fríggjadagur 17. mars 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 54 - 17. mars 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 54 - 17. mars 2000
Einkarrætturin er brotin
Einjarrætturin á teleøkinum er nú
brotin. Fyri fáum døgum síðani byrj-
aði Tele-Tech í Havn at bjóða út tráð-
leyst internetsamband og fyrstu kund-
arnir eru longu komnir til høldar.
Thormann Kruse, stjóri, sigur, at teir
hava valt at byrja í smáum, men nú
er hol sett á
SVEINUR TRÓNDARSON
Menningin á teleøkinum
gongur skjótt fyri seg. Í
blaðnum í gjár skrivaðu vit
um ein útbjóðara, sum av
álvara ætlar sær at taka
kappingina upp við Føroya
Tele, men hesar reglurnar
snúgva seg um ein útbjóð-
ara, sum longu er farin
ígongd.
Framferðarhátturin
er
ikki tann sami og kappingin
Føroya Tele fær er í fyrsta
umfari avmarkað, men tað
týdningarmesta er, at teir nú
fáa kapping.
Tað heldur Thormann
Kruse, stjóri á TeleTech í
hvussu er. Fyri nøkrum
mánaðum síðani var hann
tann fyrsti, sum fekk loyvið
til at fara at kappast við
gomlu landsfyritøkuna, og
nú er hann tann fyrsti, sum
hevur tikið dystin upp.
Tráðleyst samband
Í fyrsta umfari hevur Thor-
mann Kruse valt at leggja
seg eftir at bjóða kundum
sínum
internetsamband,
sum Føroya Tele ikki bjóð-
ar.
Kundarnir, sum keypa
internetsamband frá Tele-
Tech, keypa tráðleyst sam-
band. Tað merkir, at teirra
samband við internetið ikki
fer um telefonlinjuna, men
Thormann Kruse sigur, at
sambandið er eins gott, um
ikki betri enn internetsam-
bandið um telefonina.
– Størsti fyrmunurin er,
at brúkarin fær eitt nógv
skjótari netsamband enn
tað, sum Føroya Tele kann
veita. Tráðleyst samband er
av góðum grundum ikki
ávirka av telekáplum, sum
avmarkað skjótleikan í sam-
bandinum við internetið,
sigur Thormann Kruse.
Ein annan fyrimun sigur
hann vera, at kundarnir av
somu orsøk ikki nýtast fáa
sær t. d. ISDN samband,
sum eisini ger netsamband-
ið skjótari, men sum kostar
lutfalsliga nógv at nýta.
Avmarkað kapping
Nú TeleTech hevur valt at
taka kappingina upp við
Føroya Tele, er tað, sum
nevnt í fyrsta umfari bert á
internet økinum. Men Thor-
mann Kruse sigur kortini,
at tað ikki merkir, at
TeleTech í framtíðini ætlar
at avmarka sítt starvsøkið
til bert at umfata internetið.
– Vit hava valt at byrja í
smáum fyri at koma ígongd.
Vit hava gjørt royndarkoyr-
ingar síðani miðjan januar
mánað og tær koyringarnar
eru nú lidnar. Tí valdu vit
at fara til verka við hesum
partinum nú, sigur Thor-
mann Kruse.
Eitt økið, sum ikki er
óhugsandi, at Tele-Tech eis-
ini fer í holt við, er IP-tele-
Thorman Kruse er stjóri í TeleTech. Hansara fyritøka er tann fyrsta sum bjóðar annað internetsamband enn tað,
sum Føroya Tele bjóðar og kundar, sum keypa internethald frá TeleTech fáa tráðleyst samband við internetið. – Ein
tann størsti fyrimunurin er, at netsambandið er nógv skjótari enn sambandið, sum koyrir um telefonlinjuna, sigur
hann
Mynd: Jonhard Hammer
foni, men tað verður ikki
enn.
