Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 78 · 7. mai 2010 13 VIKUSKIFTI Konsert verður í Saltsiloini leygar dagin 15. mai frá klokkan 18.30. Hesi fara at spæla: Cantabile, Havnar Horn orkest ur, Martin Joensen, Onion tree, Hallur Joensen, Craw ling Blue og Sámal Ravns fjall, Deiggj, Brandur Enni og Tróndur Enni, Tinga nest, Harkaliðið, Jens Marni Han sen, Eivør og Mpiri, Teitur og Mpiri, Frændur og Terji Rasmus sen. 1 Arbeiðið at byggja saltsiloina á Drelnesi byrjaði í 1937 og var liðugt árið eftir 2 Bogarnir vóru 10 í tali, og talan var um størsta ídnaðarprojekt í Føroyum 3 Leiðandi verkfrøðingurin Hroar Halvor Sørensen dokumenteraði sjálvur byggingina við myndatøkum. Hroar var 24 ára gamal, tá ið hann stóð fyri byggingini. Sonur hansara hevur latið siloprojektinum mongu myndirnar, sum vórðu tiknar 4 Arkitekturin var franskur men byggifirmaið var C. G. Jensen úr Keypmannahavn 5 Her liggur ein saltdampari undir siloini. Fyrstu ferð, siloin stóð sína roynd, var 8. februar 1939, tá ið sluppin Godthaab, sum a/s N. J. Mortensen átti, sum fyrsta fiskiskip keypti salt frá siloini. Tað arbeiði, sum fyrr tók tveir dag, tók nú bert ein góðan tíma. Eitt risa framstig fyri eina føroyska ídnaðarfyritøku. 6 Sluppfiskiskapurin tók seg upp í 1870unum og smátt um smátt kravdust stórar nøgdir av salti til saltfisk og klippfisk. Og so hvørt sum fiskiflotin varð nýtímansgjørdur kravdust størri nøgdir av salti. 5 6 stigtakararnir vilja ikki siga so nógv ítøkiligt um, hvussu langt hetta ar­ beiðið er komið. Fyrstu skitsurnar av nýggju siloini eru gjørdar, og onkrar av teimum kun nu vit vísa tykkum her á síðunum. ­ Vit vóna, at vit kunnu siga nak að ítøkiligt um fíggingina av salt silo pro jekt inum innan ov leingi, men eg kann siga so mikið, sum at tað er gongd í hes um arbeiðnum, og at tað vónandi verð ur nakað spennandi at frætta í næstum, sigur Ólavur Rasmussen, sum hevur ver ið við í arbeiðnum við saltsiloini, síðani tað byrjaði. Mett verður, at tað kostar einar 80 milliónir krónur at byggja nýggja mentan ardepilin í Suðuroynni. ­ Frá tí at detailprojekteringin byrjar, til húsið stendur liðugt, ganga tað um leið 3 ár, sigur Ólavur Rasmussen. Men ljós verður varpað á stóru æt lanina við konsert í siloini um eina viku. Tá fara kendir føroyskir tón leik­ ar ar at syngja og spæla á einari drúgv ari konsert, sum byrjar tíðliga á kvøldi num. Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, handara Ólavi Rasmussen, formanni í Saltsilogrunninum endaliga góðkendu viðtøkurnar fyri grunnin K M hcwc 45000 5000 5000 5000 5000 5000 5000 5000 5000 5000 25017 depot værksted wc kontor scene øverum øverum depot Toiletter i kælder garderobe garderobe terrasse A A buffet biletter Foyer Sjálv siloin skal varðveitast sum eitt stórt rúm, men byggjast skal upp í við tveimum byginginum út frá síðuni Salt í sárið