fríggjadagur 7. mai 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78
26
Sosialurin
Kirkjugarður
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Jógvan
var
av
gamlari
bóndaætt.
Pápi
hansara
Samuel Joensen var bónda
sonur úr Gerðum, og hann var
lærari í Klaksvík. Mamman
Maria Frederikke f. Olsen var
av Toftanesi í Lorvík.
Átjan
ára
gamal
fór
Jógvan til Danmarkar á
Jonstrup Seminarium, har
hann var í tvey ár.
Hugur hansara stóð til at
koma inn á Kunstakademiet
í Keypmannahavn, men tað
vildi pápin ikki.
Tingakrossur skrivaði í
minningarorðum um Jógvan,
at tað var nógv í hansara
lyndi, sum var merkt av
gamlari bóndamentan. Eitt
tað
stóra
bragdið,
hann
útinti, var at fáa fatur á hin
um gomlu sálmaløgunum,
áðrenn teir fóru undir grønu
torvu, sum vóru førir fyri
at syngja hesi gomlu løg
fyri honum, so hann kundu
skriva tey niður og geva tey
út sum »Gomul sálmaløg.«
Tað bar so væl í lag, at
svágur hansara Jákup Dahl,
próstur, tá var í vælmaktini,
og hann týddi teir gomlu
fyrndarsálmarnar
til
dygdargott føroyskt mál.
Allir hesir sálmar vóru
sungnir fyrst av Havnar
Sangfelag, hvørs stjóri var
Waagstein sjálvur. Seinni
vórðu tey framborin í Havnar
Kirkju, eisini undir leiðslu av
Waagstein.
Løgini kendust kanska
eitt
sindur
fremmand
í
fyrstuni hjá teimum, sum
ikki vóru von við Kingo frá
barnsbeini. Men skjótt var,
at kirkjufólkið fekk tokka til
hesi gomlu løg, og víða hvar
um Føroyaland í dag syngja
fólk til dømis »Harra Gud, títt
dýra navn og æra« og »Jesu
dýrabara navn« fyri bert at
nevna tvey dømi.
Mong av hesum løgum
eru vorðin fólkaogn og verða
ikki gloymd av komandi
ættarlið. Tað er nóg mikið
eisini at nevna lagið »Tíðin
rennur sum streymur í á.«
Sum stjóri fyri Havnar
Sangfelag hevur hann sungið
hesi løg inn í fólk og latið tey
prenta, so tey verða kend
eisini uttanfyri Føroya land.
Hann gav eisini út Sangbók
Føroya Skúla, ein bók, sum
hevur verið nógv nýtt.
Meðan Jógvan var lærari,
gjørdi hann eitt stórt arbeiði
fyri at vekja musikkansin
her í okkara býi.
J. Waagstein var allar
dagar ein sera arbeiðssamur
maður. Hann hevði eisini
kærleika til hina føroysku
náttúruna, og víða hvar um
Føroya land prýða málningar
hansara stovuveggir. Fáur
man tann útlendingur vera,
sum hevur havt bústað í
Føroyum, sum ikki hevði ein
ella fleiri málningar hansara
við sær, tá hann flutti av
landinum aftur.
Hansara
høvuðsarbeiði
var annars at vera lærari. Men
tað eru nógv ár farin, síðan
hann mátti siga starvið frá
sær vegna heilsubrek, men
hann varð mintur sum tann
ágrýtni og dúgligi lærarin.
Samdur ella ósamdur við
Jógvan Waagstein, so má ein
og hvør ásanna, at her var
ein maður, ið fekk meira av
skafti enn teir flestu.
Gjørdist lærari í Havn
Í samband við, at Jógvan
Waagstein gjørdist 70 ár,
stutt áðrenn hann doyði,
greiddi hann í Dimmalætting
eitt sindur frá sínum lívi:
Í 1902 gjørdist eg annar
lærari við Klaksvíkar skúla,
har faðir mín eisini var lærari.
Men tríggjar ársfjórðingar
seinni heitti sóknarpresturin
Rohde og skúlastjórnin á meg
um at koma til Havnar at
gerast lærari og organistur,
tí H.C. Petersen (maður
fotografin
Else
Petersen)
var farin úr starvi vegna elli.
Eg var so seinni settur sum
lærari við Havnar skúla og
sum organistur við Havnar
kirkju. Stutta tíð eftir varð
eg lærari við læraraskúlan
í songteknikki, tekning og
orgulspæli.
Í Havnar skúla vóru mínar
aðallærugreinir sangur og
tekning, og vóru hetta læru
greinir, sum høvdu mín
størsta áhuga.