– Fyri okkum hevur tað
týdning at koma ígongd við
okkara
virksemi,
sigur
Thormann Kruse.
Fyrst Havnin -
síðani bygdirnar
Sum í so mongum førum tá
broytingar henda, so eru tað
borgararnir í høvuðsstaðn-
um, sum fyrst fáa gagn av
teimum. Soleiðis er eisini í
hesum førinum, men stjórin
í TeleTech sigur við Sosi-
alin, at ætlanin er eisini at
taka bygdirnar við.
– Vit hava sett ein POP
upp hjá Rás Tórshavn og
hann røkkur bara teimum
brúkarum, sum liggja í
Havn og her um leið, men
er áhugi og undirtøka, so
fara vit eisini at hyggja at
bygdunum, sigur Thor-
mann, sum leggur afturat,
at næsta málið á teirra skrá
er Eysturoyggin.
Støðin, sum TeleTech
hevur sett upp í Havn er í
fyrsta umfari tað teir kalla
ein »Port of Presence« og
tað er ta støðina, sum brúk-
ararnir í Havn samskifta
við. Ætlanin er eisini at seta
eina servarastøð upp har,
soleiðis at kundar kunnu
leggja teirra heimasíður á
servara hjá TeleTech, men
eisini tað er nakað, sum
kemur seinni, greiðir Thor-
mann frá.
Í fyrsta umfari var ætlan-
in, at bjóða sjálvt internet-
sambandið út og tað er tað
sum nú er byrjað.
Lægri prísur
Tað, sum sjálvandi hevur
verið tosað um í sambandi
við ein nýggjan netútbjóð-
ara, er prísurin og her sær
út til, at TeleTech stendur
rættiliga væl.
Í fyrsta umfari leggur
TeleTech seg eftir at fáa fat-
ur á vinnulívskundum, og
tann prísurin er, eftir tí, sum
vit hava skilt, kappingarfør-
ur við tað, sum Føroya Tele
bjóðar.
Fyribilsprísirnir hjá Tele-
Tech eru lægri enn teir eru
hjá Føroya Tele, bæði tá tos-
að verður um íbinding,
rakstrargjald og til nýtslu-
gjaldið. Og tí verður spenn-
andi at síggja um nýggi
kappingarneytin fer at hava
við sær, at prísirnir hjá Før-
oya Tele fara at lækka.
Fakta um
TeleTech Sp/F
Nýggjasti útbjóðarin á teleøkinum eitur TeleTech og
stjóri í fyritøkuni er Thormann Kruse.
Í fyrsta umfari verður dentur lagdur á. at bjóða út
tráðleyst internetsamband til fyritøkur. Nær TeleTech
fer at bjóða út tráðleyst internetsamband til einstakling-
ar er ikki greitt.
Um ikki so langa tíð, fer eisini at vera møguligt hjá
fyritøkum at keypa servarapláss á servara hjá fyritøk-
uni.
Prísir
Samanbera vit prísirnar sum TeleTech brúkar í løtuni,
so er fyritøkan kappingarfør við Føroya Tele. (Prísirnir
skulu kortini takast við fyrivarni!)
TeleTech
Før. Tele
Stovningarkostn.
20-25.000
40.000
Rakstrargjald
64 kb/s
539
128 kb/s
834
1.395
256 kb/s
1.126
512 kb/s
1.464
Nýtslugjald pr. Mb/mánað
1,25
Før. Tele:
undir 1/2 Gb/mán.
2,00
1/2-1 1/2Gb/mán.
1,50
meiri enn 1 1/2 Gb/mán.
