fríggjadagur 7. mai 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 78 · 7. mai 2010
10
VIKUSKIFTI
sosial tøkni
Uni Arge
Fyri einum góðum ári síðan boygdi
eg meg og bað ein vinmann hjálpa
mær at sleppa á Facebook. Áh, tað er
so lætt, segði hann og flenti at míni
tøkniligu trilvan. Fimm minuttir seinni
var eg endaður millum tey 400 milliónir
fólkini, sum hava eina Facebook-síðu.
Eg vildi vita, hvat vinmaðurin
brúkti Facebook til. Tað visti hann ikki
rættiliga. Honum dámdi at hitta fólk,
kjatta eitt sindur og kanska sneyta eftir
øðrum. Nei, kanska ikki sneyta, segði
hann, men tað var umráðandi at vera
við.
Tað var eg eisini farin at halda.
Øll tosaðu um Facebook, og av
einum ávísum ótta fyri at enda í
einum tómrúmi, har onki fekst at
vita um lívsins gongd, slepti eg
øllum fyrivarnum og tveitti meg út í
alskyns vinarumbønir, orðaskifti og
sneytaravirksemi.
Lívlig orðaskifti
Merkiligt er, sum summi fyribrigdi
kunnu gerast mótaorð í síni tíð. Í
politikki varð einaferð tosað upp í
saman um virðisøking. Seinni skuldi alt
vera burðardygt, og í seinastuni hevur
politiska loysunarorðið verið reformar.
Í sambandi við tøkni er mótaorðið í dag
at netverka.
Ert tú ikki við í sosialu tøknini, ert tú
nærum ikki til, tí tað er sera gamaldags
bara at ganga á gøtuni og hitta fólk.
Tú mást skriva út í tøkniliga alrúmið,
hvat tú hugsar og gert. Dámar tær
fíggjarkarmarnar? Hugnar tú tær við
einum kaffimunni? Hvat upplivdi tú í
gjár? Sig tað á Facebook!
Á ein hátt kann gerandislívið á Face-
book samanberast við ein almennan
fund á Vaglinum. Nógv fólk, sum tú
kennir væl ella nøkulunda, eru komin
saman við hvør sínari mikrofon. Tú
sigur okkurt í tína mikrofon, og tey
floyta, sum dáma tað, tú sigur. Onkur
svarar kanska aftur, og so verður
orðaskifti. Onnur tiga bara.
Orðaskiftini kunnu snúgva seg um
alt millum stjørnurnar og havbotnin.
Vilt tú skifta orð um átrúnað, politikk,
mál, javnstøðu ella tónleik, finnur tú
lættliga tínar kjakfelagar á Facebook.
Og vilt tú sussa um okkurt stuttligt ella
hugnaligt, ja, so kanst tú eisini tað.
Viðhvørt fært tú á Facebook eina
kenslu av, at verðin er full av fjasi
og fjanti. Tú fært at vita, nær fólk
fara í brúsi, og nær tey drekka kaffi.
Hugnaligt kann tað vera, men av og á
spyrt tú teg sjálvan, hvat tramin vanligt
gerandislív hjá øðrum rakar teg.
Fólkið fær vald
Men hetta er Facebook, og fellur tú fyri
freistingini bara at kalla Facebook fjas
og fjant, gert tú eitt mistak, tí øll tey
mongu orðaskiftini, ið har eru, kunnu
vera bæði kveikjandi og spennandi.
Í orðaskiftunum eru meiningarnar
hvassar og óskerdar. Har eru ongir
redaktørar, sum snerkja at tínum
málburði, og ongir yvirdómarar, sum
nokta tær at hava eina sjálvstøðuga
meining. Orðið er frítt, og dómarar eru
tínir kjakfelagar.
Montesquieu býtti undan fronsku
kollveltingini samfelagsskipanina upp í
lóggevandi, útinnandi og dømandi vald.
Síðan Montesquieu hava mong so rópt
fjølmiðlarnar tað fjórða statsvaldið.
Spurningurin er, um Facebook og
aðrir tílíkir netmiðlar eru vorðnir tað
fimta statsvaldið, ið er lukkuliga frígjørt
frá traditionellum myndugleikum og
meiningsskaparum, tí á Facebook talar,
dømir og krevur fólkið við ótamdari
rødd.
Hvussu ofta hvønn dag hugsa
politikarar um Facebook? Hví eru
stjórar á Facebook? Hvat gera øll
fjølmiðlafólkini har? Ongin teirra kann
avnokta Facebook og tær túsundtals
meiningarnar um alskyns mál, sum har
koma til sjóndar. Tey vilja vita, hvat
fólkið meinar.
Longu nú ávirkar Facebook eisini
traditionellu meiningsskapararnar.
