fríggjadagur 7. mai 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78
Sosialurin
ágs-tilstandir í Havn
borgar stjóran í Tórshavnar
kommun u um sonevnda inn
komu veg in til Havnar.
Eg ætlaði at leggja meg
út í blaðkjakið, men hetta
varð av ongum. Nú eg havi
møgu leikan, havi eg kortini
hug at nevna tað, sum eftir
mínum tykki grundleggjandi
skilir partarnar. Og tað, sum
skilir, er, at atlitini eru so
ymisk.
Hon vísti á, at fyri Lands
verk ræður um at knýta suð
ur Føroyar og norður Før oyar
saman við eini høvuðs ferðs
luæðr. Endamálið er at koma
so skjótt úr einum lands enda
í hin sum gjørligt.
Men fyri kommununa eru
so nógv onnur atlit at taka.
Vit vilja ikki hava ein landsveg
gjøgnum bygt øki, vit vilja ikki
oyðsla við góð um náttúrulendi,
vit vilja ferðslu trygd, bæði
fyri bilar og fólk, vit vilja hava
gonguog
súklu breytir,
vit
vilja hava ljós á vegirnar, vit
vilja íbindingar, og vit vilja
gera tað besta fyri borgar ar
nar. Samstundis ynskja vit, at
øll skulu kunna koma skjótt og
trygt til Havnar.
Marin Katrina Frýdal helt
ikki, at Tórshavnar kommuna er
órími lig við sínum krøvum.
Vit
hyggja
frameftir,
og vit vilja ikki hava Mið
vágs tilstandir,
har
høvuðs
ferðsluæðrin gongur gjøgnum
bygt øki. Vit vilja samstarv, og
vit vilja finna bestu loysnirnar
sam an við Landsverki.
Hon segði, at vegastubbin,
sum Landsverk hevur bygt
vestan fyri, har hátíðarhaldið
var, talar fyri seg og lýkur einki
av teimum ynskjum, sum Tórs
havnar kommuna vil hava.
Ringvegurin Klingran
Í síni røðu vendi Marin Katrina
Frý dal nú aftur til Klingruna.
Navnið á vegnum varð
endaliga samtykt á býráðsfundi
miku kvøldið. Klingran er ein
ring vegur,
har
aðrir
vegir
verða íbundnir. Fyrsta strekkið
inn frá Vegnum Langa eitur
frammanundan Klingran, og
so leiðis verður Klingran í dag
longd við hesum vegastrekki.
Forkvinnan
í
teknisku
nevnd vísti á, at endamálið
við vegnum er at knýta ovaru
part ar nar í Hoyvíkshaganum
saman, so koyrandi kann vera
millum
útstykkingina
Inni
í Gøtu, útstykkingarnar við
Løgmannabreyt og við Flatar
vegin.
Hetta fer at lætta um á ver
andi veganeti í norðara par ti av
býnum, segði hon.
Arbeiðið, sum nú er alment
tik ið í nýtslu, byrjaði fyrst í 2007,
og samlaða játtanin var umleið
30 miljónir krónur.
Tað er partafelagið J&K.
Peter sens Contractors, sum hava
staðið fyri arbeiðnum, og ráð
gevi hjá Tórshavnar kommu nu
hevur verið partafelagið HMP
Consult.
Vegurin er umleið 1150 metrar
lang ur og hevur eina samlaða
vega breidd upp á 13 metrar.
Hvør gongubreyt er hálvan
annan metur, og súklubreytin
er eisini hálvan annar metur
breið. Sjálvur koyrivegurin er
3,5 metrar breiður.
At enda nýtti Marin Katr
ina Frýdal høvi at takka øllum,
sum hava verið knýtt at hesi
vegagerð, eins og hon takk
aði býlingshúsinum og eigara
felagnum Inni á Gøtu fyri sítt
íkast.
vilmund@sosialurin.fo
1150 METRAR
Vegurin er umleið 1150 metrar langur og hevur eina samlaða vegabreidd upp á 13 metrar. Hvør gongubreyt er hálvan annan
metur, og súklubreytin er eisini hálvan annar metur breið. Sjálvur koyrivegurin er 3,5 tríggjar metrar breiður
Mynd: Jens Kristian Vang
Børn plantaðu 150 trø
VØKSTUR - Nøkur av trøunum kunnu gerast rættiliga stór, um teimum verður
lív lagað. Tey, sum gerast størst, kunnu fáa eitt tvørmát upp á einar tveir metrar,
segði maðurin, sum skipaði fyri plantingini í gjár, Jógvan Olsen
Vilmund Jacobsen
Meðan vit bíðaðu eftir, at Marin
Katr ina Frýdal fór at halda sína
røðu og klippa snórin til almennu
upp lat ing ina av Klingruni gjára
morg un in, steðgaðu vit á, har børn
úr býlingshúsinum Inni á Gøtu
plant aðu trø.
Poula Eidesgaard er leiðari á
stovn i num, sum hevur 11 ár á baki.
Sjálv hevur hon starvast har í átta
ár.
Hon segði, at 58 vøggustovuog
barnagarðsbørn eru á stovn i num,
og tey flestu vóru við til há tíð ar
haldið í gjár.
Afturfyri at planta trøini,
fáa børnini fruktir og sunkist frá
kommun uni, segði hon.
Poula Eidesgaard helt, at hetta
er stuttligt hjá børnunum, nú
stovn ur in liggur so tætt uppat,
har trøini eru plantað.
Hetta merkir, at tey gjøgnum
ár ini kunnu fylgja við, hvussu trø
ini fara at veksa, segði hon.
150 trø
Vit høvdu eisini stutt prát við
Jógvan Olsen, sum starvast á
lendis deildini
hjá
Tórshavnar
kommunu.
Hann segði, at talan er um
umleið 150 trø, sum í gjár og í hes
um umfari vórðu sett niður við
Klingruna.
Trøini eru komin av Gróð ur
støð ini í Hoydølum, og talan er um
fleiri sløg av trøum, harav nøkur
eru vetrargrøn.
Jógvan Olsen segði, at nøkur av
trø unum kunnu gerast rættiliga
stór, um teimum verðu lív lagað.
Okkurt kann fáa eitt tvørmát
upp á einar tveir metrar, segði
mað ur in, sum skipaði fyri plan
ting ini í gjár.
vilmund@sosialurin.fo
150 TRØ
Í gjár plantaðu børn úr býlingshúsinum Inni á Gøtu eini 150 trø
við nýggja Klingruvegin, sum nú er alment tikin í nýtslu
Mynd: Jens Kristian Vang