Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 54 - 17. mars 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 54 - 17. mars 2000 Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo Ein tann mest íðkaða ítrótt- argreinin í Føroyum man vera tann at klikkja niður á almennu umsitingina. Og tað er bæði høgur og lágur, tey, sum áttu at vita betur og tey, sum ikki hava so góðar fyritreytir fyri at meta um tað, men bert syngja við í kórinum, tí at hini syngja fyri. So løgið tað ljóðar, so eru politikkarar næstan teir ringastu, og niðurlagið er fyri tað mesta, at almenna umsitingin er ov stór og ov dýr, og at fólkini, ið har sita hvørki duga ella tíma at gera nakað til nyttu. Nýklakti journalisturin Edvard Joensen skrivaði 2. og 4. mars í Sosialinum eina grein um tær bygnaðar- broytingarnar í landsstýris- umsitingini, sum undan- farna landsstýri við Ed- mundi Joensen sum løg- manni gjøgnumførdi frá 1995. Hann vísir til, at ein kostnaðarmeting, sum fyrr- verandi fiskimálastjórin Kjartan Hoydal hevur gjørt vísir, at rakstrarkostnaðurin fyri meginfyrisitingina er trífaldaður frá 1995 til 1999. Sjálvur hevur Kjartan Hoydal eina grein í Dimma- lætting 10. mars, har hann m. a. hevur eina tabell, sum vísir tøl burtur úr fíggjarlóg fyri 1995 og uppskoti til fíggjarløgtingslóg 1999. Har er hann komin til, at í 1995 kostaði meginfyrisit- ingin 19,5 mió. kr., og í 1998 kostaði hon næstan 46 mió. kr. Haraftrat vísir hann á, at til flyting av að- alstýrum vórðu nýttar 27 mió. kr. í 2 ár. Gamla umsitingin primitiv Nú er at minnast til, at tá ið Kjartan Hoydal enn var úti i landsstýrinum sum ovasti embætismaður fyri sína deild, fiskivinnudeildina, tá høvdu vit eina lutfalsliga primitiva umsitingarskipan í landsfyrisitingini. Tað vóru seks deildir við hvør sínum deildarstjóra og nøkr- um fáum fulltrúum undir honum. Haraftrat vóru so nøkur skrivstovufólk, sum røktu m.a. tær týdningar- miklu tvørgangandi funkti- ónirnar. Tá høvdu vit lands- stýri við landsstýrismonn- um, sum høvdu kollektiva ábyrgd, og tað var ein koll- ektivur trupulleiki, at tað var ein alt ov lítil kapasitetur í umsitingini at fáa vanlig mál málsviðgjørd og av- greidd, fyri ikki at tala um, tá ið lógaruppskot og aðrar fyriskipanir skuldu útar- beiðast. Eg taki ikki munnin ov fullan, tá ið eg sigi, at landsstýrismenn mangan kendu seg sum slavupísk- arar, tá ið teir hildu seg vera noyddar at ganga hart á teir neyðar fulltrúar, sum vóru ovbyrjaðir frammanundan, fyri at kroysta teir til at loysa eina uppgávu, sum politiskt hevði bráðskund. Tí hava allir landsstýris- menn seinastu tjúgu árini ynskt at fáa eina betri virk- andi umsiting, og tað merkir m.a. eisini at fáa fleiri fólk at avgreiða ta vaksandi upp- gávumongdina. Skiftið til aðalstýri Eitt av meginkrøvunum til politikkararnar og serliga til landsstýrismenninar hesi seinastu árini hevur verið, at teir skulu skipa fyri rati- onaliseringum og effektivi- seringum á teirra umsiting- arøki. Hetta hevur ikki minst verið eitt krav til al- mennu fyrisitingina. Fyri- sitingin í Tinganesi hevur síðani nýskipanina í 1948 verið skipað við einum skrivstovustjóra sum ovasta embætismanni , og undir honum komu so nakrir full- trúar, sum gjørdust serkønir á ávísum økjum, men ann- ars skuldu kunna átaka sær allar møguligar uppgávur. Ein broyting var gjørd mitt í áttatiárunum, tá ið umsit- ingin varð býtt upp í deildir við einum deildarstjóra á odda. Tíverri varð eingin ovasti leiðari settur í starv, og tessvegna