1,00
Seta kynsligan ágang
ovast á breddan
Nógvir tænastu-
menn sjúkir í
hesum døgum
Felagsskapurin Barnabati skipar um góða viku fyri ráðstevnu á Hotel Føroyum, har evnið er kynsmisnýtsla av
børnum og hvussu hetta kann fyribyrgjast, hvørjar fylgjurnar eru fyri børnini og hvat kann gerast fyri at hjálpa
Kring um í skúlunum eru sáttmálasettu
lærararnir raktir av fyrsta arbeiðssteðgi
í søgu Føroya Lærararfelags. Men sera
ymiskt er, hvussu heilsustøðan er hesa
vikuna hjá lærarum, ið eru tænastumenn
Nýtt kjak-
forum
DAGFINN OLSEN
Mánadagin 27. mars og týs-
dagin 28, mars skipar
Barnabati fyri ráðstevnu á
Hotel Føroyum.
Evnið, ið verður sett ovast
á breddan, er millum teirra,
ið ofta verður tagt burtur.
Eitt sonevnt tabu. Barnabati
setur
kynsmisnýtslu
á
breddan.
Oftari og oftari er at hoyra
um mál, ið hava samband
við kynsmisnýtslu av børn-
um.
Jórun Madsen, nevndar-
limur í Barnabata sigur, at
tíverri er evnið sera aktuelt
í Føroyum í dag. Eingin ráð-
stevna hevur verið um evn-
ið áður.
Endamálið við felags-
skapinum er at gera okkurt
fyri at hjálpa børnum.
Jórun Madsen sigur, at
Barnabati arbeiðir saman
við Red Barnet í Danmark.
Har hava tey viðgjørt sama
evnið og vóru til reiðar at
hjálpa til við ráðstevnuni í
Føroyum.
Nógv fólk hava teknað
seg til og stórur áhugi er.
Øll, sum hava við børn at
gera, er vælkomin at lut-
taka. T.d. eru barnaverndir-
nar kring landið við og lær-
arar, pedagogar og sosial-
ráðgevar.
Øll vælkomin
Men ráðstevnan vendir sær
ikki til nakran ávísan og øll
eru vælkomin at luttaka.
Ráðstevnan er skipað við
fyrilestrum og workshops -
ella arbeiðsbólkum.
Bæði føroyingar og danir
fara at halda fyrilestrar, ið
hava heiti sum t.d. »Kyns-
ligur ágangur í Føroyum –
ein trupulleiki, ið tagdur
verður burtur«, »Sálarligar
fylgjur av kynsligum á-
gangi«, »Revsing og við-
gerð« og »Hvat eyðkennir
misnýtt børn«.
Tey, ið halda fyrilestrar-
nar, eru fólk, ið starvast við
evninum dagliga.
Egna skrivstovu
Jórun Madsen sigur, at
Barnabati hevur ikki verið
so nógv í samband við
trupulleikan. Felagsskapur-
in hevur verið hildin uppi
av sjálvbodnum arbeiði og
hevur júst leigað seg inn á
Bryggjubakka í Havn og so-
statt fingið egna skrivstovu,
so tað er avmarkað, hvussu
nógv Barnabati hevur verið
frammi alment.
Felagsskapurin
hevur
annars
eina
sonevnda
Barnatelefon, ið ringjast
kann til, um okkurt er áfatt.
Jórun Madsen sigur, at
sagt verður, at trupulleikin
við kynsligum ágangi hevur
altíð verið, men er komin
meira fram í ljósið. Men tað
er keðiligt, at evnið skal
vera so aktuelt í Føroyum í
dag, heldur hon.
Men samstundis metir
hon, at ein eigur at hava
bæði beinini á jørðini og
vera varin og ikki ganga og
vera bangin fyri øllum.
Hetta er eisini eitt evni á
ráðstevnuni á Hotel Føroy-
um um eina góða viku.
DAGFINN OLSEN
Á størru skúlunum kring
landið er ymiskt, hvussu
gongur at halda tímatalv-
una.
Yngru og sáttmálasettu
lærararnir eru raktir av ar-
beiðssteðgi. Men sera ym-
iskt er, hvussu heilsustøðan
er hesa vikuna hjá lærarum,
ið eru tænastumenn.Talið
av sjúkum tænastumonnum
í gjár er skelkandi.
