Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78 8 Sosialurin Føroya Banki sóknast eftir fleiri leiðarum at luttaka í bankans áhaldandi menning www.foroya.fo/starv Føroya Banki er í eini spennandi menningartilgongd. Í oktober 2009 keypti bankin meirilutan í íslendska tryggingarfelagnum Vørði. Í februar 2010 keypti bankin 12 bankadeildir frá danska peningastovninum Sparbank, 9 deildir í Danmark og 3 deildir í Grønlandi. Sostatt eru yvir 450 starvsfólk í samtakinum, harav helvtin uttan fyri landoddarnar. Høvuðssæti bankans er í Tórshavn. Herfyri viðtóku partaeigarar bankans á ársaðalfundi, at bankin skal skifta navn til BankNordik, sum ber boð um, at bankin hevur ment seg til ein norðurlendskan fíggjarstovn. Nú sóknast bankin eftir fleiri nýggjum leiðarum og lyklastarvsfólkum at vera við til at mynda gongdina í BankNordik í framtíðini. Starvsfólkaleiðari Sum starvsfólkaleiðari fært tú ábyrgdina av at mynda og íverkseta starvsfólkapolitikk bank­ ans. Á starvsfólkadeildini starvast 3 starvsfólk umframt leiðaran. Tú fært tilvísing til stjórn bankans. Krøv til umsøkjaran Cand.merc. ella aðra viðkomandi hægri útbúgving. Leiðsluroyndir. Sí fleiri upplýsingar á foroya.fo/starv Freistin at søkja starvið er 18. mai 2010. Føroyar Kredittserfrøðingar ■ Marknaðarfólk ■ Ráðgevi til stjórnarumsitingina ■ Verkætlanarfólk ■ Búskaparfrøðingur ■ Marknaðarleiðari Sum marknaðarleiðari fært tú evstu ábyrgd av bankans branding, marknaðar føring, samskifti í Føroyum og uttanlands. Á marknaðardeildini starvast 4 starvsfólk umframt leiðaran. Tú fært tilvísing til stjórn bankans. Krøv til umsøkjaran Cand.merc., aðra viðkomandi hægri útbúgving ella drúgvar royndir frá líknandi starvi. Leiðsluroyndir. Sí fleiri upplýsingar á foroya.fo/starv Freistin at søkja starvið er 18. mai 2010. Grønland Kundaráðgevar ■ Danmark Kredittserfrøðingar ■ Kundaráðgevi ■ Økiskredittleiðari í Danmark Á økisskriv stovu bankans í Kolding verður ein økiskredittdeild skipað við 3­4 starvs fólk­ um, har økiskredittleiðarin fær tilvísing til kredittleiðara bankans í Tórshavn. Krøv til umsøkjaran Cand.merc. ella aðra viðkomandi hægri útbúgving. Leiðsluroyndir og drúgvar royndir við kredittveiting. Sí fleiri upplýsingar á foroya.fo/starv Freistin at søkja starvið er 1. juni 2010. Onnur størv