varð opið fyri einum ávísum tendensi, sum vit kenna úr djóraheim- inum, at teir við teimum størstu hornunum royna at kradda sær valdið. Hartil er at siga, at viðurskiftini inn- bjóðaðu heilt einfalt til eina slíka gongd. Tað landsstýrið, sum tók við um miðan september 1994, var á einum máli um, at neyðugt var at gera nakað við málið, eisini tí, at nýggj stýrisskipanarlóg var komin í gildi, og reglan um lands- stýrismannaábyrgd kom í gildi um eitt ár. Málsøkið hoyrdi undir løgmann, og hann legðist ikki á boðini og fór at leita eftir einum, sum skjótt og væl megnaði at koma við einum uppskoti til bygnaðarbroytingar, sum landsstýrið so kundi seta í verk. Úrslitið kenna øll. Finn Norman Christensen, sum hevði ávísar royndir á øki- num fekk uppgávuna litna upp í hendur. Tað má sigast at vera eitt satt bragd, at ein maður, sum var lutfalsliga ókunnugur við føroysk við- urskifti, upp á eitt ár megn- aði at fáa eitt so nágreint innlit í føroyska almenna umsiting og síðani koma við eini loysn, sum vit í dag hava umskipað alla almenna fyrisiting eftir. Tað er væl skiljandi, at ávísir politikkarar hava and- øvt ímóti, at ein sambands- løgmaður framdi og enntá bað ein dana standa fyri ný- skipanini. Tað er eisini skilj- andi, at ávísir høgtstandandi embætismenn hava ilt við at svølgja umskipanina. Tað snýr seg eisini um høvding- adømi, sum vórðu gjørd til jalladømi. Eg veit ikki, um føroyingar eru serliga seint- fatandi, og at teir skulu hava alt inn við skeið, ella um teir bert hava ilt við generelt at góðkenna broytingar, men ákærur um at fáa smoygt niður yvir høvdið, og ikki at vera nóg væl kunnaðir frammanundan, loynivirksemi o.a. er næstan eitt fast niðurlag, tá ið talan er um okkurt nýtt. Tað sum Finn Norman Christensen gjørdi, var heilt einfalt at sláa departe- mentsfunktiónina (sum var landsstýrisfyrisitingin úti í Tinganesi) og direktorats- funktiónina (almanna- stovan, landsskúlafyrisit- ingin, gjaldstovan, líkning- arráð o.s.fr., sum lógu runt í býnum) saman til eitt aðal- stýri undir landsstýrismann- inum, og harvið skuldu verið framúrskarandi møg- uleikar fyri rationalisering- um og effektiviseringum. Talfusk Útrokningunum hjá Kjart- ani Hoydal eru lítið og einki høpi í. Tað má undra mangan annan enn meg, at hesin faðirin at fullveldi- num in spe kann hava loyvt sær at fara so óvandaliga um taltilfarið og harvið gera seg sekan í grovum rangsnúgv- ingum. Tað hevði als ikki verið neyðugt, tí øll vita, at almenna umsitingin virkar mangar ferðir betur enn áð- ur, og at tað eisini skyldast, at fleiri nýggjar funktiónir eru tiknar upp. Og tað kost- ar. Til dømis sigur hann, at í undirvísingar- og menta- málum er umsitingin vaksin frá 1,345 mió. kr. í 1995 til 11.507 mió. kr. í 1998. Hetta sær jú ógvuliga dapurt út fyri skipanina hjá Nor- man Christensen. Men sannleikin er tann, at Lands- skúlafyrisitingin, sum í 1995 kostaði 8.612 mió. kr. er niðurløgd sum direktorat og løgd til Undirvísingar- og mentamálastýrið og er uppi í teimum góðu 11 mill- iónunum. Haraftrat eru mentamál eisini komin und- ir hetta aðalstýrið. Tað vóru tey ikki áður. So hetta er talfusk, so tað forslær. Í uppskotinum til fíggjar- løgtingslóg 1999 stendur um Almanna- og heilsumál m.a.: ”Bygnaðarbroytingar- nar innan almanna- og heilsustýrið hava ført við sær, at fleiri funktiónir eru fluttar inn í stýrið. Hetta merkir, at starvsfólk, ið áður hava røkt ávísar uppgávur úti á stovnunum, nú flyta til stýrið. Útreiðslurnar til løn og rakstur