fríggjadagur 7. mai 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 78 · 7. mai 2010
11
VIKUSKIFTI
– talufrælsi
fyri fullum útblástri
Malan Eyðunsdóttir:
Facebook hevur stóran týdning fyri meg. Tað er vorðið
eins natúrligt fyri meg at fara inn á Facebook fleiri
ferðir um dagin, og tað er at kanna teldupost.
Fyrst og fremst nýti eg Facebook sum undirhald. Eg
skemti, provokeri og kjakist. Tað er sera stuttligt at lesa
tær ymisku dagføringarnar hjá ymsu vinum mínum og
at viðmerkja tær. Ofta er tað mesta fjas, men eg havi
eisini havt fleiri áhugaverd kjak við fólk, og tá fleiri fólk
eru við í kjakinum, gerst tað uppaftur betri.
Eisini havi eg fingið samband aftur við fólk, ið eg ikki havi tosað við í fleiri
ár, og eg havi fingið nýggj vinfólk. Facebook er ein genialur samskiftismiðil,
sum hevur gjørt, at fólk eru komin tættari at hvørjum øðrum.
Jógvan á Dul:
Eg gangi ofta túr við hundinum og taki myndir. Eg
byrji dagin við at taka nakrar myndir, sum eg kalli
»Góðan morgun úr Havn«. Tær leggi eg so út á
Facebook. Ein mynd verður tikin úr Konradsbrekku
hvønn morgun kl. 9.
Sunnudagar eri eg ofta túrar við gongubólkinum hjá felagnum
Tórshavn, og tað plagi eg eisini at leggja út eins og aðrar hendingar.
Eg hyggi eftir, hvat onnur leggja út, og við hvørt blandi eg meg uppí,
serliga hjá Ann Mikkelsen, Jógvani Ósá og Betinu Frederiksberg, sum øll
tora at siga sína meining, men allíkavæl vera stuttlig. Eg haldi, at Facebook
fyrst og fremst skal vera stuttligt.
Eyðun Nolsøe:
Facebook er ein kraftfullur sosialur miðil.
Nógv orka uppstendur, tá fólk verða sett
saman í einum opnum, fríum forumi.
Facebook er anarkistiskt av natúr, ikki
stýrt av einum sentralum valdi. Hetta er
demokratiska styrkin á netinum sum heild og ikki minst á Facebook.
Okkara forfedrar samskiftu við at glaða millum oyggjarnar, tá grindadráp
var. Tað sigur ikki lítið um menningina í samskiftinum. Teknologiska
frambrotið á breið um bandi hevur skapt møguleikar at víðka okkara medvit
og varpa ljós inn í nógvar myrkar krókar. Hetta er slóðbrótandi, og ongin
primitivur kinesiskur netsensurur kann steðga hesi gongd.
Gamlar dogmur hanga í leysari luft og verða gjøgnumholaðar av
hjartadráttinum í fólkin um, vápnað við talgildum frælsi og allari heimsins
vitan beint við hondina. Takk fyri, fagri, nýggi heimur!
Annleyg Lamhauge:
Eg vitji Facebook nakrar ferðir um dagin. Bæði í arbeiði og privat.
Eg havi einar 500 vinir, hóast eg heldur vildi kallað nøkur kenningar.
Kenningarnar komi eg at kenna betur og betur við Facebook.
Eg havi funnið gamlar pennavinir og lestrarvinir á Facebook. Serliga havi eg gleði av
Facebook, nú dóttir mín er á eftirskúla í Danmark. Vit kjatta dagliga.
Í mínum arbeiði sum blaðstjóri á Kvinnu nýti eg Facebook sum eitt netverksamboð.
Nógv samskifti fer fram umvegis Facebook við frílansarar, og eg finni fólk til søgur.
Facebook er ein snarvegur til at fáa eitt skjótt samband.
Eg brúki meiri Facebook til netverk og kjatt enn at vera persónlig og privat.