fríggjadagur 7. mai 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78
30
Sosialurin
Henda myndin vísir teir tríggjar møguleikarnar, hvussu geometriin í alheiminum
kann vera. Kanningar benda á, at rúmdin hevur flata skapið. Tað merkir, at
víðkanin fer at minka, men at tyngdin ikki megnar at venda henni til ein samandrátt.
Myndin samanfatar ymisk úrslit frá WMAP verkætlanini. Beint eftir Big-Bang byrjanina fyri 13,7 mia árum síðan var inflatión. Um 380.000 ár eftir byjanina
slitnaði sambandið ímillum tilfar og geisling, tá ið nevtralu atomini vórðu gjørd. Baksýnisgeislingin, sum enn kann verða máld, stavar frá hesum tíðarskeiði.
Eftir hetta valdaði myrkur, og ljósið kom ikki aftur fyrr enn fyrstu stjørnurnar tendraðu nakrar hundrað mió ár seinni. Seinni komu stjørnubreytirnar.
Víðkanarferðin í alheiminum veksur í okkara tíð. Orsøkin verður hildin at vera sonevnd myrk orka, sum vísindini enn vita lítið um.
Amerikanski alisfrøðingurin og kosmo-
logurin Allan Harvey Guth, sum var
upphavsmaður til inflatiónsástøðið.
Kanningar vátta inflatiónsástøðini og “flatan” alheim
Pól Jespersen
Altjóða
stjørnufrøðiár 43
Fyri 80 árum síðan staðfestu kanning-
ar, at alheimurin er dynamiskur.
Hann víðkast, sum tíðir líða. Tá
ið úrslitini frá WMAP-verkætlanini
vórðu kunngjørd fyri 7 árum síðan
frættist, at ábendingar vóru um,
at henda víðkanin fer at halda fram
í allar ævir. Verkætlanin legði fram
fleiri neyv kosmologisk lyklatøl, men
granskingin heldur fram, tí enn er
nógv, sum granskarar ikki vita
Árini 1929 staðfesta Edwin Hubble
og Milton Humason, at linjurætt
samband er ímillum ferðina v, sum
stjørnubreytir hava frá okkum, og
frástøðuna r. Sambandið verður nevnt
Hubble-lógin, sum verður skrivað:
0
v = H r
Virðið á Hubble-konstantinum rokna
teir at vera 558 km/(sMpc). Hóast
hetta virðið er 7-8 ferðir ov stórt, er
niðurstøðan um sambandið ósvitaliga
røtt. Tað hava gjølligar kanningar seinni
0
staðfest (H er nútíðarvirðið á “konstant-
inum“). Orsøkin til mistakið var, at
Hubble hevði roknað frástøðurnar eftir
einum cepheidu-formli, sum var galdandi
fyri aðrar cepheidur enn tær, hann
hevði brúkt. Granskarar vistu ikki um
hetta mundið, at til vóru fleiri sløg
av cepheidum. Við úrslitinum hjá
Hubble og Humason verður greitt,
at alheimurin er dynamiskur. Hann
víðkar seg út.
Fer víðkanin at halda fram?
Tættleikin í alheiminum verður skrivaður
ρ. Um alheimsvíðkanin fer at halda
fram ella ikki, veldst alt um virðið
c
á ρ. Fyri ein ávísan marktættleika, ρ ,
megnar tyngdin at tálma víðkanini.
c
Er ρ > ρ , fer víðkanin einaferð at
steðga, og alheimurin fer at draga seg
c
saman aftur. Er ρ < ρ , fer víðkanin
at standa við í allar ævir.
Ω = 1?
Lutfallið ímillum tættleikan í rúmdini
og marktættleikan skriva granskarar
c
Ω, t.e. Ω = ρ/ρ . Sambært almenna
relativitetsástøðinum er virðið á tætt-
leikaparametrinum Ω avgerandi fyri
geometriina í rúmdini, sí myndina
niðanfyri. Tríggir møguleikar eru.
Fyri Ω > 1 er alheimurin afturlatin.
Hetta verður í einari fyrimynd (og
talan er bara um eina fyrimynd av
skapinum í okkara trídimensionala
rúmi) lýst við einum kúluflata. Tyngdin
fer í hesum føri at steðga alheims-
víðkanini og fer at venda henni til ein
samandrátt.