eru tí sam- svarandi minkaðar á m.a. Sjúkrahússtjóranum, Landssjúkrahúsinum og Al- mannastovuni og fluttar yv- ir í stýrið.” Í uppskotinum fyri 1998 stendur: ”Í sam- band við nýggju Stýrisskip- anarlógina, yvirtekur Almanna- og heilsumála- stýrið í 1998 fleiri uppgáv- ur, sum t.d. starvsfólkamál, sum higartil hava ligið hjá Landsskrivstovuni.” ”Nær fór kostnaðurin av umsitingini at vaksa?” spyr Kjartan Hoydal. Við tí tal- manipulatión, sum hann nýtir, er ikki ringt at gita, at Edmund Joensen fær skyld- ina. Nakað heilt annað er, at tað hevur kostnaðurin al- tíð gjørt; men við teimum nýggju bygnaðarbroytingu- num skuldu vit kunnað væntað, at vit fingu eina betri tænastu fyri eina lægri hækking í kostnaðinum. Og tað er júst tað, sum vit longu nú kunnu staðfesta. Stýrisskipanarlógin Edmund Joensen vísti á í sínum viðmerkingum til greinina í Sosialinum, at ein orsøkin til vøksturin í al- mennu umsitingini var nýggja stýrisskipanin. Hetta vísir Kjartan Hoydal aftur og vísir til, at um táverandi løgmaður hevði spurt táver- andi umsitingina um henda spurning , høvdu 9 av 10 sagt honum, at stýrisskip- anin í sjálvum sær ikki kravdi nakra broyting í um- sitingini. Eg eri púra samd- ur við Kjartan Hoydal, at soleiðis høvdu tey svarað, men eg hevði aldri í verðini hugsað mær at farið at spurt tey fólkini tann spurningin, sjálvandi høvdu tey ikki sagt, sum í ævintýrinum hjá H. C. Andersen, at tey ikki ’dugdu til sítt embæti’, tí so høvdu tey verið dunkað á búkin. Edvard Joensen loypur við báðum beinum í somu felluna og brúkar tey (annars sera dugnaligu og kompetentu) hægstu em- Viðmerking: Frá kollektivari ábyrgd til landsstýrismannaábyrgd bætisfólkini og nakrar poli- tikkarar sum váttan fyri sín- um pástandi um, at nýggja fyrisitingin ikki skal duga. Tað stendur sjálvandi onga staðni í stýrisskipan- arlógini, at hon krevur eina størri umsiting. Men hon sigur fyri tað fyrsta, at løg- maður og landsstýrismenn sita fyri málsøkjum sínum hvør sær, og at løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt. Haraftrat verður sagt, at løg- maður og landsstýrismenn hava rættarliga ábyrgd av fyrisitingini av teimum málsøkjum, sum løgd eru til teirra. Henda ábyrgdin er nærri ásett í lógini um á- byrgd landsstýrisins. Oman á alt hetta setur løgtingið eina tríggja manna nevnd, landsstýrismálanevndina, at hava eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt. Um tað er rætt, sum Kjar- tan Hoydal sigur um tey 10 embætisfólkini, at tey skulu hava hildið, at tann gamla umsitingin hevði kunnað tryggjað landsstýris- monnunum nøktandi trygd eftir nýggju fyrisitingar- lógini, eftir at tann kollek- tiva skipanin var avloyst av landsstýrismannaábyrgdini, so átti helst bert eitt av teim- um at verið eftir í landsum- sitingini. Eg hugsi, at allir landsstýrismenn vóru samdir um, at tá ið tær nýggju reglurnar um lands- stýrismannaábyrgd fóru at koma í gildi (eitt ár eftir, at sjálv lógin kom í gildi á ó- lavsøku 1995) so var tað teirra politiska lív um at gera, at teir høvdu eina styrkta umsiting, sum kundi ráðgeva teimum á fult nøktandi hátt. Hetta váttar eisini Jóannes Eidesgaard í greinini í Sosialinum. Sostatt vóru tað júst tær nýggju ásetingarnar í stýr- isskipanarlógini, sum gjørdu, at tað varð tvingandi neyðugt at fáa eina broyting í umsitingini. Eilif Samuelsen fyrrv. landsstýrismaður Yvirlýsing frá 7- mannabólkinum 7 mannabólkurin, sum um- boðar umleið 32 fakfeløg, heitir á Fíggjarmálastýrið, um at taka samráðingarnar