fríggjadagur 7. mai 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78
Sosialurin
Ongin kann longur ivast í, at uppskotið til stjórnarskipanarlóg
er ætlað at loysa Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum.
Edmund Joensen
løgtings- og fólkatingsmaður
Hoydal í DK-pressu: Fyrst
nýggja grundlóg og so
samráðing um loysing
Tað, sum Fullveldis lands
stýrið ikki fekk ígjøgnum í
samráðingum við donsku
stjórnina í ár 2000, skal nú
røkkast við uppskotinum til
nýggja stjórnarskipan.
Lógaruppskotið er ein full
veldisgrundlóg, og enda málið
við henni er at loysa Føroyar
úr Ríkisfelagsskapinum og at
stovna eitt fullveldisríki.
Lógaruppskotið liggur í
løtuni í rættarnevndini hjá
Løgtinginum.
Føroysk pressa ger lítið og
onki við málið, hóast tað fær
avleiðingar fyri øll í Føroyum,
um tað verður samtykt. Tað
hava
fullveldiskreftirnar
fyri mun av, tí so kunnu tær
lirka uppskotið inn gjøgnum
bakdyrnar.
Í danskari pressu fæst tó
mangt og hvat at vita.
Leggur upp til
samráðing um loysing
Mikudagin
hevði
avísin
Ber lingske Tidende tíðindi
um
loysingargrundlógina
á forsíðuni. Inni í blaðnum
verður greitt nærri frá mál
inum, og har er eisini eitt
sera áhugavert sitat frá
Høgna Hoydal, formanni í
Tjóðveldi.
Hoydal sigur soleiðis við
blaðið:
»Vi
laver
vores
egen
grund lov, og det bliver så
vores grundlag for, hvordan
vi forhandler videre med
Danmark om de statsretlige
rammer«..
Hetta er sera áhugavert,
tí í hesum setningi avdúkar
Høgni Hoydal, hvørja ætlan
hann í veruleikanum hevur
við stjórnarskipanarlógini.
Tjóðveldi vil, við øðrum
orðum, at stjórnarskipanin
skal fatast sum ein nýggj
føroysk fullveldisgrundlóg, ið
skal avloysa verandi grundlóg
og
heimastýrislógina.
Tá
Føroyar soleiðis eru skekl
aðar úr verandi stjórn ar
skipanarligu rammum, sum
vit vanliga nevna Ríkis
felagsskapurin, ætlar Høgni
Hoydal,
at
samráðingar
skulu vera við Danmark um
»de statsretlige rammer«. Tað
merkir, at samráðast skal um
loysing.
Hetta seinasta – at sam
ráðast skal um loysing – er
tað serliga áhugaverda.
Hetta er tað, sum Tjóðveldi
og aðrar fullveldiskreftir í
Løgtinginum og politiska
umhvørvinum, ikki viljað
tosa hart um í Føroyum.
Hetta eru samráðing ar
nar, sum undir Full veldis
landsstýrinum í ár 2000
rendu seg fastar og slitnaðu.
Talar við fleiri tungum
Hetta, at Føroyar við nýggju
stjórnarskipanini
skulu
loysast úr Ríkis felags skap
inum
og
samráðast
um
»rammurnar«, er sum nevnt
ikki nakað, sum Tjóðveldi
tosar hart um í Føroyum.
Nei, her í landinum verð
ur ein onnur útgáva av
sannleikanum brúkt.
Soleiðis hevur ting mað
urin Sjúrður Skaale roynt at
tosað um, at alt fer at laga seg
aftaná, at lógin er samtykt.
Tá fara øll at vera »vinnarar«,
letst hann at halda. Í grein
herfyri skrivar Sjúrður m.a.,
at »allir teir juridisku spurn
ingarnir nokk skulu falla
uppá pláss aftaná«.
Hetta er sjálvandi politiskt
vrøvl, og tey, sum lesa sitatið
hjá Høgna Hoydal omanfyri,
síggja, at aftaná er ætlanin,
at nakað heilt annað skal
henda.
Poul Michelsen, sum var
formaður
í
Grund lógar
nevnd ini, hevður sagt við
Útvarpið, at stjórnarskipanin
»hevur onki við donsku
grundlógina at gera«.
Hetta er bert rætt í tann
forstand, at stjórnarskipanin
er beinleiðis í stríð við gald
andi grundlóg og heima
stýrisskipan.
Greiðasta ábending um,
hvat meiningin við lógar
upp skotinum er, kom frá
løgtingsmanninum Kára á
Rógvu, ið er ein av høvuðs
monnunum aftan fyri stjórn
arskipanarlógina.
Hann
segði
herfyri
í
útvarpssendingini Eygsjón,
at ætlanin við lógini er at
»spreingja karmarnar«.
Øll vita, hvat tað merkir.
Hvat ætlar løgmaður?
Nú er tíðin komin, har før
oyingar mugu hava at vita,
akkurát hvørja støðu løg
maður hevur, og hvat hann
ætlar sær at gera.
