Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78 16 Sosialurin Kári á Rógvi løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins Ov nógvir høvdingar Sjálvstýrisflokkurin vil, at føroyingar sjálvir stýra landi sínum eftir egnum fortreytum. Vit vilja hava egna grundlóg, rættarskipan og fyrisiting – men lagað eftir júst okkara umstøðum. Onkur kundi fáa ta fatan av grein í Dimmalætting, at vit bæði løgtingsstýran liggja í onkrum kegli. So er ikki. Haldi meg kunna siga fyri vist, at aldri er øvugt orð fall ið okkara millum, hvørki í munnligum ella skrivligum samskifti. Kvettroyndir liggja langt frá míni stig-fyri-stig til gongd. Vit hava tó ávísa heim- spekiliga trætu um lóg og stjórn. Hon heldur uppá, at føroyingar mugu taka full veldi til tess at fáa fleiri heim ildir; eg meti at vit sum Ísland og Noreg á sinni kunnu liva leingi í samveldi við onnur lond og sam- stundis hava egna stjórnar- skipan við ásetingum um rættindi fólksins og valdsbýti ið er tillagað til umstøður og fatanir okkara. Men sum vandir juristar liggja vit ikki og ‘knúlvast úti á vegnum’ sum yrkjarin tekur til. Vit eru í áhaldandi sakligum orða skifti. Uppskotið um at taka av ásetingar um løgtingsstjóran spretta úr fatan míni, at í einum landi við fáum indi- an arum ber ikki til at hava ov nógvar høvdingar. Vit tykjast at skriva av frá døn- um og stovna nógvar fyri- sitingar, sum allar skulu hava sín stjóra. Ráddi Sjálv- stýrisflokkurin, so vóru færri stovnar, færri høvdingar. Kári P. syngur um, at ‘fólkið skal spara’ – vit byrja heldur úr erva. Sjálvstýrisflokkurin hev- ur soleiðis áhaldandi skotið upp, at vit spara á tingi, millum annað við at taka av tær dupultu lønirnar, sum landsstýrisfólk fáa, um tey fara aftur í tingi. Til ber at fara munandi upp í løn við at verða koyrdur frá, hóast meiningin var at tryggja landsstýrisfólki sømiligar um støður, um tey gjørdust ar beiðsleys, so er tað nú fíggjarligur vinningur at verða sendur til hús. Tá ið fiskivinnan megnar at framleiða tað sama við færri fólkum, so má fyri- sitingin eisini megna antin at gera tað sama við færri fólk um ella framleiða meira við somu fólkum. All ur fram- burður byggir á hesar grund- reglur fyri øktum skilvísi. Sambært heimasíðuni www. logting.fo eru 12 indianarar á løgtingsskrivstovuni. Løg- tingsformaður við nøktandi útbúgving ella royndum eigur at kunna stýra so lítl- ari umsiting uttan at mill um- leiðara. Í hvussu er má hann sleppa at seta liðið frítt. Orðaskiftið við fyrstu viðgerð av hesum lítla upp - skoti vísti eisini – dimmu- lesarar kunnu lurta eftir tí á netinum – at tingfólk eru samd um, at stjórin skal ikki umrøðast í tingskipanini. Heldur eigur umsiting ting- sins at verða nevnd. Rætt- arnevndin er samd um, at tingformaðurin eigur at leggja fram uppskot um heldur at brúka orðingina “umsiting” enn “stjóri.” Semja um stig fyri stig tilgongd er júst vón mín, so eg havi tikið mítt uppskot aftur og vænti at síggja uppskot frá løgtingsformanninum á ólavssøku. Rætta lógina Men hvat við løgtingsstjór- anum? Jú, helst skemtar stýr- an, tá ið hon sigur við Dimmu, at hon gleðir seg at fáa løn fyri onki at gera. Sum góður tænastumaður og runnin tjóðskaparumhvørvinum á Velbastað er hon sjálvandi til taks hjá Føroya landi. Kundi hugsa mær at sett hana í komandi føroyska lands rættin. Hon er ímynd av óheftum juristi. Vit hava avrátt við danir, at vit kunnu stovna