Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-07, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2010síða 32

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78 32 Sosialurin »Og tá mítt tímaglas her rennur út, sálin seg lyftir upp móti tær, Guð, syngjandi sálmin tín: Nærri, mín Guð, til tín, nærri at tær!« Soleiðis sang tann stóri skar in, ið samankomin var í Tvøroyrar kirkju at fylgja mammu til hennara seinasta hvíldar stað. Kirkjan var karm ur um ein stóran part av hennara lívi. Hon varð gift her, hennara børn vórðu doypt og konfirmerað her, og her hevði hon sína trúgvu gongd. Mamma varð fødd og uppvaksin í Sumba, og var tað seinasta av systkjunum í Lokkagarðinum. Pápin, vanliga nevndur Petur í Lopra, var sjómaður, men tá ið mamma var knappliga sjey ára gomul, gjørdist hann heimamaður eftir ís­ lands túrin við Riddaranum, tá ið hann sum tann einasti av átta monnum bjargaðist, eftir at báturin hjá teimum holdvdist av einum boðabroti við Fagranes, har teir skuldu í land at avrokna fyri proviant við ein bónda. Restina av lívsleiðini arbeiddi hann á hvalastøðini í Lopra og var dúgligur útróðrarmaður og jarðarbrúkari. Mamman, Inga Maria, var úr Billhúsi. Tá brúkti fólk nógv klæði úr vaðmali, og Inga Maria hevði stóran vev og vav fyri fólk, men mamma segði, at hon vildi ongantíð læra seg at veva, tí so var ongantíð friður. At vaksa upp í eini bygd sum Sumba tá í tíðini var ógvuliga sermerkt. Bygdin liggur fyri opnum havi og er brimpláss, men tá ið viðraði, var stutt at sigla til allarbestu fiskileiðir – á Sumbiargrynnuna ella út um Stein. Bygdin er triðjastørsta markatalsbygdin í landinum, og fuglabjørgini eru tiltikin. Sum barn og ung var mamma við í øllum fyri húsarhaldið alneyðugum arbeiði: At hagreiða fugl og fisk, at ganga til neyta, at arbeiða í torvi, at hoyggja og ikki minst at karða, spinna og binda. Fólk sum mamma, ið vuksu upp tá, lærdu seg ein ótrúliga høgan arbeiðsmoral, og hekk hesin við alt lívið. Sum ungdómur fór mamma at arbeiða í hús­ plássi í Havn. Hetta var fyrst undir øðrum heimsbardaga, og kenslan av at verða inni­ byrgd, ikki sleppa víðari, merkti í stóran mun hetta ættarliðið. Hon segði ofta frá um hesa tíðina, um álop­ ini á Havnina og um, tá ið Smiril varð bumbaður. Tá var hon við, men hon og ein onnur genta úr Sumba fóru ikki í land í Skálavík sum øll hini konufólkini og børnini, men hildu fram leiðina við til Havnar. Onkrar av vinkonunum gift ust til Onglands, og hon hevði samband við onkra av teimum enn. Eftir kríggið var hon aftur í Sumba eina stutta tíð, men kom so norður á Tvøroyri at arbeiða, og her hitti hon pabba, Thomas Peter Joensen – f. 14. November 1910 og d. 14. Mars 1973 ­ ella vanliga nevndur Petur hjá Minu, sum hon giftist við í 1948 og fekk trý børn saman við. Pabba var uppvaksin á Sevmýri á Tvøroyri, men pápin, Johan á Sondunum nevndur, var barnvaksin í Hvalba og flutti upp á Tvøroyri við mammu síni og einum yngri beiggja, eftir at pápin, ið var úr Húsavík, var sjólátin. Mamman, Thomina Stenberg, var undan Hamri í Sumba. At vaksa upp á Tvøroyri fyrst í farnu øld var óvanliga spennandi, tí her var so nógv virksemi sum onga aðrastaðni í landinum. Pabba kom upp í vaksnamannatal um sama mundið, sum slupp irnar fingu motor, og gjørdist tað hansara lívsstarv at passa motor, sum tað æt tá. Pabba var ein ógvuliga stillførur og fyrikomandi maður, trúgvur, avhildin og ógvuliga arbeiðssamur, men hervilig krabbasjúka tók hann frá okkum sum bert 62 ára gamlan. Tað var ein dyggur missur fyri mammu og okkum systkini. Nú mamma fór, hevði hon sitið einkja í 37 ár. Tá ið arbeiði var á skeljavirkinum inni á Hvítanesi, var hon har, men annars arbeiddi hon sum privat húshjálp hjá teimum við Sílánna, so leingi tey