-
oyar eru hesir: Dorete
Block, fil. dr., Richard
Schwartson, farmaceutur,
Jalgrím Hilduberg, løgfrøð-
ingur, Eliesar Olsen, yvir-
lækni
á
skurðdeildini,
Landssjúkrahúsið, Høgni
Djurhuus,
yvirlækni
á
anæstesideildini,
Lands-
sjúkrahúsið, Annika Olsen,
kommunulækni og Sonja
Klein, prestur.
Varalimir eru: Bergtóra
Hanusardóttir,
sertann-
lækni, Marius Rasmussen,
yvirlækni á røntgendeildini,
Landssjúkrahúsið og Uni
Næs, prestur.
Vísindasiðsemisnevndin vald