fríggjadagur 7. mai 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78
Sosialurin
n fólk til
ppEning
meira futtur í politikkinum har
enn her...
Góð undirtøka
Politiska luttøkan er vanliga ikki
stór í Catalonia – einans millum 40
og 50% taka lut, tá val er.
Kortini hevur tað higartil eydn
ast fyrireikarunum av hesum
fólka atkvøðunum – uttan nakran
almennan stuðul – at fáa væl yvir
25% at fara á val. Tvs. at helvtin
av teimum, sum velja á veruligum
valum, geva sína meining til kennar
á hesum valunum. Hóast tey væl
vita, at tað onga beinleiðis ávirkan
fær...
Tá alt var talt saman sunnu
kvøld ið, høvdu 20,2 % av teimum 1,3
milliónunum atkvøtt. Ella omanfyri
260.000 fólk.
At næstan øllum søgd JA til
spurn ingin um, hvørt Catalonia
skuldi vera eitt sjálvstøðugt land
í ES, var ikki so óvæntað. Tað er
fullveldissíðan sum skipar fyri
hesum, og tí eru tað nærum bara
fólk hagani, sum taka lut.
Gleðin var stór á fyrireikarunum,
tá tað vísti seg, at so nógv høvdu tikið
lut. Tí tað hevur verið eitt ódnartak
at skipa fyri hesum. Til samans hava
eini 25.000 fólk givið sítt íkast við
sjálvbodnum arbeiði, og nógv hava
eisini stuðlað fíggjar liga.
Leggur trýst á
Ein av fyrireikarunum er Quim
Arrufat, sum samskipaði luttøkuna
hjá eygleiðarunum. Hann greiðir
soleiðis frá orsøkini til, at skipað
verður fyri hesum:
– Í 2005 samtykti catalanska
parlamentið við stórum meiri
luta eitt »Estatut« – eitt slag av
catalanskari grund lóg. Henda grund
lóg bleiv síðani nógv amputerað
av
sponskum
myndugleikum,
sum søgdu hana vera í stríð við
sponsku grundlógina. Men hon var
kort ini løgd til fólkaatkvøðu í 2006,
har hon varð samtykt við greiðum
meiriluta.
– Men nú hevur konservativi
høgraflokkurin í Spania (Partido
Popular) lagt hesa samtyktu grund
lógina til spanska grund lógar dóm
stólin, har tað verður kannað, um
tað, sum er eftir av henni, er í sam
svari við sponsku grundlógina.
Og alt bendir á, at hon verður enn
meira amputerað. T.d. er ætlanin
at strika greinina sum sigur, at
catalanar eru ein tjóð, greiðir Quim
frá.
– Henda gongd hevur fingið øði
í nógvar catalanar. Tey allar flestu
– eisini tey, sum ikki taka undir
við fullum sjálvræði – halda, at
catalanar hava rætt at gera av sína
egnu framtíð. Tey góðtaka ikki,
at spanska grundlógin stendur
oman fyri viljan hjá catalanska
fólk inum. Og tað er m.a. fyri at geva
fólki høvi at vísa hesa ónøgd ina á
ein konstruktivan hátt, at sjálv
stýrisvongurin skipar fyri fólka
atkvøðunum.
– Men tað er eisini fyri at gera
fólk virkin, og á tann hátt styrkja
okkum politiskt og organisa tor
iskt. Hóast meiriluti er fyri sjálvs
avgerðarrættinum, er ikki meiriluti
fyri at skipa Catalonia sum ein stat.
Nógv arbeiði skal gerast, fyri at fáa
henda meiriluta. Men at vit klára at
skipa fyri hesum og at so nógv fólk
taka lut gevur sjálvstýrishugaðum
fólki hug og dirvi at halda fram,
sigur Quim
Hvat merkir hetta
Hvat úrslitið merkir og hvat tað
skal brúkast til – veldst um, hvønn
tú spyrt.
Sambandssíðan
sigur
hetta
vera prógv um, at einans ein
minni luti – góð 20% – vil hava
loys ing frá Spania, og at spanski
politikkurin tí er í samsvari við
viljan hjá meirilutanum. »ENN EIN
FIASKO« segði forsíðan á tí størsta
sambandsblaðnum mánadagin eft
ir atkvøðuna.
Tann moderati sjálvstýris vong
urin sigur úrslitið vera gott, og at
tað skal nýtast til at leggja trýst á
sponsku stjórnina í samráðingunum
um størri catalanskt sjálvræði.
Og frá tí víðgongda sjálvstýris
vonginum verður sagt, at bara tað,
at tey megna at skipa fyri hesum –
alt við sjálvbodnum arbeiði – vísir,
at nógvir catalanar brenna fyri
sjálvræðinum. Tað er langt eftir
á mál, men rørslan hevur stórt
grundarlag, og fleiri aktivistar enn
nakar annar.
Hálv millión
Undir øllum umstøðum er greitt, at
hesi stóru tiltøkini seta spurningin
um catalanskt sjálvræði á dags
skránna. Tí í veruleikanum er talan
um størsta politiska mótmæli í
Catalonia nakrantíð. Ja, tað verður
trupult at finna nakað størri í
Europa yvirhøvur.
Tilsamans eru 6,5 milliónir
cata lanar, og í øllum fýra fólka
atkvøðunum hava nú 500.000
atkvøtt. Tá atkvøtt verður í Barce
lona um eitt ár, verður talið mun
andi hægri.
Eitt politiskt tiltak við so stórari
luttøku, kann ikki ignorerast. Øll
mugu hava eina meining um tað.
Kjakið kyknar upp, argument mugu
brýnast, og gamlar meiningar
verjast. Og tá til stykkis kemur,
er tað júst tað, sum flytir politisk
mørk.
Serliga hjá eldri fólki, sum minnast Franco-tíðina,
er tað sum ein dreymur at sleppa at atkvøða um
catalanskt sjálvræði. Hóast tað bara er súmbolskt...
... men tey smæstu sluppu eisini at vera við
Bæði sjón- og útvarpsstøðir spurdu føroyska
eygleiðaran um føroysk viðurskifti
Summastaðni bjóðaðu fyrireikararnir bæði paella og vín