Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78 Sosialurin Sum næmingur í Eik verður tú partur av væl saman­ spældum toymum av professionellum og ágrýtnum fólki, sum hvør á sín hátt eru við til at gera Eik til eitt avbjóðandi, mennandi og spennandi arbeiðspláss. Vit leggja dent á toymisanda og ábyrgdartilvitan. Vit líta á hvønn annan og stuðla hvør øðrum. Í Eik fært tú eina fjølbroytta og avbjóðandi útbúgving innan nútíðar peningastovnsvirksemi. Tú fært kunnleika til at veita bæði privatfólki og fyritøkum fíggjarligar tænastur og ráðgeving í einum hátøkniligum umhvørvi. Vit sóknast eftir næmingum, sum ætlandi fara at arbeiða á deildum okkara í Streymoynni og Eysturoynni. Umsøkjarar skulu hava lokið HH, students, HF­ ella tilsvarandi prógv. Næmingar, ið taka prógv í summar, eru eisini vælkomnir at søkja. Fleiri upplýsingar um næmingastørvini fáast við at venda sær til Margrethu R. Heinesen, tel: 348514, teldupost: margretha.heinesen@eik.fo Send umsóknina við avriti av próvskjølum umvegis heimasíðuna, ella til adressuna nevnda niðanfyri, so hon er okkum í hendi í seinasta lagi 25. mai 2010. Eik Banki, Att.: Elin Sigvardsen, starvsfólkaleiðari, Postboks 34, 110 Tórshavn Les meira um næmingaútbúgvingina á heimasíðum okkara www.eik.fo og www.18-25.fo Hug til avbjóðandi og spennandi útbúgving á einum mennandi og modernaðum arbeiðsplássi? Vit sóknast eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum liðleikarum til næmingaliðið í Eik Ver við á tí professionella liðnum tórshavnar kommuna Bíða ikki til í morgin… Søluloyvi og tiltøk á ólavsøku 2010 Umsóknir um sølu og tiltøk, sum skulu vera ólavsøku ella lýsast í ólavsøkuskránni í ár, skulu vera latnar Snarskivuni í seinasta lagi týsdagin 22. juni 2010, kl. 12.00. Umsóknarblaðið fæst á www.torshavn.fo og í Snarskivuni. Umsóknir, ið koma inn eftir at freistin er farin, verða ikki viðgjørdar. v æ l k o m i n á ó l a v s ø k u w w w . t o r s h a v n . f o …tí tá hevur kanska onkur annar fingið sama hugskot og longu avgreitt sína umsókn í Snarskivuni.