Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tórshavnar kommuna hev­ ur nú alment latið upp vegin millum býlingin Inni á Gøtu og Løgmannabreyt. Hetta hendi við eitt h á­ tíðar hald í góðveðrinum gjára morgunin, tá umboð fyri býráðið, umboð fyri arbeiðstakarar og børn og starvsfólk úr býlings húsi­ num Inni á Gøtu vóru hjá­ stødd. Hesin vegur verður nú róptur Klingran. Í sambandi við løtu na, plantaðu børn úr bý lings­ húsinum eisini trø á einum øki við vegin. Tað var Marin Katrina Frý dal, forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kom­ mu nu, sum helt røðu og klip­ ti snórin, sum læt saman­ bind ingina upp alment. Eftir upp latingina, varð bjóðað til kaffi, te og morgunbreyð í býlings húsinum Inni á Gøtu. Fleiri atlit Býráðslimurin og forkvinnan í teknisku nevnd geiddi í síni røðu frá søguni aftanfyri hesa og aðrar nýggjar vega­ gerðir í kommununi. Hon segði, at tað var hin 14. juni í 2005, at tekn iska nevnd tók nakrar prin sip iell­ ar og týðandi avgerðir, sum hon tók til. ­ Avgerðirnar vóru, at nú skuldu umhvørvi, ferðs lu ­ trygd, súklubreytir og at­ komuviðurskifti hjá rørslu­ tarnaðum raðfestast og takast við í allar nýggjar komm unal ar vegaætlanir. Henda avgerð varð seinni stað fest í býráðnum. Marin Katrina Frýdal vísti á, at í politikki er ofta langt frá hugskoti til avgerðir – og síð an til avrik og úrslit. ­ Men í dag gongur sjón fyri søgn. Við hesi vegagerð, Kling ran og eisini við Glyvursvegin úti á Argjum, er Tórshavnar kommu na við til at skriva før oys ka vega­ søgu. Hon segði, at hetta eru vegir, sum kommunan kann fegn ast um og vera errin av. ­ Her hevur tað estetiska havt hægstu raðfesting; her eru eingi gapandi sár latin eftir í náttúruni. Forkvinnan í teknisku nevnd vísti á, at vegirnir eru ferðslutrygdar grann­ skoð að ir, soleiðis at teir eru ferðslu tryggir, bæði fyri fólk og bilar. Reinsað vegavatn Marin Katrina Frýdal vísti á, at trupulleikarnir við yvir­ flatu vatni á vegunum eru vorð nir størri og størri so hvørt, sum býurin er vaksin, og ferðslan er økt. Hon vísti eisini á, at nýtslan av píkum slítir vegir­ nar nógv um veturin, og ein stórur partur av hesum dálkaða vegavatni endar úti í áunum. Saltingin av vegunum um vetrarnar end­ ar eisini í áunum. ­ Tá turt er í veðrinum, endar hetta skitnað dustið í lung um okkara. Forkvinnan í teknisku nevnd segði, at við áður­ nevndu samtykt, sum bý­ ráð ið seinni staðfesti, verður vega vatn nú reinsað við reinsi brunnum, soleiðis at tað er reint vatn, sum verður latið út aftur í áir, løkir og vøtn. ­ Her verður eisini plantað fram við vegnum, og ætlanin er at halda fram við at planta, eins og sama ætlan verður framd við Glyvursvegin. Hon segði, at umframt at vera ljóðvernd, eru plant­ ur nar eisini við til at fanga dustið av vegnum góð­ veðurs dagar. ­ Eisini eru ljóðvollar gjørdir fyri at verja nær um­ hvørvið móti billarmi og osi, legði hon aftrat. Marin Katrina Frýdal segði, at Klingran hevur rund koyring, gonguteigar, skelti, ljós, busslummar, eins og gongutunnil er bygdur, so teim um gangandi ikki nýtist at fara tvørtur um vegin. ­ Vegurin hevur eisini tey bláu busskeltini til Bygda leið ir, segði hon. Haraftrat eru gongugøtur bygd ar, sum knýta saman øk ið millum Flatarvegin og Klingr una, og ætlanin er at gera fleiri slíkar gongugøtur. Skjótt og trygt Mar in Katrina Frýdal vísti í síni røðu á, at eitt ávíst kjak í seinastuni hevur ver­ ið millum Landsverk og Vilja ikki hava Miðvá KLINGRAN – Vegurin hevur rundkoyring, gonguteigar, skelti, ljós, busslummar og gongu tunnil. Haraftrat eru gongugøtur, sum knýta saman økið millum Flatarvegin og Klingruna, og ætlanin er at gera fleiri slíkar gongugøtur, segði Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, tá hon alment læt upp Klingruna ALMENT OPIN Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, hevur júst klipt bandið, sum alment letur Klingruna upp Mynd: Jens Kristian Vang