Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 78 · 7. mai 2010 9 VIKUSKIFTI Tak ikki lívið for alvor­ liga. Tú yvirlivir tað ikki alíkavæl Josh Shippe, serfrøðingur í samskifti 10 tIng um DaviD Cameron Cameron stílar eftir toppinum Hann er leiðari fyri tey konservativu í Bretlandi, og Hann verður kanska næsti Bretski forsætisráðHarrin TónleIKarIn og mIðlamaðurIn HennIng nIcodemUssen vIl IKKI nýTa Sína mIðlaTíð uppá íTróTT, og TíðIndI um nIðurbrendar SKrellISpannIr í SKúgvI. Miðlarnir og eg lagt tIl rættIs: eyðun Klakstein lagt tIl rættIs: Inna Törnroos í táttinum siga kendir og ókendir persónar frá síni miðlanýtslu. pápi hansara, sum er ættaður úr Skotlandi, handlaði við partabrøvum. Cameron var føddur í london og vaks upp í peasemore í berkshire. Hann eigur ein beiggja og tvær systrar Hann gekk á kenda privata eton College, sum ofta verður sagdur at uppfostra bretskar statsmenn. Sum tannáringum á eton varð Cameron tikin í at roykja hassj. Hann slapp tó við eini bót, tí hann viðurkendi brotið og hevði ikki verið blandaður uppí sølu av hassji. á eini vitjan í Sovjetsamveldinum mitt í 80’unum royndu tveir enskttalandi menn at fáa upprætta samband við hann. ein professari hjá honum segði seinni, at einki var at ivast í, at tað var Kgb, sum royndi at fáa hann at arbeiða fyri tey. blaðið guardian hevur lagt hann undir at brúka gamla eton-sambandið fyri at fáa maktina. nógvir av hansara fremstu fólkum hava gingið á eton. Cameron er giftur samanthu sheffield, og tey eiga trý børn. elsti sonur teirra er menningartarnaður. í mai í fjør varð súkklan hjá honum stolin, men við hjálp frá The Sunday mirror kom hon afturíaftur. Seinni varð hon aftur tikin nærindis heimi hansara. Cameron er viðhaldsmaður hjá fótbóltsfelagnum aston villa. 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 mítt blað - dag og VIKUblað Hyggi bara leysliga ígjøgnum tey ókeypis bløðini, ið detta inn um dyrnar. mín HeImasíða um eg vil hava tíðindi, so er tað nokk portal.fo mín tónleIKUr Lurti eftir rættiliga nógvum ymiskum, men akkurát nú er John mayer aftur á skránni. mítt sosIala netVerK (td FacebooK) Facebook. ikki tí at eg eri bitin av tí longur, men har eru tey flestu av mínum vinfólkum, og tónleikavinfólkum. mín dVd eg hyggi ikki nógv eftir dvd, men haldi at filmurin um The Doors var síðsta dvd, ið var í spælaranum. mítt magasIn modern Drummer mín sjónVarpsrøð Hyggi ikki eftir sjónvarpsrøðum, men tó skal sigast at eg sá einar tríggjar partar av X-factor. mín bóK »endelig ikke ryger«. men har gongur einki serligt. Byrjaði upp á hana fyri trimum mánaðum síðan, og havi bara lisið ein kapittul... og úrslitið er hareftir. mítt útVarp rás2 og Kvf, upp á skift. mín teleFon ein 4 ára gomul Sony ericsson w810i, ið bara riggar og hongur saman av gomlum vana. HVat VIl tú IKKI brúKa mIðlatíð Uppá? Ítrótt... HVat IrrIterar teg í mIðlUnUm? Tá skrivað verður um ting, sum ikki hava nakað sum helst uppá seg, sum t.d. at onkur smádrongur hevur sett eld á eina skrellispann í Skúgvi. Hettar vísir samstundis, at vit hava ikki nógv nógv at skriva um, men velja at heldur at skriva um hesi óneyðugu tingini, enn at fara í dýbdina við góðum viðkomandi málum. HVat VIl tú HaVa meIrI aV í mIðlUnUm? Djúptgangandi journalistikki