livdu. Eitt skiftið var hon grannskoðari hjá Fiskepigernes Fagforen­ ing, og hesi árini var hetta fakfelagið við til at skunda undir at fáa barnagarð settan á stovn her á Tvøroyri. Í nógv ár var hon kokkur í veitslum, brúdleypum, føðingardøgum og kon firmatiónum. Hon dugdi ógvuliga væl at liva við tí, sum hon hevði og kláraði seg sjálva uttan nakra hjálp heilt til tað allar seinasta. Mamma var serstakliga virkin sum pensjónistur. Hon var við til at stovna pen sjónistafelagið HØFT og virkaði sum kassa meistari í 25 ár. Hesa tíð ina var hon við til at leggja til rættis óteljandi tiltøk, ferðir bæði innan­ og uttanlands, og so øll bingoini og kaku­sølurnar. Alt hetta ríkaði hennara gerandisdag, og hon hevði vinir um alt landið. Og sjálv gekk hon til bingo hjá øllum hinum eisini. Mamma gekk eisini fult og heilt upp í arbeiðið hjá sjómanskvinnuringinum, og løturnar í missiónshúsinum gjørdu henni gott. Hon bant nógv til heimavirkið og kókaði eisini bróstsukur at selja. Og til síðst so kundi mamma gleðast um eitt langt og virkið lív, og sum hon sjálv segði, so hevði hon so nógv at takka fyri. Fremst av øllum hjá mammu stóð familjan. Ommubørnini og lang ommu­ børnini elskaðu ommuna, og betri barnagentu kundi man neyvan finna. Omman hevði tíð og tol, men hon var avgjørd, og tey lærdu at virða hana á ein heilt serligan hátt. Og so hevði hon ein egnan jaligan verumáta yvir fyri teimum og vísti altíð áhuga fyri øllum, tey fingust við. Frá henni fingu tey eitt grundleggjandi trygt og sterkt álit sum persónligt viðføri. Hon fylgdi ógvuliga væl við, hvussu gekst teimum, so hvørt tey gjørdust vaksin, og hvør á sín hátt fann sær sína rók, og hon gleddi seg teirra vegna. Øll her fara at sakna og minnast mammuna, ver­ mammuna, ommuna og langommuna, nú hon slapp til hvíldar undir liðini á pabba. Guðs friður yvir minnið um mammu. »Ses vi aldrig mer her nede under dette stjernetag, i den store helgenkæde mødes vi på Herrens dag.« Johan Minningarorð um Elsebeth Kristina Joensen, f. Nielsen f. 22. november 1922 – d. 6. apríl 2010 Nøvn Minni um Elsp-ommuna Aldrin, eg sá teg sum eitt eldri fólk, men sum eina vísa, lívglaða og sterka kvinnnu fulla av orku. Sum barn hvønn morgun eg vaknaði til hugnaligt stokkaklirr, kaffiroyk og blíðan sang. Tú kláraði altíð at fáa tað besta burturúr tí minsta sindri, segði, at ein átti ikki bert at kasta brúkbar ting burtur í vindi. Onkutíð um okkurt eg stúrdi, men tú segði bert við meg, at tú sjálv ofta hugsaði um, hvussu alt her í verðini gekk, men tað gjørdi tað altíð óansæð hvat, og ein skuldi aldrin vera bangin fyri at halda seg framat. Søgur og gamlan sið, Ja, alt havi eg fingið við. Í øllum, eg gjørdi, tú fylgdi við, Ja, sjálvt tað minsta, eg tókst við. Sjálv altíð tú gjørdi eitt ella annað alt frá bróstsukuri og bingo til uttanlandsferðir og ókendar gøtur í Amsterdam enn vóru bert eitt lítið traðk fram. Føðingardagar, ferðir og tiltøk vóru nógv, Ja, kalendarin var altíð fullur hjá tær, og úr Havn tú akkurát afturkomin var. Men ikki gongur altíð sum ætlanin er, tí í einum øðrum kalendara stóð eisini navnið á tær. Tí kalendaranum kunnu vit als ikki stýra her, so gjarna vit enn vildu viska út navnið á tær. Ei longur eg hoyri títt stokkaklirr, ei longur eg hoyri tín sang, ei longur vit síggjast her, men eg veit, at tað bara soleiðis er, tí vit øll einaferð noyðast á eina heilt øðrvísi ferð. Tín vísdóm og tína læru eg ei hevði fingið nakra aðrastaðni. Takk fyri góð minni og alt tað, tú hevur givið mær, ið orð ei kunnu setast á. Eg sakni teg, omma mín, men sum tú plagdi at siga, tá tað var okkurt, vit ikki kundu gera nakað við: ” Jamen, góðasta, sådan er livet!” Og lívið hevur byrjan og enda í einum ævigum kringi. Hvíl í friði, góða omman. Jonvør