Herfyri kom hann við
einum tíðindaskrivi, har tað
m.a. stendur, at »ein komandi
føroysk stjórnarskipan má
virða ta støðu, sum Føroyar
hava í ríkisfelagsskapinum«.
Løgmaður
skrivar
eis
ini, at hann fer at »taka
upp samband við danska
for s ætisráðharran og um
røða
spurningin,
hvørt
upp skotið kann sameinast
við
heimastýrislógina
og
yvirtøkulógina«.
Øll sunn fornuft – og
ein røð av løgfrøðingum
– sigur, at uppskotið til
stjórn arskipan er ikki sam
einiligt við støðu Føroya í
Ríkisfelagsskapinum.
Hvat ætlar løgmaður at
gera við tað?
Hetta skyldar hann at
greiða føroyingum frá.
Nú er tíðin komin, har
før oyingar mugu hava
at vita, akkurát hvørja
støðu løg maður hevur,
og hvat hann ætlar sær
at gera.
Hesin
spurningur
varð
av røtt um settur í gjár á
kjakfundi í Miðlahúsinum
um rættindi teirra brekaðu
til tænastur Kringvarpsins.
Á fundinum sum Ráðið fyri
Brekað skipaði fyri, varð ljós
varpað á nógv áhugaverd
viðurskifti.
Við
talandi
døm um varð greitt frá,
hvussu fáar av tænastum
Kringvarpsins mong teirra,
ið bera brek, fáa nyttu av. Til
dømis vistu tey deyvu ikki
av, at eitt heilsuskaðiligt
øskuskýggj rak inn yvir
Føroyar, tá ið Eyjafalljøkul
fór at goysa. Ikki fyrr enn
dagin eftir, tá ið tey sóu
tíðindini teknmálstulkað.
Nógvir møguleikar
at betra tænastuna
til øll
Tey deyvu og hoyriveiku
halda, at alt ov fáar før
oysk ar sendingar verða
tekstaðar
og
tekn máls
tulk aðar – og rætt er tað.
Og útvarpssendingar er
afturlatið land. Tað varð
gjørt vart við, at tey
menn ingartarnaðu
onga
sendi flatu eiga yvirhøvur,
hóast tað er av eins stórum
týdn ingi fyri tey, dagliga at
fylgja við bæði tíðindum,
og øðrum sendingum, ið
seta dagsskránna í almenna
orðaskiftinum. Víst varð á,
at heimasíða, tekstvarp og
miðlasavn Kringvarpsins
kundu verið framúr tæn
astur eisini fyri tey brek
aðu, og at onnur framkomin
tøkni kundi gjørt atkomuna
munandi betri.
Skal sparast, má
tað raka øll líka
Kringvarpsleiðslan gjørdi
vart við, at alt ov lítil fíggj
arorka er til taks til hesar
tænastur. Eisini tað er rætt,
tað vita vit øll.
Til hesa seinastu stað
festing er kortini bert at
siga, at í tí fíggjarkarmi,
sum Kringvarpið til eina
og hvørja tíð hevur at
ráða yvir, skal rúm vera
fyri tænastum til borg ar
ar, ið bera brek. Tað er jú
endamálið við “Public ser
vice“, sum merkir almenn
tænasta, at tænastan
røkk ur øllum bólkum –
eisini teimum, sum av yms
um ávum ikki hava somu
atkomu til almennu fjøl
miðlarnar, sum tey flestu.
So má annað niður
rað festast, um tað ikki
ber til at hækka inntøkur
Kringvarpsins á annan hátt.
Vit hava upplivað dømi um,
at Kringvarpið ætlaði at
spara deyvatulking burtur,
tá ið neyðugt var at spara.
Tað má ikki endurtaka seg.
Skal sparast, so má tað raka
øll líka.
Í løtuni liggur eitt lógar
uppskot í Løgtinginum,
sum m.a. skal bøta um
inntøkur
Kringvarpsins.
Um vit ætla, at eisini tey
førleikaskerdu, og tey ið
bera brek, skulu gjalda
Kringvarpsgjald við gleði –
so er uppftur meira neyðugt,
at eisini tey fáa nyttu av
kringvarpstænastunum.
Og tað er ætlanin. Eisini
tí er átroðkandi, at lógar
uppskotið verður samtykt.
Tey brekaðu sess í
Kringvarpsstýrið
Nú sjóneykan varð sett á
umstøður teirra brekaðu í
mun til almenna upplýsing
og
Kringvarpstænastur
yvir høvur, fari eg at kanna
møguleikan fyri at broyta
kringvarpslógina,
so
at
annaðhvørt
Ráðið
fyri
Brek að
ella
Meginfelag
teirra Brekaðu fær um
boð an í stýrinum fyri
Kring varpið. Á tann hátt
kundu vit tryggjað, at eisini
teirra áhugamál verða ein
nattúrligur partur av dag
ligu fyrisitingini av Kring
varpinum.
Eg fari at takka fyri
høvið at luttaka á hesum
kjak fundi. Tað var ein
ógvuliga læruríkur fundur.
Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna í mentamálum
Er public ser-
vice fyri øll?