fríggjadagur 7. mai 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78
28
Sosialurin
Sjúrður Skaale
Livandi tónleikur, fólkadansur í gøt
unum, risastórar »paellas« og ókeypis
vín til fólkið. Tað var rætti ligur
hátíðardámur í 220 bygdum og býum
í Catalonia sunnudagin 25. apríl.
Orsøkin var, at fjórða umfar av
eini óalmennari fólkaatkvøðu um
eitt sjálvstøðugt Catalonia varð
hildið henda dagin. 1,3 milliónir fólk
– t.e. 20% av catalanska fólkinum –
høvdu møguleika at atkvøða um,
hvørt Catalonia skal skipast sum
ein sjálvstøðug tjóð í ES.
Frá »happening« til
mani festa tión
Hesar fólkaatkvøður byrjaðu sum
ein »happening« í einari bygd 13.
mai í fjør. Hetta tiltak fekk so nógva
umrøðu, at 13. desember varð tað
endurtikið í 167 bygdum. Síðani í 80
bygdum 28. februar í ár.
Og 25. apríl var so nógv tann
størsta fólkaatkvøðan higartil. 218
bygdir og skuldu atkvøða, og tað
var eisini fyrstu ferð, at tveir stórir
býir – Girona og Lleida – tóku lut.
Gongur eftir ætlan, verður til
tak i ð hildið í sjálvum stórbýnum
Barcelona um eitt ár.
Hóast tær ikki eru almennar,
og hóast tær ongar beinleiðis
fylgjur fáa, eru fólkaatkvøðurnar
fyriskipaðar júst sum um talan
var um almennar, galdandi fólka
atkvøður. Øll, sum hava »valrætt«,
verða skrásett í eini telduskipan,
og sama skipan forðar fyri, at nakar
kann atkvøða tvær ferðir.
Nógvir útlendskir eygleiðarar
fylgdu eisini við valinum – og tað
var orsøkin til, at eg var har.
Og tað var ein bæði spennandi
og áhugaverd uppgáva.
50 eygleiðarar
Umleið 50 eygleiðarar vóru við
– allir úr tjóðum, sum ikki hava
egnan stat.
Hetta vakti áhugan hjá miðl un
um, og, sum eg ofta havi upplivað
áður, var tað ikki minst Føroyar, teir
vildu hoyra um. Tí hóast vit sjálv
ikki geva okkum so nógv far um
tað, so er tað, í eygunum á øðrum,
næstan óskiljandi, at eitt so lítið
land kann hava so nógv sjálvræði,
sum vit hava.
At vit sjálv smíða flest allar
av landsins lógum. At vit skulu
góðkenna danskar lógir. At vit
hava egna skattaskipan. At vit um
sita egna undirgrund. At vit sjálv
samráðast við onnur lond. Alt
hetta er nærum ókent í Skotlandi,
Catalonia, Baskalandi, Corsica og
mongum øðrum ósjálvstøðugum
londum, sum eru nógv, nógv størri
enn Føroyar. Og tað vildu jour nal
istar úr bæði útvarpi og sjónvarpi
hoyra um.
Barcelona-forsetin stuðlar
Eitt annað sum er øðrvísi, er
tann skilnaður (ella tann formelli
skilnaður), sum hjá okkum er mill
um politikk og onnur viðurskifti.
Vit plaga t.d. at siga, at religión
og ítróttur einki skulu hava við
politikk at gera.
Soleiðis er ikki í Catalonia.
Kirkj an hevur altíð – serliga í
Francotíðini – havt ein týðandi
polit iskan leiklut. Og í eini av
smærri bygdunum, har eg eyg
leiddi fólka atkvøð una, helt tann
lokali presturin einki galið vera í
at nýta ta lítlu, privatu kirkjuna
sum valstað. Millum skriftstøðini
á vegginum hekk ein plakat við
áskrivini »Ja til sjálvræði«...
Og meðan eg koyrdi til næstu
bygdina, hoyrdi eg í útvarpinum
forsetan í FC Barcelona, Joan
Laporta, inniliga mæla fólki til at
fara á val, og atkvøða fyri einum
sjálvstøðugum Catalonia.
FC Barcelona hevur undirheitið
»Meira enn eitt fótbóltsfelag«. Tað
sipar til, at felagið eisini umboðar
catalanska samleikan. Gjøgnum øll
árini, tá Franco var einaræðisharri í
Spania, var FC Barcelona ein ímynd
av teirri politisku mótstøðuni.
At endamálið hjá felagnum
fram vegis er annað og meira enn at
vinna fótbóltsdystir, var áheitanin
frá Joan Laporta eitt tekin um. FC
Barcelona hevur, enn sum áður,
eisini eitt politiskt endamál.
Uttan mun til hvat ein heldur
um hetta, so má sigast, at tað er
Ein hálv millió
politiskan hap
FC Barcelona biður fólk velja loysing. Ein kirkja verður brúkt til ein politiskan happening. 500.000 fólk taka
lut á fólkaatkvøðum, sum ikki eru galdandi. Jú, í Catalonia er futtur í politikkinum, skrivar Sjúrður Skaale í hesi
ferðafrásøgnini. Hann hevur verið í Catalonia sum útlendskur eygleiðari, og skrivað Sosialinum hesa ferðafrásøgn
Ein av fyriskiparunum, Quim Arrufat, við eina valplakat í morgunsólini beint áðrenn valhølini lótu upp.
Í eini bygd bjóðaði tann lokali presturin kirkju sína fram sum valstað