fríggjadagur 7. mai 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78
14
Sosialurin
Sjáldan hava so fá gjørt so nógv í
Fuglafjarðar kirkju, tá ið hugsað
verður um tónleikin. Nú er tað
horntónleikur – solospæl á trompet
við klaverfylgisspæli, sum hugsað
verður um. Ja, so ung tey vóru –
Rúni Hentze og Laila Poulsen , sum
skulu til tónleikakappingina hjá
Berlingarinum í næstum.
Hugtakandi konsert. Konsertin
var sera hugtakandi og fylti
kirkjurúmið.
Kirkjuhválvið
tók
saman um og vælsignaði hesa løtu
í musikalskum ljóði frá Kenneth
Jones, Rúna Hentze, Lailu Poulsen
og Birgitte Schakenburg. Tey ungu
vóru negld í gólvið - stóðu stinn,
tignaðarlig og kendu ráman av
livandi urtum í hornunum, sum
lyftu tey í heilum líki upp í tróðrið.
Men fyrst var tað Kenneth Jones,
gamli, sum so fjalin stóð frammi
á kórsgáttini og fylgdi okkum
ávegis við Trompetkonsertini av
Haydn ( 1732-1809) í Es-Dur. Hetta
er eitt kent stykki, sum mangan
er at hoyra og varð tónsett í 1796.
Tá var Haydn 64 ára gamal, og var
tónleikaverkið skrivað til gamla
vin Hansara, Anton Weidinger.
Trompetin(klaptrompetin)
var
ment so mikið tá, at spælast kundu
kromatisk tónatrin, og var hetta eitt
tað fyrsta stykki fyri trompet, sum
sá dagsins ljós í hesum líki. Llivandi
upphavsljómur, sum her spældi
sær undir hválvinum. Ikki at tala
um Birgitte Scnakkenburg, sum við
sínum fingrum helt í teymarnar á
Kenneth Jones í klaverbirtingum.
Fekk sær sæti saman við Kenneth
á einum kvisti heilt uppi undir
teimum ovastu bitunum í rúminum.
Lítil er ein kvistur, men stór er
verðin í Hayd(i)nsa tónamáli. So
poetisk tey vóru í hesum spæli.
Sótu og hálsfevndust á hesi fjøl í
einum skaldakendum kvisti. Lat tað
fara, men løtan var ein fragdarløta
í
musiskum,
musikalskum
og
ljóm fyltum fraseringum, sum so
djarvt Kenneth bar uppi í lyriskum
ljómi - væl stuðlaður av Birgitte
Schnakenburg. So faðirliga hann
fylgdi okkum á veg, har tey bæði
Rúni og Laila gingu honum til
møtis, so innilig, viðkvom tey vóru,
og enn høvdu tey ikki kastað
tannáringahamin av sær. Hetta
var ikki nakað lýti fyri tey, men
tvørturímóti fjálgaði um teirra
verumáta.
Giuseppe
Tartini.(1692-1770).
Rúni Hentze spældi konsert í D-Dur
av
Giuseppe
Tartini.(1692-1770).
Tartini varð borin í heim í býnum
Piran, sum liggur á hálvoynni
Istria, sum í dag er ein partur av
Slovenia. Tað verður sagt um hann,
at hann bleiv góður við eina gentu,
sum æt Elisabetta Premazone,
sum ikki kom úr múgvandi kor-
um. Tá ið mæti biskuppurin,
Giorgio Cornaros, frætti um hetta
giftar mál, var hann ikki blíður, og
skuld setti Tartini fyri at vera barn-
vándan og óflýggjaligan móti hesi
gentu. Hon var yndisunglingi hjá
biskupinum. Tartini flýggjaði til
Padiva og goymdi seg í Frans av
Assisi kleystrinum. Her lærdi hann
at spæla á violin, og fekk hann
óivað eisini undirvísing í tónseting.
Tað var kanska ikki so galið, at hann
soleiðis varð rikin av garði, og kom
undir kønar musikalskar hendur.
Ja, og eg má siga um Rúna, at hevði
Tartini og hesin biskupurin hoyrt
Rúna spæla, so høvdu teir eisini
fingið sær eitt sæti á einum kvisti
ovast uppi í tróðrinum. Eingin ivi
hevði verið um, at biskupurin hevði
vælsignað Rúna og havt lívgevandi
orð til drongin.
