fríggjadagur 7. mai 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 78 · 7. mai 2010
14
VIKUSKIFTI
Til arbeiðis
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hon er ein frísk og lívlig kvinna, sum
dámar sera væl at arbeiða, undirhalda
og at gera tænastur, sum hava stóran
týdning fyri fólk í nærumhvørvinum og
úti um landið. Hon arbeiðir á Áargarði
á Sandi, har hon ansar gomlum og
veikum, og sættu hvørja viku arbeiðir
hon úti í røktini í Sandoynni.
Sum blaðung byrjaði hon at arbeiða
á flakavirkinum í Skopun, og her
arbeiddi hon øll tey fyrstu árini, tá hon
og maðurin settu búgv.
Í samfull 31 ár hevur hon eisini
vaskað á virkinum, og tað ger hon
fram vegis.
Tey fyrru árini fevndi vaskingin
eisini um eitt nú bakkar og bond á
virkinum, men seinastu mongu árini
hevur hon hildið seg til vasking av
felagshølum og skrivstovum. Tær eru
tvær, sum vaska, og tímatalið liggur um
12-14 um vikuna.
– Sama ár, sum vit fingu fyrsta
barnið í 1977, fekk eg fast vaskiarbeiði
á virk inum, men longu fyri ta tíð hevði
eg vask að nógv. Eg havi ongantíð viljað
sagt hetta arbeiði frá mær, tó at eg
havi havt onnur arbeiði at passa, sigur
hon.
Mong munnu hava gitt, at kvinnan,
vit umrøða, er Fríðhild Winther í
Skopun.
Fyrstu ferð, eg møtti henni í
Miðlahúsinum, segði hon, at navnið
er Fríðhild Winther Winther.
– Eg eri fødd Winther og gift
Winther. Tí eiti eg Winther Winther,
segði hon brosandi.
Úr fiski í røkt
Tá flakavirkið í Skopun læt aftur tíð-
liga í nítiárunum og var stongt í eini
trý ár, fór Fríðhild at arbeiða í røktini
í Tórshavnar kommunu. Her arbeiddi
hon í nøkur ár, til hon í 2001 fekk
arbeiði í røktini í Sandoynni – og
seinni á ellisheiminum Áargarði, har
hon hevur sítt fasta starv í dag.
Í 2004 fór hon á Heilsuskúla Før-
oya í Suðuroy, har hon gjørdist heilsu-
hjálpari eftir hálvum ári. Hetta var
eftir skipanini við umskúling, har hon
og aðrir limir í Heilsuhjálparafelag
Føroya sluppu undan starvsvenjing.
Henda skipan er ikki galdandi í dag,
og tí gerst eingin heilsuhjálpari longur
eftir hálvum ári.
Fríðhild Winther og maður hennara,
Bjørgvin Winther, eiga fimm børn og
fýra ommu-og abbabørn.
– Vit eru bæði úr Skopun, og vit
fylgd ust altíð sum børn, og tá vit
vóru heilt ung. Tey søgdu, at vit vóru
barnaforlovaði, og soleiðis var í nógv
ár. Um 15 ára aldur broyttist hetta.
Hann fór at sigla við línuskipum og var
leingi burtur. Bjørgvin sigldi soleiðis
við línuskipum úr Klaksvík, sum
gjørdu rættiliga langar saltfiskatúrar
á Flemmish Kap. Tá hann var heima,
sóust vit kortini altíð, men nú livdu vit
líka sum hvør sítt lív. Eg hevði sjeikar,
og hann hevði ivaleyst eisini sínar
damur, sigur Fríðhild brosandi.
Hon viðgongur, at tey altíð vóru
ógvuliga góð.
- Eg haldi, at okkara vinarlag var
nakað serligt – heilt frá tí, at vit vóru
børn, til vit giftust.
Hvussu var og ikki, so gjørdust
Fríðhild og Bjørgvin hjún, og fyri
trimum árum síðan hildu tey stórt
silvurbrúdleyp í Samljóði í Skopun, har
heili 400 fólk vóru savnaði til veitslu.
- Hann var 19 og eg 20, tá vit í 1977
fingu fyrsta barnið.
Bjørgvin hevur altíð verið sjómaður,
og tá tey fingu yngsta sonin, sá hann
ikki dreingin, fyrr enn hann var vorðin
fimm mánaðar gamal.
Í dag siglir maðurin við línuskipinum,
Eystnesi.
Undirheldur
Umframt at henni elskar at arbeiða,
varð Fríðhild Winther á seinasta
kommunuvali vald í bygdarráðið í
Skopun við næst flest atkvøðum, tó
at Gerhard Lognberg sum fyrst valdur
hevði nógv fleiri atkvøður.
– Mítt lív er ikki bara arbeiði. Tá tú
arbeiðir í røktini, har tú ert um gomul
og veik, er eisini gott at koma út og
síggja fólk í góðum árum hugna sær.
Eitt av mínum ítrivum seinastu umleið
10 árini hevur tí verið at undirhildið
til ymisk høvi, bæði her í oynni og
aðrastaðni. Eg hvørki drekki ella royki,
so tað er ikki tí, at eg eri úti, men mær
dámar væl at vera ímillum fólk.
Fríðhild sigur, at tað er ikki fyri
pengarnar skyld, at hon undirheldur,
men hon ger tað, tí henni dámar hetta
so ómetaliga væl.
- Eg havi altíð elskað at sungið, og
sum barn dugdi eg meginpartin av
Føroya Fólks Sangbók og Sálmabókini
uttanat.
Henni dámar eisini sera væl at
syngja fyri búfólkunum á Áargarði.
Í 1990 lærdi Fríðhild til skipskokk
í Klaksvík, og hetta er eisini komið
henni til góðar, tí hon er mangan við,
tá ervi, veitslur og onnur borðhald
eru í nærumhvørvinum – og eisini
aðrastaðni, har hon kennir fólk og
heldur seg kunna veita eina hjálpandi
hond.
Umframt tey arbeiði og frítíðarítriv,
sum Fríðhild Winther hevur, hevur hon
í fleiri ár eisini verið við til at vaskað
kirkjuna í Skopun.
– Yngsta barnið hjá okkum er nú
17 ára gamalt, og tí kunnu vit siga, at
børnini nú eru vaksin, sigur hon.
– Eg arbEiði nógv, mEn mítt lív Er ikki bara arbeiði. tá
tú arbEiðir í røktini, har tú Ert um gomul og vEik, Er
Eisini gott at koma út og síggJa fólk í góðum árum
hugna sær. Eitt av mínum ítrivum Er tí at undirhalda
til ymisk høvi, bæði hEr í oynni og aðrastaðni.
Hon arbeiðir og
undirheldur
til arbeIðIs
navn: Fríðhild Winther
starv: Heilsuhjálpari og
vaskikona
besta við starvinum:
At gleða onnur
ringasta við starvinum:
Tá man ikki røkkur til
starvstíð: Síðan eg var 15 ár.
starvsfólk:
Umleið 40 (Í allari oynni)
staður: Sandur
stjóri:
Ása Davidsen (Áargarður)
fakta fríðhild winther
– Eg havi altíð elskað at sungið, og sum barn dugdi eg meginpartin av Føroya Fólks Sangbók og Sálmabókini uttanat, sigur Fríðhild Winther