uppaftur við Føroya Lær- arafelag. Landsins myndugleikar hava ábyrgd av, at øll børn ganga í skúla. Sum støðan er í dag, ganga fleiri børn og mala fyri vág og vind, uttan eftirlit av vaksnum fólki, og tað kann fáa ál- varsligar fylgir. Signar á Brúnni, lands- stýrismaður, sigur í fjøl- miðlunum, at hann tekur undir við krøvunum hjá Føroya Lærarafelag, so tað er at undrast á at Fíggjar- málastýrið ikki eisini ger tað. Tað er sum høgra hond ikki veit hvat vinstra ger. Løgtingið hevur viðtikið eina nýggja fólkaskúlalog, sum áleggur limunum hjá Føroya Lærarafelag at fylgja. Lógin viðførir m.a. at lærarnir fáa álagdar fleiri uppgávur, enn teir hava í dag. Tað sær út sum, at Føroya løgting hevur viðtikið eina lóg, uttan at vita hvat hon inniber fyri limirnar hjá Føroya Lær- arafelag. Ella er ætlanin hjá Føroya løgtingi fram- yvir við lóg at áleggja fleiri arbeiðsuppgávir til starvs- fólk, uttan at hugt verður eftir arbeiðsbyrðuni sum er? Tað er ábyrgdarleyst av Føroya løgtingi, at hava viðtikið eina lóg, fyri síð- ani at leggja lógina fyri sáttmálapartarnar at trætast um, og sum nú er endaði í arbeiðssteðgi. Í samband við arbeiðs- steðgin, veitir 7-manna- bólkurin Føroya Lærara- felag sín fulla stuðul. Tórshavn, 15. mars 2000 Sjúkrasystrafelag Føroya Havnar Arbeiðskvinnufelag Starvsmannafelagið Havnar Arbeiðsmannafelag Havnar Handverkarafelag Føroya Arbeiðarafelag Fríggjadagur 17. mars Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN Í hesi samráðingatíð Ragnar í Vík er óførur. Óansæð um Føroya Landsstýri fær ein góð- an sáttmála við danir, ella um Før- oya Lærarafelag fær ein góðan sáttmála við Fíggjarmálastýrið. Fullveldið ella ikki, ársverk ella ikki. Tað er hugaligt at síggja at onkur kempar fyri sakini. Løtan sunnakvøldið í heiminum hjá Ragnari var eftir mínum tykki fyrimyndarlig. Ein góð søga, sum samstundis varð væl filmað, klipt og sett saman. Men countrysangarin í Haldórs- vík hevur eisini eina áhugaverda søga. At hann opin og erliga, uttan tó brúka tann grova pensulin, kann greiða frá kenslum og longsli, og endurgeva hesar í samrøðuni og sangunum er rós vert. Og tað allar- besta av øllum. Í Ragnari eiga før- oyingar eisini ein mann, sum ágrýt- in stríðist fyri at verða hoyrdur utt- anfyri landsoddarnar. Ein mann, sum hevur skilt, at tað stóra arbeiði er ikki at innspæla ein fløgu, men at selja vøruna. Ein úrmæling, sum í cowboyhatti og við telduni roynir eydnuna. Kameraútvarp Petur Jacobsen, sum eisini var í Balsalt sama kvøldi, hevði eisini eitt gear, sum kanska fleiri í samfelag- num ongantíð hava verið í. Evnið var hárskapan. Um tað týdningamesta var mótin, mentanin ella kappingin, fann eg ongantíð útav. Men sum hyggari var tað forvitnisligt at fylgja gongdini og til seinast at síggja úrslitið. Tað er stuttligt tá sjónvarpið sleppur at vera eitt sindur nær- gangandi, sum eitt loyniligt eyga, ið kagar inn í eina púra ókenda verð. Til Innskot er at siga, at hesin formurin fyri sjónvarp riggar bara viðhvørt. Eitt sindur meiri átti at verði gjørt burturúr stjóranum á Norðurlandahúsinum, Helgu Hjørv- ar. Hennara søga og hennara hugsan um mentanarlív, er í sjálv- um sær stak áhugaverd. Men ein non-stop samrøðu á skandinav- iskum talar neyvan til vanliga før- oyingin. Kameraútvarp fer ongantíð at vera meira enn tað næstbesta. Tróndur Djurhuus tók í Krosskasti pulsin á okkara fremstu politikarum. Hvussu hart bankar hjartað fyri full- veldinum nú samráðingarnar við danir skulu byrja? Sendingin var aktuel