Tíðindasøgur í fjølmiðlunum kunnu
snúgva seg um, at ein Facebook-bólkur
er stovnaður ímóti t.d. hálkubreyt
í Saksunardali, og at heili 3.000
fólk eru við í bólkinum. Hvat halda
landsstýrisfólk og tingfólk um tað,
spyrja miðlarnir.
Hetta er fimta statsvaldið, sum
sleppur framat hjá fjórða statsvaldinum,
ið so aftur spyr útinnandi og lóggevandi
valdið, hvat tey ætla at svara fólkinum.
Frælsa orðið setir dagsskránna.
Handilslívið útihýst
Á Facebook flokkast altso bæði
politikarar, stjórar, fjølmiðlar og annars
øll, sum vilja vita, hvat almenningurin
hugsar. Og hvør annar plagar at
vilja tekkjast almenninginum mest
møguligt? Handilslívið, sjálvandi. Tað
ger handilslívið eisini á Facebook.
Men onki serligt gongst við tí.
Fyritøkur fáa sær Facebook-síður,
senda fólki vinarumbønir og royna á
tann hátt at gera seg spennandi, men
kanningar vísa, at fólkið kennir seg
órógvað av handilsliga áganginum á
Facebook.
Ein donsk kanning, sum internet-
fyritøkan Dwarf hevur gjørt um júst
hendan spurningin, vísir, at 43 prosent
av øllum donskum Facebook-brúkarum
halda, at vinnulívið hevur als onki at
gera á Facebook, og annar hvør brúkari
frábiður sær lýsingar frá fyritøkum.
Hesa hugsan hava fólk als ikki um
eitt nú bløðini. Men bløðini eru heldur
ikki sosial sambond millum vanlig fólk.
Fólk halda eftir øllum at døma, at har
sambandið teirra millum er óskert og
beinleiðis sum á Facebook, skal ongin
koma imillum og órógva sambandið.
Viðhvørt eydnast tó handilslívinum
at tekkjast Facebook-brúkarunum.
Sonhard Mariuhønan, sum Jákup
Veyhe spælir, er ein reklama fyri Effo.
Sonhard er á Facebook og hevur har
túsundtals vinir. Fólk samskifta eisini
nógv við Sonhard, tí tey halda hann
vera stuttligan.
Fjølmiðlar ávirkaðir
Spurningurin er so, hvussu broytta
atferðin hjá okkum fer at ávirka
vitanarstøðið í samfelagnum. Nýggja
tøknin gevur okkum so nógva vitan um
so nógv ymisk viðurskifti, at vit rúma
verri enn so allari vitanini.
Men hava vit fyri neyðini at vita
alt? Og hvat er dygdargóð vitan og
virðisleys vitan? Dygdargóð vitan er
eftirkannað vitan, sum skúlar undirvísa
sínum næmingum í. Tað kann eisini
vera viðgjørt tilfar, sum fjølmiðlarnir
borðreiða við. Virðisleys vitan er, at
onkur, tú kennir, fer í brúsu ella ilskast
um veðrið.
Broytta atferðin kann fara at bróta
niður múrin millum dygdargóða vitan
og virðisleysa vitan. Alt rennur saman
í eitt, og tað, sum fyrr var fakliga
objektivt, verður kanska blandað
saman við ófakligum subjektiviteti hjá
einstaklingum, tí subjektiviteturin
hevur fingið so stóra rúmd.
Eitt annað rák síggja vit eisini
orsakað av Facebook. Traditionellu
fjøl miðlarnir apa sær viðhvørt eftir
samskiftisháttinum har. Útvarps send-
ingar, sum fyrr vóru kjaksendingar um
stórmál, har eftirkannað vitan varð
løgd fram, eru nú prátisendingar við
subjektivum meiningum hjá vanligum
borgarum um alskyns mál.
Í nógvum øðrum sendingum er
bulurin í innihaldinum eisini beinleiðis
samband við lurtarar umvegis t.d.
sms-boð um tað, teir hugsa beint í
løtuni. Lurtararnir viðmerkja, hvat teir
halda um hvørt smáting ella stórmál,
og tú spyrt, um hetta er dygdargóð
vitan ella virðisleys vitan, ið skal
skapa hugna beint nú heldur
enn varandi upplýsing.
Men soleiðis er, tá
gam lir valdsdeplar
skak ast, og fólkið
fær talu frælsi fyri
fullum og óskerdum
út blástri.
Vilt tú skifta orð um politikk ella heimspeki, so far í gongd. Vilt tú kunngera
tína gleði um líVið og heimin, so tak orðið. FAcebook er pAllUrin, har alt tos
og øll fólk Verða jaVnsett og tala Við eins sterkari rødd. heVur facebook
til fulnar Frígjørt demokrAtiskU sAmrøðUnA og hóttir nú Valdið hjá
fjølmiðlunum, politikarunum og kapitalinum? Vit royna at greina málið
Facebook