Í
1908
tók
eg
stóra
organistaprógvið
í
Keyp
mannahavn. Eisini í øðrum
londum fekk eg møguleika at
nema tónalist og tekning.
Tá ið sjúka noyddi meg
at halda uppat við mínum
skúlastarvi aftaná, at eg
hevði verið lærari í 30 ár við
barnaskúlan og um 40 ár við
læraraskúlan, kom eg meira
og meira at arbeiða við tí, ið
eg frá ungdómsárum hevði
ynskt at halga mítt lív til.
Í
mínum
arbeiði
við
tónalist skyldi eg Carls
bergfondinum og danska
statinum stóra tøkk fyri ta
hjálp, mær er veitt gjøgnum
øll árini. Eina serliga tøkk
eigur Føroya Løgting, ið
hevur verið mær ein stórur
stuðul í mínum arbeiði við at
savna og útgeva tey gomlu
sálmaløgini eins og mínar
egnu kompositiónir.
Listin skuldi verið
meira stuðlað
Tá ið Jógvan Waagstein gjørd
ist 60 ár, hevði Poul Niclasen,
kendur politikkari, eina grein
í Dimmalætting, har hann
millum annað skrivaði:
Som Kunstmaler er Hr.
Waagstein
ogsaa
kendt
overalt paa vore Øer. Han er
en meget produktiv Maler
og har i det bedste, han har
præsteret, skabt Ting af
betydelig kunstnerisk Værdi.
Han har flere gange haft
Maleriudstillinger her paa
Færøerne som i Danmark og
Norge.
Vort samfund er lille, og
vi kan derfor ikke vente, at
her skal findes mange frem
ragende
Repræsentanter
paa
Kunstens
Omraade.
Saa meget desto mere er
det
paakrævende,
at
vi
omfatter de arbejder, der
udføres
herhjemme
paa
disse Omraader med Tak og
Anerkendelse. Og det offent
lige burde efter min Mening
i langt højere Grad end hidtil
støtte saadanne Kvinder og
Mænd, saaledes, at de kunde
lægge alle deres Kræfter i
det Kunstens og Aandens
Arbejde, som kun er forundt
yderst faa i et lille Samfund
at kunne udføre.
Í lærarabókini er eitt
yvirlit yvir allar tær útgávur,
sum Jógvan hevur staðið
fyri í samband við tónleik.
Tær eru ikki færri enn 15
umframt alt tað, sum ikki er
komið út.
Hann var eisini heiðurs
limur í Norsk Kirkemusiker
Forbund.
Jógvan gjørdi seg eisini
galdandi innan fimleik, sum
hann eisini var lærari í. Hann
var í mong ár formaður í
Havnar Fimleikafelag.
Familjan
Jógvan Waagstein giftist við
Sonnu, ættað úr Vági. Foreldur
hennara vóru Peter Hans
Dahl, keypmaður, og Elisa
beth Susanne f. Wilhelm.
Sanna fór á læraraskúla
í Havn í 1899 og tók prógv í
1902. Hon var lærarinna í Vági
19031905. Tey bæði giftust 27.
mai 1906.
Tey fingu børnini:
Leif f. 1907
Maria f. 1909
Gunnvør f. 1911
Petur f. 1912
Thurid f. 1914
Gunnar f. 1918
Øll hava hoyrt og sæð Jógvan Waagstein, hóast tað eru 60 ár síðani hann
doyði. Vit síggja javnan hansara málningar og hoyra hansara tónleik
SANNA
WAAGSTEIN
f. DAHL
F. 17.3 1883
D. 16.1 1936
JOEN
WAAGSTEIN
F. 4.9 1879
D. 15.12 1949
GUNNVØR
WAAGSTEIN
F. 18.1 1911
D. 1.1. 1912
Tekning av Jógvan
Waagstein eftir Niels
Juel Háberg
Sanna doyði ung. Jógvan
hevur gjørt hendan
málningin av henni
Heisin málningur hevur eina serliga søgu. Pápi
Niels Juel Háberg, Poli, var skómakari, og Jógvani
kom til hansara við skóm. Í 1914 fekk Poli hendan
málningin sum gjald fyri eina forsolling
Jógvan saman við sínum børnum. Standandi f.v. Gunnar,
Leif og Petur. Sitandi Thurid, Jógvan og Maria
Komandi partur
Í komandi parti fara
vit at umrøða Aage
Lützen, son Metu og
Knud Lützen
Waagstein:
Tónlistarmaðurin og listarmálarin