og hvat pallseting og inni- haldi viðvíkjur eisini væleydnað. Journalistisk síðuspring Meðan Tróndur mikukvøldið fór seriøst til verka, so haldi eg, at um- mælarin og kritikarin í Útvarp Før- oya, Høgni Djurhuus, skuldi havt meiri sjálvkritikk. Øðrvísi tíðindasendingin á mid- nátt leygarkvøld var upprunaliga eitt gott hugskot. Og speisemi og skeivir vinklar er tað framvegis pláss fyri. Spurningurin er bert, um tíðindasendingin í nattarravnunum er kreativt skemt, ein leiðari hjá ÚF, eitt hjartasuff, eitt journalistisk síðu- spring ella persónligur peikifingur... Í míni verð er tað, av einari kend- ari útvarpsrødd, sera óseriøst at blanda mannarættindi og forfylg- ing, týning av kurdum og tjetenum, krígsførslu og vápnahandil uppí aktuella fullveldismálið. JÁKUP MØRK Tað er nevnliga soleiðis, at tað er, tann á ólavsøku so vælkendi, Kári Jacobsen, sum hevur skrivað eyð- kennislagið til nýggju sendingina. Sum áður nevnt í Sosialinum, so hava framleiðslufólkini fingið ongan minni enn mega stjørnuna, Grace Jones, sum bæði hevur roynt seg sum sangara, model og filmssjón- leikara, at leggja rødd til lagið hjá Kára, so vónandi spyrst okkurt gott burtur úr hesum. Kári er tó ikki einasti føroyingurin, sum hevur ein fingur við í ljóðsíðuni á hesi sending, sum sigst at vera Kári skrivar sang til TV3 størsta projektið hjá TV3 í løtuni. Tað er nevnliga runavíkingurin, Óli Poulsen, sum hevur ljóðblandað tónleikin í eyðkennislagnum. Kann fara víðari Hvørja lagnu henda sending hjá TV3 fær, er ilt at siga, men fram- leiðararnir ætla helst, at sendingin skal vera somikið góð, at konseptið kann seljast øðrum rásum. Tað er jú soleiðis í sjónvarpsheimi- num, at hevur ein støð »uppfunnið« eitt slag av sendingum, ber ikki til hjá øðrum rásum at gera eina líkn- andi sending, uttan at lata nakra samsýning fyri hetta. Verður sendingin væl umtókt, og TV3 megnar at selja hana til aðrar støðir, fylgir sangurin hjá Kára við, og vón- andi kann eitt slíkt framtak vera við til at seta meira ferð á yrkisleið hans- ara sum tónleikari og sangskrivari. Samstarv og kapping Um sendingina, Det Perfekte Kup, er annars at siga, at hon í stuttum snýr seg um, at trý fólk í felag skulu vinna fram til eitt pengaskáp, har ein millión krónur eru goymdar. Tá tey í felag hava vunnið seg fram við fellum av alskyns slag, heldur samstarvið tó uppat, tí nú ræður um at vera fyrstur út í bilin, sum skal nýtast í flýggjanini. Bygningurin, sum verður nýttur til sendingina, er nevnliga so snildisliga innrættaður, at tað bert er tann eini luttakarin, sum sleppur út aftur úr honum, tó at allir sleppa inn. Eg havi stóra virðing fyri teimum tíðindafólkunum, sum megna at gera viðkomandi sendingar, sum venda ranguna út eini sminkaða samfelagsfasadu. Og ikki minst fyri teimum tíðindafólkum, sum vilja tæna sak teimum kúgaðu. Men eg haldi at Høgni Djurhuus átti at kent málbólk og vitjunartíð. Ein møgulig føroysk handilsav- tala við russar og turkar, sum við ágangi og forfylging týna sínar minnilutar, er ein relevantur spurn- ingur, sum journalisturin á átti at sett á røttum staði og til rætta tíð. At koma við grovum skuldsetingum og gera gjøldur burturúr einum so álvarsamum evni, burdi hann kent seg ov góðan til. Lurtararnir á midnátt eru fyrst og fremst kátir ungdómar og sendari og móttakari eiga at vera á somu bylgjulongd. Mánadagin byrjar nýggjasta sjónvarpssend- ingin hjá TV3, Det Perfekte Kup, sum eisini hevur okkurt føroyskt í sær Steintór Rasmussen, lærari, skrivar