Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 78 · 7. mai 2010 12 VIKUSKIFTI SaltSilo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Um eina viku verður stór konsert í Saltsiloini á Drelnesi í Suðuroy. Sam­ stundis sum konsertin verður hildin, ber til at staðfesta, at stórsligna æt­ lan in um at gera siloina til ein al tjóða mentanardepil er komin nærri veru­ leika num. Í farnu viku vóru endaligu við­ tøkur nar fyri Saltsilogrunnin góðkendar, og nevndin fyri grunnin er mannað. Slíkur grunn ur verður ikki stovnaður, uttan at ítøkilig frambrot eru og eru á veg. Í nevndini eru Ólavur Rasmussen, sum er hevur verið høvuðsmaður fyri ætlanina síðani byrjan, hann er formaður. Afturat honum er bú­ skap ar frøð ing urin Juanna Schrøter Joensen og Christian Mejdahl, sum er fyrrverandi for mað ur í Fólkatinginum, hann er fødd ur á Tvøroyri. Skitsur gjørdar Saltsiloin á Drelnesi var bygd beint fyri seinna heimsbardaga. Ætlanin við henni var at gera tað lættari at veita salt til føroyingar. Siloin varð bumbað und ir krígnum, men hon var gjørd í stand aftur og virksemi var í henni til seinast í sjeytiárunum. Bygningurin er sermerktur, og fólk vita ikki um slíka saltsilo aðrastaðni. Møgu liga skal ein vera í Bilbao. Felagið, sum bygdi siloina í Føroyum, ætlaði at gera aðrar siloir á okkara leiðum, men krígg ið gjørdi enda á teirri ætlanini. Seinastu árini hevur verið arbeitt við at gera saltsiloina á Drelnesi til ein mentanardepil. Fyrstu strikurnar eru teknaðar av Albert Isfeld, og tey, sum standa fyri arbeiðnum at umskipa silo­ ina til mentanardepil, vilja hava, at silo­ in verður konserthøll og listaskáli, har al tjóða framsýningar kunnu haldast. Tekur trý ár at byggja Gongd er í arbeiðnum við saltsiloini, men SaltSIlo SUm altjóða mentanar depIl Arbeiðið At umsKapa sAltsiloinA á Drelnesi til AltjóðA konserthús og listAsAvn gongur støðugt framá. nú er grunnurin stovnaður, nevnDin er mAnnAð, og gongD er eisini í Arbeiðnum At finnA fígging til bygginginA 1 2 3 4