føroyskan landsrætt – og stjórnarskipanin fæst neyvan at virka uttan – á tann hátt fáa vit nøkur vællønt arbeiðspláss og alla inntøkuna frá rættargjøldum heim til Føroya. Betri tæn- astu, fleiri inntøkur, tey somu fólkini fáa meira frá hondini. Færri høvdingar – ódýrari at vera indianari. Óli Jacobsen Arctic Viking dómurin avgjørdi trúvirðið Skrivingin í samband við Fiskimannafelagið sein astu tíðina er grundað á sak ar- málið millum FF og reiðaríið hjá Arctic Viking. Sum áður greitt er frá varð sakin av FF sjálvum í rættinum og bløðum fyri ein part løgd upp til at snúgva seg um mítt trúvirði. Hesa sakina tapti fiski- mannafelagið púra greitt. Tað kann einki meiningsleyst uttanumtos káva útyvir. Tí er óneyðugt við fleiri viðmerkingum, uttan at henda herferðin móti vitni í einum rættarmáli er sera nær markinum fyri brot á teirri i verju, sum eitt vitni hevur krav uppá í okkara rættarskipan. Tað sigur nú heldur ikki so lítið um teir sum standa fyri hesum. Kjak Sámal Poulsen næstformaður í Føroya Fiskimannafelag Óli má boyggja seg fyri meiri­ lutanum Ja, Óli, so oysti tú aftur gor og gall úr tær í illsinni og hesuferð gekk tað so útyvir meg. Tú førir fram, at eg havi trokað meg framat næstformansstarvinum í Fiskimannafelagnum fyri pengarnar skyld. Tað passar so bara slett ikki! Eg fái 2000 krónur í samsýning um mánaðin fyri at vera næstformaður í Fiskimannafelagnum. Hevði tú heldur tosað við meg, kundi tú fingið tað lagt afturat eftirlønini, ið tú fekk meg og aðrar at hjálpa tær við at fáa, áðrenn tú varð valdur úr felagnum. Tá ið eg var skotin upp at verða næstformaður, boð- aði eg frá, at kundi tað fáa frið aftur í nevndina, skuldi eg taka av, tí tað vísti seg, at formaður og næstformaður kundu ikki samstarva. Tað er harmiligt, at tú skal øvunda mær hasa samsýningina, tí ikki hava tú og títt húski verið vanbýtt á lønarlistanum hjá Fiskimannafelagnum. Tú tosar um loyalitet! Ein stór broyting, sum er hend í nevndini, er, at tá ið tú var formaður, varð ikki farið í bløðini, hóast mann kom í minniluta tá, men vit royndu at semjast um tað innanhýsis og so mátti meirilutin ráða. Óli, tú legst aftur eft ir Jan Højgaard fyri skeiv- leikar, hann hevur gjørt. Men hann hevur tó ver ið so frægur, at hann hevur verið í bløðunum og viðgingið sínar skeivleikar. Tað hevði tú aldrin gjørt. Tú var t.d. á veg at gera sáttmála einsamallur, men tíbetur varð tú steðgaður í evstu løtu. Men ongin fór í bløðini við tí. Til tað einu sem ingina, gjørdi tú seming upp á nakkan av restini av nevndini. Men nevndin vildi ikki finna seg í tí og so tú noyddust aftur til semingsstovnin at fáa tað broytt. Men heldur ikki tá fór nakar í bløðini við tí. So kann leggjast afturat til Arctic Viking málið, sum alt snýr seg um, at tú gevur Jan Højgaard skyldini fyri, at tað skal vera blivið lætt ari at fáa útlendingar umborð á føroysk skip fyri minni samsýning enn føroyingar fáa. Men tú segði í Eystara Landsrætti, at tað var bert tín tulking, ið skuldi takast í álvara, tí tú hevði einsamallur gjørt sáttmálan. So má tað eisini vera tín ábyrgd, vissi tað er lættari at fáa útlendingar umborð. Fiskimenn hava valt Jan Højgaard til formann fyri aðru ferð. Tað mást tú so bara boyggja teg fyri og lata vera við at gera meiri órógv, enn tú longu hevur gjørt. Fiskimenn høvdu álít á tær í yvir 30 ár og vistu so, hvat ið tú stóð fyri, og hava vrakað tað. Takk fyri hesuferð.