Í Havn er heilsustøðan
hjá tænastumonnunum í
skúlunum sera vánalig.
Í Kommunuskúlanum í
Havn sigur stjórin, at talan
er um kaos og støðan er
vónleys. Har eru 40 lærarar.
16 teirra eru í arbeiðssteðgi,
men harafturat eru 6 lagstir
sjúkir.
Á
Eysturskúlanum
í
Havn er sama støðan. Av
teimum 43 lærarunum, eru
18 í arbeiðssteðgi. Men
umframt vóru í gjár 9 lagst-
ir sjúkir. Stjórin bar skúlan
saman við ein friðarligan
bygdaskúla.
Á Venjingarskúlnaum í
Havn starvast vanliga 41
lærarar. 17 teirra eru raktir
av arbeiðssteðgi og um-
framt lógu 11 sjúkir í gjár.
Eisini í Klaksvík merkist
fyribrigdið.
Á Skúlanum við Ósánna
er tey sloppin væl. Eingin
lærari er sjúkur, men 11 av
teimum 29 lærarunum eru
raktir av arbeiðssteðgi.
Verri er á Skúlanum á
Ziskatrø. Har er virksemið
óregluligt. Har starvast
vanliga 35 lærarar, harav 8
eru í arbeiðssteðgi. Um-
framt eru 9 tænastumenn
lagstir sjúkir.
Í Suðuroynni er heilsu-
støðan hjá lærarum góð.
Men eisini har merkist ar-
beiðssteðgurin.
Hóast sjúka millum tæn-
astumenn ikki ger seg gald-
andi har, so er virksemið í
skúlunum á Tvøroyri og í
Vági darvað.
Í Vági eru 4 av teimum
22 lærarunum raktir av ar-
beiðssteðgi, men tænastu-
menninir eru enn við góða
heilsu.Tó hevur verið neyð-
ugt við ymsum nýggjum
ætlanum, fyri at fáa skúlan
at virka
Á Tvøroyri eru 7 av teim-
um 25 lærarunum raktir av
arbeiðssteðgi, men eingin
tænastumaður er raktur av
sjúku. Har sigur stjórin, at
næmingarnir hava skikkað
sær væl, men eru farnir at
troyttast av, at so nógvir
millumtímar eru, har eingin
lærari er.
Í skúlanum á Giljanesi
vestri í Vágunum merkist
arbeiðssteðgurin.
5
av
teimum 25 lærarunum eru
raktir av arbeiðssteðginum.
men eisini har er heilsu-
støðan milum tænastumenn
góð og øll eru til verka, ið
eiga at vera.
Sum heild meta skúla-
stjórarnir á størru skúlu-
num kring landið, at støðan
er álvarslig. Nakrir teirra
meta, at talan verður um
langan arbeiðssteðg.
Eisini bera teir banga fyri
børnunum, tí ein ávís
skylda, juridisk og mo-
ralsk, hvílur á skúlunum
viðvíkjandi børnunum. Og
sjálvsagt er í huganum hjá
skúlaleiðslunum, hvat kann
henda
børnunum,
nú
starvsmegin er viknað, og
vánaligt eftirlit er við
børnunum.
Í fjør gjørdist heimasíðan hjá Starvsmannafelagnum
dyggasta tíðindakeldan, meðan arbeiðssteðgur var,
m. a. tí loftmiðlatíðindafólk vóru í verkfalli. Eisini
var lívliga kjakast á heimasíðuni. Føroya Lærara-
felag
hevur
nú á
síni
heima-
síðu
gjørt
slíkt
forum,
nevnt
alment
kjak,
har ein
kann
kjakast
ella
koma
við
við-
merk-
ingum.
Í dag
verður
álitis-
fólka-
fundur
í Før-
oya
Lær-
ara-
felag.
Um góða viku
skipar Barnabati
fyri ráðstevnu á
Hotel Føroyum