Rúni Hetze
Drongurin við trompetini býr
á Kambsdali, og er sonur Ann
Mari - og Leiv Hentze. Hon hevur
spælt horn frá heilt ungum árum
av og hann harmoniku, so bæði
Jóhan - og Rúni Hentze hava fingið
tónleikin inn við móðirmjólkini. Eg
sigi ikki, at tú umbroytist, tá ið tú
sært og hoyrir Rúna spæla, men
eingladámur legst yvir hendan
ungling, sum kundi havt spælt hjá
Tartini í Frans av Asissi kleystrinum,
men er hann vælsignaður av hond
Kenneth Jones. Ljóðfyllingarnar
frá Rúna mintu ikki so sørt um
inn- og útsúðin í es- trompetini
hjá Kenneth Jones. Rúni spældi
upp á eina piccolotrompet í Bb, og
lógu fraseringarnar so tætt upp
at pulsinum, sum bara er at hoyra
hjá teimum bestu tónleikarunum.
Hetta var sera musikalskt spælt,
og Birgitta stuðlaði væl undir
við sínum spæli. Hugaligt var at
síggja fingrasnipparnar ganga upp
og niður á ventilunum á piccolo-
trompetini og síggja eyguni á hes-
um unga trompetspælara fylgja
nákvæmt ti poetisku gongdini
í piccolo spælinum. Verður hetta
lagið í Keypmannahavn, so røkkur
hann langt í hesi kapping.
Laila Poulsen. Næsti unglingi
sum lyfti ljóðið upp í tróðrið var
Laila Poulsen. Hon býr í Runavík.
Omman og abbin í móðirlegg eru
úr Fuglafirði - Dinna og Eli Úti á
Land. So greinskrivarin kann kalla
hana fyri skyldkonan. Langomman
og langabbin - Hilda og Sjúrð
Andras vóru bæði skyldfólk, hon
trímenningur mammu og hann
fermenningur. So tað er so vakurt
at siga, skyldkonan. Tað kanska ger
ongan mun, tá ið um kappingina
ræður, men tunt er tað blóð, sum
ikki er tjúkkari enn vatn. Rúni og
greinskrivarin eru eisini skyldmenn.
Hetta er í faðirlegg frá mínari síðu,
so hesi bæði ungu eru skyldfólk
greinskrivarans.
Laila spældi upp á eina Bb
trom pet. Hon spældi Romancu og
Scherzo av Thorvald Han sen (1847-
1915). Thorvald Hansen var dani og
trompetistur í Kongiliga kapellinum,
men spældi eisini orgul, bratch og
violin, so hann var fjøllmentaður
tónlistamaður. Hann hevur eisisni
gjørt nakrar tónsetingar, sum eru
framúr góðar, so hann ber eisini
heitið komponistur.
Laila hevði ein breiðan, rein-
hvítan, poetiskan tóna í síni trom-
pet. Hesin ljómur royndist væl í
hesum romantiska tónleiki. Ja, hon
fann sær eisini ein kvist ovast uppi
í tróðrinum. Hetta bleiv eitt lítið
oyggjaland við skerum, flúrum og
boðum, sum hesi ungu eru farin
um. Vunnu á boðaslóð - brotum
úr eystfals- og vestfalsbroddi;
men ikki hevur hetta nervað tey
og fest mótloysið í sinnið. Nei,
tvørturímóti hevur hetta ment tey
til dugnaligar tónleikarar. Hendan
fitta skyldgentan læt einki falla av.
Sóljuljósur ljómur, friðsælur dámur
og inniligt ljóð var í ljóðførinum.
Hetta verður dárandi at hoyra í
Keypmannahavn.
Tónleikastykkini, ið hesi ungu
spældu, vóru tónleikastykki, ið tey
leygardagin tann 8. mai kl 14: 15 skulu
spæla í kappingini, ið Berlingarin
skipar fyri á tí Danska kongaliga
Musikkonservatoriinum.
Hetta var ein musisk løta av
teimum frægu i kirkjuni. Tað er
ikki ofta, at slíkur ljómur fer upp
í tróðrið, og rann saman í kvista-
landinum, tá ið Birgitte Schnak-
enburg spældi tvey løg av Carl
Nielsen – Chaconne fyri klaver, opus
32 og Humoreske bagateller opus 11.
Tað kundi verið nógv gott sagt um
hetta spæl somuleiðis við endan
av konsertini, tá ið Kenneth Jones
spældi til seinast, Konsert 1950 av
Alexander Arutjunjan(f.1920) og
Birgitte spældi undir. Hetta lati eg
liggja.
Takk fyri konsertina. Góða ferð
til Danmarkar og góða eydnu!
Ein musisk løta av teimum frægu
Blási - og klaverkonsert í Fuglafjarðar kirkju 2. mai kl 16:00
Frits Johannesen
Ummæli
Tað er ikki ofta, at slíkur
ljómur fer upp í tróðrið ...