fríggjadagur 7. mai 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78
10
Sosialurin
Ein roynd at v
Randi Jacobsen
Tá ið tann skuldsetti mað ur in
varð førdur til grund lógar hoyrið
mikudagin, varð væl ansað eftir,
at mað ur in ikki rýmdi. Hann var
í hand jørnum, og tveir politist ar
leiddu hann inn.
Inn komin vóru hand jørn ini
tikin av honum, og hann setti seg
niður við síðuna av verja sínum.
Vaktarhaldið var so nógv, at
ein politistur alla tíð ina stóð
undir liðini á tí skuld setta mann
inum, tríggir poli tit istar sótu
beint við, og aðrir politistar sótu
afturi í rættar salinum.
Tann skuldsetti sat og skim
aðist runt í rættar sal in um og út
gjøgnum vindeygað. Tað var stilt
sum til eina jarðarferð, meðan
bíðað varð eftir fútanum, sum
á hesum rættarfundinum var
ákæri.
– Nú kemur hon, segði tann
skuldsettir.
Maðurin varð skuldsettur fyri
drápsroynd, og í øðr um lagi fyri
grovan harð skap og harðskap
móti tænastu manni, við tað
at hann stakk varafútan Finn
Ougaard í lærið.
Tann skuldsetti noktaði at
hava droynt at drepa, men hann
viðgekk at hava stungið við
knívi.
Illur inn á
Almannastovuna
Hetta malið snúði seg bara um,
at hann ætlaði sær at melda
Almannastovuna, men tað bar
ikki til. Hann hevði verið bæði
hjá politinum, advokatum, í
løgtinginum og í Dómhúsinum.
Hann vildi hava upp merk
samheit, segði hann.
Í seinastu viku kom hann til
ta niðurstøðu, at ein asta loysn
var at fara eftir varafútanum,
geva honum ein hvøkk og harvið
ein møguleika aftrat.
– Tað var ikki persónligt men
hevði nakað við hansar arbeiði
at gera, segði tann skuldsetti
maðurin.
Reinan knív
Mikudagin ella hósdagin í sein
astu viku var hann farin inn í
handilin Thomas Dam Búnýti og
keypt ein knív.
Knívar átti hann heima, men
hann vildi hava ein nýggjan knív
at stinga, tí knívurin skuldi vera
reinur og ikki gera so nógvan
skaða sum ein gamal knívur við
nógvum bakterium kundi gera.
Jagstraði varafútan
Tann skuldsetti maðurin duldi
ikki, at hann síðan í seinastu viku
hevði gjørt fleiri royndir at koma
til Finn Ougaard og stinga hann.
Hann hevði ætlað at gjørt
tað í rættarsalinum í seinastu
viku, men tá var hann ov sei nur.
Tí útsetti hann gerðina til hesa
vikuna.
Hann hevði tó ein dag verið
heima hjá Finn Ou gaard, sum
kom út at tosa við hann, men tá
gjørdi hann einki við tað, tí hann
vildi hava áskoðarar.
Tann dagin segði Finn Ou
gaard honum sjálvur, at hann fór
í Norðurlandahusið um kvøldið.
Og har fór tann skuldsetti mað
urin eisini. Men hann náddi bara
at síggja vara fútan koyra avstað.
Plássið við Norðurlandahusið
hevði annars verið gott, tí har
vóru nógv fólk, segði tann 40 ára
gamli maðurin.
Allar hesar dagarnar gekk
hann við knívinum í lumm an
um.
Mánadagin var hann farin
til húsið, har fútaskrivstovan
er. Dyrnar vóru læstar, men
Finn Ougaard kom út at tosa
við hann og greiddi honum frá,
hvar Almannamálaráðið var. Har
vóru eingi fólk uttan fyri, so tann
skuldsetti valdi ikki at brúka
knívin.
So hendi tað
Men týsdagin skuldi tað verða.
Tá fór hann í Dómhúsið og
spurdi eftir Finn Ougaard. Hann
fekk at vita, at Finn Ougaard var
á fundi inni í húsinum, og hann
stillaði seg uttan fyri at bíða.
Við Finn Ougaard segði hann,
at nú gjørdi hann sein astu
royndina at melda Al manna
stovuna. Hann svar aði, at tað
kundi hann ikki.
Tá so Finn Ougaard vendi sær
á og skuldi snara til vinstru, tók
hann knívin úr jakkalummanum
og stakk Finn Ougaard í vinstra
lær.
Hann vildi ikki stinga hann í
armin, tí so kundi Finn Ougaard
fara undan, og hann hevði tá rakt
hann aðrastaðni á kroppinum.
Hann rakti júst har, hann
ætlaði at raka, segði hann. Men
hann hevði ikki ætlað, at knívurin
skuldi fara so langt inn.
Fútin upplýsti í grund lógar
hoyrinum, at knívurin, sum
hevði 10 cm langt blað, var farin
heilt inn til skaftið.
Kundi eiga knívin
Tann skuldsetti segði, at hann
hevði ikki drigið knívin út aftur.
Hann flenti, tá ið hann segði,
ÁLOP 40 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava stungið varafútan við
knívi, segði seg í grundlógarhoyrinum hava roynt allar møguleikar at gera vart við sína
misnøgd við Almannastovan. At fara eftir varafútanum var hansara seinastua roynd,
men hann ætlaði bara at geva Finn Ougaard ein hvøkk, ikki at drepa hann