Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78 Sosialurin vErða hoyrdur at knívurin poppaði bara út aftur sjálvur. Ætlan hansara hevði verið at lata knívin standa í manninum. Aftaná gerðina bað hann Finn Ougaard sjálvan ringja eftir sjúkrabili. Knívin kundi hann eiga sum souvenir og brúka hann, sum hann vildi. So spákaði hann yvir á politistøðina og meldaði seg sjálvan. Tann skuldsetti varð spurd ur, hví hann fór yvir á politistøðina sjálvur. – Eg hevði júst stungið, og tað skuldi eg inn at sita fyri, segði hann. Lítil virðing Hann gjørdist firtin, tá ið fútin spurdi hann fleiri ferðir, hví hann valdi at stinga. Svarið var ikki júst høviskt. – Situr tú á tínum oyrum? Reis teg upp, segði hann við fútan. Tann skuldsetti hevur ikki havt nakað arbeiði síðan februar í fjør. Hon dámdi væl at roykja hassj, og hann roykti hvønn dag, um hann fekk hendur á tí. Tvær pípur um dagin var hóskandi. Hann hevur eisini drukkið illa, men honum dámdi betur hassj. Tá ið hann ikki fekk hendur á hassji, drakk hann hvønn dag. Týsdagin hevði hann drukk ið tríggjar gull, áðrenn hann leyp á varafútan. Tvær fyrrapart og eina aftaná. Fleiri vitni Eftir tilburðin týsdagin fór politiið beinanvegin at av hoyra vitni, og í grund lógar hoyrinum týsdagin læs fútin burtur úr nøkrum teirra. Ein var frá politistunum, sum koyrdu tann skuld setta mannin út á Lands sjúkrahúsið til kanningar. Tá ið hann aftur tosað um at melda Almannastovuna, og tá ið hann fekk at vita, at Finn Ougaard ikki var fúti menn varafúti, segði hann: – So var tað henni, eg skuldi verið farin eftir. Ein kvinna, sum stóð tveir metar frá, tá ið Finn Ou gaard varð stungin, sá varafútan detta afturyvir, og hon hoyrdi hann siga nakað um knív. – Hin maðurin stóð stillur við einum smíli, hevur kvinn an greitt frá. Hon hevði sagt, at hetta ikki var í lagi, og hann svar aði, at hann fór yvir á politi støðina. Í eini fyribilsfrágreiðing hevur Finn Ougaard sagt, at tá ið hann kom av fundinum í Dómhúsinum, fekk hann eitt prey frá einum starvsfólki um at ansa sær. Hann sá eitt mannfólk standa uttanfyri, men sá ikki, hvør tað var. Tá ið hann kom útum, kom tann skuldsetti til hansara og tosaði um tað sama. Hann hevði svarað, at eingin vildi taka ímóti eini melding móti Almannastovuni. Hin svaraði: – So má eg taka málið í egnar hendur. Varafútin helt tað ikki vera nakað gott hugskot, og løtu eftir sat knívurin í lær inum. Nøgdur Varafútin dugdi at lesa á andlitinum á hinum, at nú var arbeiðið gjørt. Finn Ougaard tók knívin upp, fór inn í Dómhúsið og bað tey ringja eftir sjúkra bili. Kravið hjá ákæranum var, at maðurin varð skuldsettur fyri drápsroynd, og tí tók dómarin undir við, hóast tann skuldstti hevði sagt seg ikki ætla at drepa. Dómarin tók eisini und ir við kravinum um at varð haldsfongla mannin bein anvegin og i fýra vikur. Skal mentalkannast Á fundinum varð greitt frá øðrum dómum, sum maðurin hevur fyri álop og hóttanir móti tænastufólki í arbeiði. Nevnt varð eisini, at tað koyrir eitt annað rættarmál, har hesin sami maðurin er ákærdur fyri at hava brúkt skotvápn. Ákærin kravdi, at mental­ kanning verður gjørd av mann­ inum, og tann skuld setti mót­ mælti aftur. – Tað er eina ferð áður gjørd mentalkanning av mær, segði hann. Fútin helt fast við, at hon vildi hava nýggja mental kanning gjørda, og hesum tók dómarin undir við. Soleiðis gekk grund lógar­ hoyrið, sum vardi í fimm korter. Tá ið liðugt var, fekk tann skuldsetti aftur handjørnini um skøvningarnar, varð sett ur út í ein politibil, og ein hópur av politistum fylgdu við honum yvir í varðhaldið. Politistar í stórum tali ansaðu eftir ti skuldsetta, sum var í handjørnum, bæði tá ið hann kom í rættin, og tá ið hann varð førdur yvir í varðhaldið í rættin