Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 78 · 7. mai 2010 8 VIKUSKIFTI Hvussu er lagið? Sera gott! Hvat sært tú teg sjálva sum – frisør ella forrætningskvinnu? Eg síggji meg mest sum frisør, tí tað er mítt stóra áhugamál. Hvat sigur tú við tey sum »skræða« seg um at tit hava flatskerm í hvørjum rúmi heima? Vit eru øll so ymisk og raðfesta ymiskt, og tað er tað sum ger lívi so spennandi. Hvar sært tú teg sjálva um 30 ár? Still going strong! Hvat ger teg bangna? Gyldle Tårn í Tivoli, eg havi ein feril av hæddarskrekki! Hvør er Føroya besta frisør? Tað má vera upp til hvønn einstakan at avgera. Eg strembi altíð eftir at gera mítt allarbesta Hvat er dýrasta plagg tú hevur keypt tær? Tað er ein jakki frá merkinum LOFTI Hvar keypir tú tíni klaðir? Uttanlanda – í Keypmannahavn, London og París. Í Føroyum er tað mest hjá Margerita og Sirri. Hvarhevði tú vilja verið ein fluga á vegginum? Kanska á eini kendari salong í útlondunum og fingi íblástur. Hvat hevur tú ein veikleika fyri? Øllum, ið hevur okkurt við móta at gera. Til dømis hár, klæðir, skógv ar, taskur og tilhoyr. Hvat ert tú glaðast yvir, við tíni egnu útsjónd? Hárið, tí tað er týdningarmesti parturin av útsjóndini. Tað eru eingi mørk fyri hvat man kann gera við tað, langt hár ein dag, stutt næsta og so framvegis. Hvør núlivandi føroyingur er ornduliga kulur? Rúni sjeikur mín og foreldur míni – eru rættu­ liga kulir persónar uppá ótrúliga nógvar mátar Hvørjir eru tínir størstu veikleikar? Eg vil altíð náa so nógvaferð meira enn tilber Hvat ger teg illa? Óerligheit Hvat ger teg glaða? Tá míni nærmastu hava tað gott og eru glað. Hvat hevur lívi lært teg? At liva í nú'inum og gleðast yvir hvørja løtu. mariann klein ivansdóttir Eg vil altíð náa ov nógv lagt tIl rættIs: Inna Törnroos Fakta mariann Navn: Mariann Klein Ivansdóttir Aldur: 27 Bústaður: Hoyvík Starv: Hárfríðkanarkvinna og eigari Av Royal Hárfríðkan Sjeikur/makið: Rúni Brimvík mynd: jEnS KRISTIAn VAnG