Fyri Ω < 1 er alheimurin opin. Hetta
verður í fyrimyndini víst sum ein
saðilflati. Tyngdin megnar ikki at steðga
alheimsvíðkanini, sum fer at standa
við í allar ævir.
Fyri Ω = 1 er alheimurin flatur,
euklidiskur. Hetta verður í fyrimyndini
lýst við einum sløttum flata. Tyngdin
fer í hesum føri at tálma alheims-
víðkanini, men megnar ikki at venda
henni til ein samandrátt.
Kanningar gjørdar í Antarktis og
í Texas við ballónum (Boomerang
og Maxima verkætlanir í 1998, 1999
og 2003) av hitamunum í baksýnis-
geislingini vístu, at Ω = 1.
WMAP verkætlanin váttaði hetta
úrslitið, at alheimurin er á góðari leið
flatur.
Inflatiónsástøði
Við hesum úrsliti fingu vísindini eina
nýggja gátu at stríðast við, tí úrslitið
Ω = 1 er í veruleikanum ósannlíkasta
úrslit, sum hugsast kann. Tað ber
nevniliga til at vísa, at er virðið 1 ella
bara um leið 1 nú á døgum, so hevur
tað einaferð verið heilt neyvt 1. Var
virðið í fyrndini bara eitt vet minni
enn 1, ella eitt vet størri enn 1, so hevði
tað nú verið annaðhvørt nógv minni
enn 1 ella nógv størri enn 1. Longu
í 1970-árunum varnaðust granskarar
henda kosmologiska trupulleika og
vistu at byrja onga loysn á honum.
Guth, Linde og inflatión
Alan Harvey Guth, føddur í 1947 í
New Jersey, er professari í alisfrøði.
Áhugamál hansara eru ástøði viðvíkjandi
elementarpartiklum, og hvussu ástøðini
kunnu verða brúkt í sambandi við hin
unga alheimin. Sjálvur sigur Allan
Guth, at tað var mest sum av tilvild,
at hann fekk áhuga fyri kosmologi,
serstakaliga var tað ein starvsfelagi
hansara, Henry Tye, sum eggjaði honum
til at fáast við hetta evnið. Guth er
upphavsmaðurin til “gamla” ástøðið
um kosmisku inflatiónina, sum hann
evnaði til í 1981 óheft av Andrei Linde
(føddur í Moskva í 1948), sum hevur
gjørt seg til talsmann fyri hesum sama.
Teir báðir fingu í 2004 serstaka kosmo-
logiheiðursløn fyri arbeiði sítt.
Inflatión er ein ástøðiligur yvir-
bygningur til Big-Bang. Hugsanin
er, at alheimurin eitt ófatiliga stutt tíðarbil
beint eftir Big-Bang víðkaðist eksponent-
ielt. Hetta, siga teir, kann vera frá-
greiðingin, at alheimurin á okkara
døgum tykist “flatur”. Sama hvussu
geometriin í alheiminum hevur verið
frá byrjan, kann ógvusliga víðkanin
inflatiónstíðarbilið greina, hví alheimurin
í dag verður máldur at vera “flatur”
ella “næstan flatur”.
WMAP timburmenn og framtíð
Tá ið kenda WMAP myndin, sum
avmyndar hitamunir í baksýnisgeislingini
(sí grein 42) , kom fram í 2003, fekk
hon næstan beinanvegin kultstøðu.
Myndin og onnur tíðindini fóru sum
eldur um vísindaheimin, kosmologisk
lyklatøl vórðu ásett neyvt og sagt varð,
at úrslitini styðjaðu upp undir inflatións-
ástøðið. Í dag er støðan nakað øðrvísi,
eitt og annað við baksýnisgeislingini
var ikki heilt, sum ástøðini søgdu, og
granskarar eru, sum ivast í inflatións-
ástøðinum.
Stjørnufrøðin er ongantíð komin
lætt til teir stóru sannleikarnar um
rúmdina. Soleiðis er enn. Kosmologi
og partikkulgransking hava tikið seg
ómetaliga nógv fram í okkara tíð. Bæði
hesi vísindaøki, um tað størsta og tað
minsta, eru neyðug, at skilja hvussu
heimurin hevur ment seg síðan Big-
Bang. Stór framtøk eru í væntu
komandi árini, og spennandi verður
at síggja, hvussu leikur fer. Áhugaverd
tíð, vit liva í, má sigast.