fríggjadagur 7. mai 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 78 · 7. mai 2010
16
VIKUSKIFTI
Nú tora k
at mótmæla og
Kubanar eru troyttir av teirri gomlu stýrissKipanini, og teir vilja hava
sKjótar politisKar broytingar, sum Kunnu hava við sær, at búsKapurin
Kemur á føtur. teir vilja eisini hava eitt gott og opið samband við
umheimin, og at alt sviK í teirri ovastu leiðsluni verður ruddað burtur
stýrisskipan
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Í hesum tíðum koma støðugt fleiri
frásagnir úr Kuba, sum siga frá fólki,
ið krevja broytingar í teirri politisku
og búskaparligu skipanini í landinum.
Tað unga ættarliðið er ikki nøgt við
ein búskap, sum tykist standa í stað,
og sum forðar teimum í at finna egna
lívsleið og at forvinna meiri pengar.
Sjálvt tann ovasti leiðarin í
teirri katólsku kirkjuni í landinum,
kardinalurin Jaime Ortega, hevur
tikið blaðið frá munninum og
sagt, at landið stendur fyri stórum
avbjóðingum, og at fólkið er vorðið
ótolið. Sambært kardinalinum
er kubanska tjóðin samd um, at
stjórnin noyðist at taka neyðug stig
fyri at bøta um korini hjá teimum 11
milliónunum, sum búgva á oynni.
– Stjórnin drálar við at gera eftir
ynski fólksins, og tað gera bara,
at fólk blíva enn meiri ótolin, og
misnøgdin veksur, segði kardinalurin
í samrøðu við eitt kubanskt blað fyri
stuttum. Samrøðan var óvanlig, tí
kirkjuleiðarin var sjáldsama bersøgin,
skrivar Reuters.
Kubanararnir í Havanna og
útlagnu landsmenn teirra í Florida
eru á einum máli um, at tað er fyrst
og fremst tann politiska skipanin,
sum forðar fólkinum framburð. At
landið bleiv rakt av trimum hørðum
og oyðandi ódnum í fjør hevur ikki
bøtt um støðuna. Harafturat rakar
altjóða fíggjarkreppan landið so
meint, at gjaldoyragoymslan er tømd,
samstundis sum myndugleikarnir
góvust við at rinda rokningar frá
útlendskum veitarum.
Svik
Hvørja viku eru mótmælisgongur í
Havanna. Fyriskipararnir eru fleiri,
eitt nú felagsskapurin »Kvinnurnar í
hvítum«, sum umboðar skyldfólk og
vinfólk hjá politiskum andstøðingum,
sum eru í fongsli ella í arbeiðslegu.
Men
sambært
kubanska
søgufrøðinginum Estaban Morales
er tað ikki teir smáu mótmælandi
felagsskapirnir, sum hótta stýrið hjá
Raul Castro, forseta.
– Tvørturímóti er stýrið sjálvt ein
hóttan ímóti teirri kommunistisku
skipanini orsakað av teirri stóru
korrupsjónini, sum er partur
av gerandisdegnum heilt upp á
ovastu rók í stjórnini, skrivaði
Esteban Morales á heimasíðuni
hjá kubanska listarmanna- og
rithøvundafelagnum. Hetta er
ein heimasíða hjá tí almenna, og
tí eru atfinningarnar óvanliga
hvassorðaðar. Aftaná søgdu
eygleiðarar, at Morales hevði brotið
fleiri skrivaðar og óskrivaðar reglur,
tá hann dittaði sær at finnast at
landsins ovastu leiðslu.
Castro skyldina
Sambært søgufrøðinginum hevur tann
ovasta leiðslan í Kuba longu avrátt
eitt innanhýsis býri, um tað skuldi
hent, at tann politiska skipanin fer í
upploysn. Hann samanbar hetta við,
hvussu teir sokallaðu oljugarkarnir
ríkaðu seg upp eftir lítlari og ongari
tíð, tá Sovjetsamveldið datt sundur í
1991.
– Tað eru teir í landsins ovastu
leiðslu, sum bara bíða eftir at fáa fatur
á landsins tilfeingi, skrivaði Morales.
Hóast orðalag hansara er óvanliga
hvast, er hetta ikki fyrstu ferð, at limir
í listarfeløgum í Kuba gera vart við
sína misnøgd við ta kommunistisku
skipanina, men kortini hava
atfinningarnar ikki givið nakað
beinleiðis úrslit. Men eygleiðarar
vænta, at orðini hjá Esteban Morales
hava vakt størri ans, hóast heldur ikki
hann hevur torað at sagt, at Castro-
ættin hevur høvuðsábyrgdina av
gongdini í Kuba tey 51 árini síðani ta
kommunistisku kollveltingina, skrivar
Reuters.
Tá Felipe Perez Roque, uttan ríkis-
ráðharri, og Carlos Lage, varaforseti,
noyddust at leggja frá sær fyri
tveimum árum síðani eftir illgruna
um svik, skrivaði Fidel Castro í einum
av sínum drúgvu brøvum, at teir báðir
maktaðu ikki at standa ímóti tí søta,
sum vald hevur við sær, og tí máttu
teir leggja frá sær.
Nærkast endanum
Stjórin á Norsk Utenrikspolitisk
Institutts, Jan Egeland, hevur í mong
ár fylgt við politisku gongdini í
Kuba. Hann væntar ongar stórvegis
broytingar í Kuba í bræði, sjálvt um
nógvar og harðar røddir finnast at
stýrinum.
– Hetta fer at taka tíð, men eg
haldi, mat vit nú síggja byrjanina
til endan hjá tí meiri enn 50 ára
gamla kommunistastýrinum, sigur
Jan Egeland við Aftenposten. Hann
sigur, at verandi stýrislag hevur onga
framtíð í Kuba. Annaðhvørt fer tað
í upploysn, ella kemur okkurt meiri
demokratiskt ístaðin fyri. Jan Egeland
vísir samstundis á, at Kuba hevur
verið í kreppu fyrr so sum í 1991,
tá Sovjetsamveldið datt sundur og
sjálpin til Kuba steðgaði.
Norski serfrøðingurin heldur, at
Barack Obama, forseti, eigur at skunda
sær at seta úr gildi nøkur av teimum
amerikonsku handilstiltøkunum
ímóti Kuba.
– Amerikonsku tiltøkini er púra
burturvið og ikki til gagns fyri nakran.
Eg vænti, at sum frá líður fer forsetin
at taka nøkur av tiltøkunum av, sigur
Jan Egeland við Aftenposten.
(Kelda: Aftenposten)
»Kvinnurnar í hvítum« er ein mótmælisfelagsskapur, sum umboðar skyldfólk
og vinfólk hjá politiskum andstøðingum, sum eru í fongsli ella í arbeiðslegu.
Hvønn sunnudag ganga tey ígjøgnum gøturnar í Havanna, og eins og á
hesari myndini verða tey stundum órógvað av fólki, sum styðja stýrið
Mynd: Reuters